Úr myndasavninum – Konradsbrekkan vekir altíð nógv góð ungdómsminni

Bretskir hermenn í Konradsbrekku í 1941. Áhugavert at síggja hugnaligu húsini. Børnini standa á trappuni, har Jógvan á Sandi og Brynhild við familju búðu. Tey vóru seks børn: Olfert, Eirikur, Myrna, Aðalgunn, Tanja og Guðbjørg. Nú sigst, at danin Sigurd Barett hevur keypt húsini. (Mynd Føroya Fornminnissavn)

Tá eg um dagarnar stóð ovast uppi í Konradsbrekku, kom mær til hugs áhugaverda mynd frá 1941 av breskum hermonnum, sum í huganum komu gangandi beint ímóti mær. Áhugavert at síggja vøkru og hugnaligu húsini, sum fleiri er broytt, og eitt er júst tikið niður. Tankarnir reikaðu til nógvu fólkini, sum í 1950 og 1960-árunum búði har á leiðini og nógvu góðu minnini frá hesu gøtu. Nógvur ungdómur í hvørjum húsi, har summi vóru javngomul við okkum – summi eldri og yngri, og summi vóru longu farin úr reiðslinum.  Havi áður skrivað um hesu serligu gøtu fyri okkum ungu, sum búði uppi við Landavegin. Nøkur minni aftrat niðanfyri. Læs resten

Føroyska bókin – Siglandi arvurin forvitnislig og frálík bók

Løgið at hugsa sær, at lítil sleipistøð var skamt frá gomlu neystunum í Álakeri. (Mynd Siglandi arvurin.)

Løgið at hugsa sær, at lítil sleipistøð var skamt frá gomlu neystunum í Álakeri. (Mynd Siglandi arvurin.)

Tá ið vit tosa um føroyskar bøkur, er talan um fagrar bókmentir og yrkisbókmentir. Fagrar bókmentir eru skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar. Tilfar, sum rithøvundar hava funnið uppá. Yrkisbókmentir eru ævisøgur, bygdasøgur og aðrar bøkur skrivaðar um ymist í samfelagnum. Eg havi ummælt nakrar føroyskar bøkur á mín egna hátt. Í hondini havi eg nú bókina Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð eftir Óla Olsen. Forvitnislig, sera væl skrivað og væl uppsett bók, sum kom út í 2013. Læs resten

Tá armeraði trolarin ”Lincoln City” 20. februar 1941 var bumbaður á Havnarvág

Armeraði trolarin Lincoln City. Einasta mynd eg havi sæð av trolaranum. Myndin hevur vinmaðurin Finnbjørn funnið mær.

Í summar kom eg fram á stórt akker við sjóvarmálan í Álakeri, har maður segði mær, at akkerið, sum var funnið í botni um ár 1990, møguliga var frá bretska armeraða trolaranum, sum var bumbaður á Havnarvág 20. februar 1941 og sakk eftir tveir minuttir. Átta av manningini løtu lív og eru grivnir í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin. Kendi til tilburðin, tí hendingin stendur at lesa í eini av bókunum Stríðsárini eftir Niels Juul Arge, sum kom út í 1986. Okkurt er eisini at lesa í bókini Operation Valentine eftir svia, har tvær av myndunum er frá. Men aftur til akkerið. Læs resten

Úr myndasavninum-Havnin fekk 25 metrar svimjingarhyl í 1959

(Mynd Bambus Fornminnissavnið)

Nógv eru góðu minnini frá uttandura svimjingarhylinum. (Mynd Bambus forminnissavnið)

Sum smádrongur minnist eg leivdirnar av gamla svimjingarhylinum, sum varð gjørdur í Gundadali í 1930 og stongdur í 1949. Einki vatn var í hylinum, og skiftingarrúmini, sum líktust arbeiðsskúrum stóðu har nakin og vóru um at detta niður. Men so komu tíðindini frá kommununi, at nýtíðar 25 metrar langur uttandura svimjingarhylur skuldi gerast í Gundadali. Vit høvdu tá lært okkum at svimja í hyljum í Sandá, har vit skiftu aftanfyri onkran stein. Havnarfólk fylgdu væl við, meðan hylurin varð bygdur, og so upprann dagurin í 1959, at nýggi svimjingarhylurin læt upp. Læs resten

