Eg havi altíð havt áhuga í gomlum bygningum í Havn, tí teir siga okkum nógv um søguna. Nógvir vakrir og áhugaverdir bygningar eru í høvuðsstaðnum, men eisini nógvir ljótir betongkassar, sum misprýða býin. Eg havi kagað eitt sindur í søguna hjá Havnar kirkju, sum varð vígd í 1788.
Í 1976 varð høvuðsstaðurin býttur í tvær sóknir ein vestari partur og ein eystari partur, sum umfataði part av Havnini, Hoyvík, Hvítanes, Kalbak og Nólsoy. Havnar kirkja var tá einasta kirkja í eystara parti í Havnini, nú er Hoyvíkar kirkja komin aftrat.
Vit vita um eina kirkju úti á Reyni frá 1609, men í 1788 bygdu tey Havnar kirkju, sum var so mikið stór, at øll fólkini í Havn 600 fólk sluppu í kirkjuna. Tá var sjálvandi eingin Vesturkirkja og Argja kirkja. Í 1865 fór stór umvæling fram í Havnar kirkju, millum annað fekk hon nýtt torn, og kirkjan var so mikið broytt í skapi, at havnarfólk hildu seg hava fingið nýggja kirkju.
Tað tók fýra ár at byggja Havnar kirkju, og eg havi hoyrt tvær søgur, hvussu alt tilfarið til kirkjuna kom úr Norra.
Ein deknur segði mær, at orsøkin, at stokkarnir eru so bulmiklir í kirkjuni, og at kirkja bleiv so stór, er, at tey keyptu eina stóra timburhøll í Norra og fluttu alt tilfarið til Føroya. Men roknskaparbøkurnar siga aðra søgu, tí har sæst, hvat tilfar varð keypt úr Norra á vanligan hátt, og talan er ikki um eina stóra timburhøll.
Í 1788 búðu 600 fólk í Havn, og í Havnar kirkju rúmast 600 fólk. Sært tú gamlar myndir av Havnini, síggjast svørtu lítlu sethúsini við flagtaki, og so henda stóru hvítu kirkja uttanfyri bøgarðarnar. Tá var Bringsnagøta mark millum gomlu Havnina og hagan.
Til 1923 guldu fólk fyri stólapláss í kirkjuni, og tað eru enn fólk, sum minnist, hvar í kirkjuni teirra familja sat. Í 1942 blivu tølini slettað, so at fólk ikki longur áttu ávís pláss í kirkjuni, men tølini eru komin á aftur benkurnar, so kirkjan kann varðveitast í uppruna líki.
Tríggjar altartalvur eru i kirkjuni, tann nýggjast er frá 1830. Serligar messing ljósakrónur eru í kirkjuni, sum fólk halda stava sum olmussa frá útlendskum handilsskipið, sum var í havsneyð við Føroyar. Undir loftinum hongur Norska Løva, har søgan sigur, at skipið fór á land á Lambavík nýggjársaftan í 1707, skipið fórst í briminum, men menninir bjargaðust. Søgan sigur, at manningin bygdu modellið og gav kirkjuni úti á Reyni modellið av Norsku Løvu. Undir loftini hanga eisini føroyskir árabátar og annað skip. Alt silvurið á altarinum, sum hevur áhugaverda søgu, er alt fingið sum gáva frá havnarfólki.
Havnar kirkja er friðað, og tí er mangan torført at fáa broytt ymist í kirkjuni. Skal ein nagli og fjøl flytast, so kann einki gerast uttan loyvi frá Fornminnisavninum. Síðani Hoyvíkar kirkja er bygd, er minkað við fólki í Havnar, tí fáar barnafamiljur búgva har á leiðini. Mest eldri fólk koma í kirkjuna.
Fleiri umvælingar eru framdar í kirkjuni seinnu árini, og fyri nøkrum árum síðani varð kirkjutornið umvælt. Timburmaður segði mær, at tað løgna varð, at tað var nýggjasti viðurin, sum var rotin, og ikki nógva av tí hundað ára gomla viðinum. Tilfarið var betri fyrr.
Nógv kann skrivast um Havnar kirkju, og hevur tú´áhuga í meira tilfari, so finst lítil bóklingur um kirkjuna. Tilfarið í bóklinginum eru tveir fyrilestrar um kirkjuna, sum vórðu hildnir í útvarpinum. Eg kom at gerast kirkjuráðslimur í Havnar kirkju í fýra ár, og tá fekk eg meira innlit í kirkjuna, enn eg hevði frammanundan. Havnar kirkja er vøkur og hugnalig kirkja. (Vagnur)
.

