
Løgið at hugsa sær, at lítil sleipistøð var skamt frá gomlu neystunum í Álakeri. (Mynd Siglandi arvurin.)
Tá ið vit tosa um føroyskar bøkur, er talan um fagrar bókmentir og yrkisbókmentir. Fagrar bókmentir eru skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar. Tilfar, sum rithøvundar hava funnið uppá. Yrkisbókmentir eru ævisøgur, bygdasøgur og aðrar bøkur skrivaðar um ymist í samfelagnum. Eg havi ummælt nakrar føroyskar bøkur á mín egna hátt. Í hondini havi eg nú bókina Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð eftir Óla Olsen. Forvitnislig, sera væl skrivað og væl uppsett bók, sum kom út í 2013. Læs resten