Úr myndasavninum – Áskoðarin hevði eisini í 1931 sítt fasta pláss

Áhugaverd mynd úr Gundadali tikin í 1931. Òlavsøkudystur millum HB og TB. (Mynd Fornminnissavnið)

At síggja eldri myndir úr Gundadali er altíð nakað serligt, tí so nógv góð minni og kenslur eru knýttar at myndunum. Tað var langt niðan í Gundadal í mínum ungdómsárum. Vit áttu ikki bil, og busleiðin var eingin, men súkklan var til at taka. Tú skalt ikki hyggja leingi at myndini, so reika tankarnir, tí á bakkanum í norðara enda á vøllinum stóðu pápi mín og beiggjarnir á sama stað og hugdu at fótbóltsdysti. Vit vóru eisini har. Og soleiðis var eisini aðrastaðni um vøllin. Ymsu familjurnar høvdu sítt fasta pláss, og tað høvdu áskoðrararnir hjá útiliðnum eisini.

Myndin er tikin ólavsøkudag í 1931, og HB og TB spæla á vøllinum. Lílta reyða HB húsið, sum vit ikki síggja á myndini, stóð úti við ánna vinstrumegin. Áhugavert at síggja Sanatoriuvegin, sum hann tá var róptur, og at síggja ánna í turrveðri, so at súkkla kann leggjast frá sær í ánni. Var áin stór, og tað var ikki so sjáldan, so ráddi um at fáa fatur á bóltinum, áðrenn hann endaði niðri í býnum, um illa sjálvandi stóð til. Sum oftast vóru tað spælararnir sjálvir, sum lupu í ánna eftir bóltinum. TB vann ólavsøkudystin 2-1. (Vagnur)

Íslendski HB venjarin Heimir Guðjónsson hevur tikið føroyska fótbóltin á bóli

Tróndur Jensen er vorðin heilt annar spælari, nú Heimir er komin í HB.

Ikki eri eg HB-ari og síggi ikki nógvar fótbóltsdystir, men fylgi væl við í útvarpi og serliga nógva fótbóltsprátinum í Vespureiðrinum, Kringvarpinum og Rás2 nú FM1. Hesir ”kønu” kunnu práta í tímar um fótbólt og eisini um dystir, sum ikki eru spældir. Minnist tíðliga í vár, tá teir ”kønu” mettu um møguleikarnar hjá HB, har onkur metti HB at røkka triðja plássið, meðan aðrir søgdu fjórða og fimta plássið. Men her fóru teir skeivir Læs resten

Úr myndasavninum – býliðið í Havn spælir í 1942 dystir ímóti enskum hermonnum

Fremst síggja vit nr. 1 Óla Jákup Guttesen, B36, nr. 4 Niels Pauli (Palli) Nolsøe, HB, nr. 6 Meinhardt Arge, HB, nr. 7 Mortan Mørk, B36, nr. 10. Herluf Mikkelsen, B36. Aftast frá vinstru: Nr. 3 Hjørleif Hansen, B36, nr. 5 Kjartan Nattestad, B36, nr, 6 Jóannes Simonsen, HB og nr. 7 Arnold Hansen, B36. Beint aftan fyri Mortan Mørk sæst ikki Jákup Jacobsen hjá Bøkjaranum, sum var málverji. Og so skuldi Jákup Ki Jacobsen verið á myndini. (Mynd: Úr myndabók hjá Birgit Hestoy)

Fekk omanfyri áhugaverdu mynd sendandi frá Jon Hestoy. Myndin er úr myndabók hjá Birgit Hestoy, sálu, mammu Jon, sum var mergja ítróttakvinna á Tvøroyri. Myndin omanfyri er av býliðnum í Havn tikin í Gundadali í 1942. Undir krígnum spældu bæði B36 og HB og eisini býliðið mangan venjingardyst ímóti enskum hermonnunum á landi, men eisini ímóti manningum umborð á enskum krígsskipum. So at hyggja í HB bókina Havnarmenn í Gundadali og B36 bókina Rennið dreingir. Sambært HB bókini Havnarmenn í Gundadali er myndin frá 1942, tá býlið spælir kapping ímóti hermonnum. Býlið spælir finaludyst ímóti Cameronians um Brendsteypið. So at finna út av, hvørjir føroysku spælararnir eru, og flestu andlitini kennur tú. Ensku spælararnir eru í stríputtari troyggju. Læs resten

H71 fer um stutta tíð at seta seg á kvinnuhondbóltin í Føroyum

Væl frágingið arbeiði av H71 eftir so stutta tíð at kunna bjóða av heilt frammi oddinum.

Síðani H71 var stovnað í 1971 hevur felagið í ára tíggju mest sum bara verið eitt dreingja- og mansfelag. Skiljast á tann hátt, at her eru meistaraheitini vunnin. Men seinnu árini hevur felagið lagt alla orku í at fáa ment gentudeildirnar, og henda menningin er gingin so mikið skjótt og væl, at longu nú eftir eitt ár í bestu deildini, hava H71 kvinnur sett seg á trónuna í Tórshavnar kommunu.  Hvussu ber hetta til, og hvussu kann eitt felag so skjótt vinna á bæði Kyndli og Neistanum, sum eru gomlu hondbóltsfeløgini í Havn. Havi kannað hetta nærri og ditta mær at tosa við tríggjar fyrrverandi gentu – kvinnuvenjarar, og teir eru ikki í iva, hví so er. Teir siga: Læs resten

Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd av neistamonnum komin undan kavi

Neistamenn umleið í 1960. St.f.v: Henning Eysturoy, Heri Jensen, Hansemann Mikkelsen, Tórður Holm og Jákup (Bass) Dahl. Fremst fr.v: Hans Mortensen, Eivind Dam og Gunnar Ihlen. (Myndaeigari: Hannis Jacobsen)

Neistamenn umleið í 1960. St.f.v: Henning Eysturoy, Heri Jensen, Hansemann Mikkelsen, Tórður Holm og Jákup (Bass) Dahl. Fremst fr.v: Hans Mortensen, Eivind Dam og Gunnar Ihlen. (Myndaeigari: Hannis Jacobsen)

Eg havi brúkt nógva tíð at finna liðmyndir av neistamonnum, sum vunnu FM-heitið í 1949, 1953 og 1955. Havi spurt nógv fólk, men enn er eingin mynd funnin. Nógvar eru myndir av neistakvinnum heilt aftur til 1931, tá ið Neistin varð stovnað, men soltið er við myndum av neistamonnum frá hesi tíðini.Tá ið eg vitjaði Hannis Jacobsen í sambandi við grein, sá eg knappliga mynd av neistamonnum í myndabók hjá Hannisi, og fegin var eg um “dýrgripin”. Myndin er ikki frá 1949, 1953 ella 1955, men av neistamonnum umleið ár 1960. Áhugaverd mynd í míni hondbóltsverð. Jákup Dahl eisini róptur “Bass” er á myndini, og hann havi eg hitt. Læs resten

Fyrstu stóru ábendingarnar eru longu at hóma í bestu mansdeild

Altíð spennandi at sita á síðulinjuni og fylgja við fyrstu hondbóltsdystunum í bestu deildunum. Hetta verður gjørt til tess at kanna dómaraseðlarnar, tí nógv verður ikki farið í hallirnar. Ein dómaraseðil sigur heilt nógv, tí har sært tú leikgongdina, og hvør skjýtur málini. Kappingarleisturin hjá monnum er broyttur, so nú ræður um at vera millum fýra tey bestu liðini í grundspælinum, ætlar tú tær at vera við í kappingini um meistaraheitið. Hetta er frálíkt. Dómaraseðlarnir higartil boða frá fyrstu áhugaverdu ábendingunum. Eisini frálíkt, at bæði in.fo og jn.fo og Norðlýsið skriva um hondbólt. Vit onnur kunnu gera okkurt glepsið av og á. Men fyrst til manskappingina. Læs resten