Nøkur heilt góð minni um fyrrverandi starvsfelagan Freddy William Cook

Freddy lærdi til bilsmið hjá Vilhelmi Nielsen. Her sæst hann á SAAB verkstaðnum Yviri við Strond.

Á Skansavegi 6 stóð einaferð gamalt ljósagult hús við tveimum íbúðum, men húsið er ikki til longur, tí tað mátti lúta fyri útbyggingini av Tórshavnar havn. Kom at hava ávíst tilknýti til hetta hús, tí starvsfelagin Frederick William Cook, sáli, róptur Freddy, var uppvaksin í húsinum. Fyrstu húsini á Skansavegi 6 vóru bygd miðskeiðis í 1800-talinum, men húsini vóru seinni umvæld og víðkað, so tvær íbúðir vóru í húsinum. Minnist, at í syðru íbúðini búðu ógiftu systrarnar Helena og Lorenza og í hinari íbúðini Niels og Elspa á Krákusteini við familju. Helena, Lorenza og Niels vóru systkin. Læs resten

Eg sá ein ótrúliga vakran geitarbukk á Hvítanesi (e)

Geitarbukkur er eitt ótrúliga vakurt og hábærsligt djór. (Mynd Vagnur)

Geitarbukkur er eitt ótrúliga vakurt og hábærsligt djór. (Mynd Vagnur)

Mánadagin seinnapart spákaði eg millum húsini á Hvítanesi, tí eg ætli at skriva eina grein um bygdina. Eg tók nakrar myndir, sum eg skal brúka saman við eldiri myndum í grein um Hvítanes. Greinin er ikki skrivað, men millum nøkur hús á Hvítanesi fekk eg mánadagin eygini á tvær vakrar geitir. Eg eri vitandi um, at fólk hava havt geitir á Hvítanesi á mínum ungum døgum, og at fólk fóru útferð úr Havn niðan á Hvítanes at hyggja at geitum og annars spáka í bygdini. Læs resten

Úr myndasavninum – Tá fólk fóru frá húsum í øllum veðri at spæla bingo

Tey spæla bingo í høllini á Nabb, sum ungu róptu høllina.

Tá Ítrótta-og samkomuhøllin á Nabb gjørdist veruleiki seinast á heysti 1970, fekk høvuðsstaðurin fleiri møguleikar at skipa fyri stórum tiltøkum. Og tað var skjótt, at útlendskir tónleikabólkar komu til Føroya, men eisini vóru aðrir møguleikar. Læs resten

Tá prestur Ejgil Sand kom til Fuglafjarðar í 1935 – Karen mamma prest skrivaði ferðafrásøgn

Fuglafjørður 1936.

Nógv áhugavert eldri tilfar um Føroyar er skrivað av dønum. Kom fram á áhugaverda bók skrivað av Karen Sand, sum var mamma prestin Ejgil Sand, sum í 1935 kom til Føroya saman við konu síni Annu Tackmann at vera prestur í Fuglafirði, Gøtu, Leirvík, Oyndafirði, Funningi og Gjógv. Støðgurin skuldi vera fimm ár, men seinni heimsbardgin gjørdi, at tey bæði vóru tólv ár í Føroyum. Í 1936 komu foreldrini at presti pápin Christin, mamman Karen og verpápin Jacob Tackmann til Føroya at vitja ungu prestahjúnuni. Tilfarið í bókini skrivaði Karen úr brøvum, sum sonurin sendi heim, og minnini frá ferðini í Føroyum í 1936. Karen var frálíkur tekningari, og í bókini eru eisini fleiri tekningar. Læs resten

Nú helt eg, at sluppin Westward Ho hevði fingið menningarkvotu.

Nú helt eg, at Westward Ho lá við bryggju og landaði til Landingarmiðstøðina. Men fór skeivur. (Mynd Vagnur)

Tó eg Í vikuni spákaði á ”Ískaiini”, stúrsaði eg knappliga við, tí við bryggjuna, har skip og bátarnar vanliga landa til Landingarmiðstøðina, lá sluppin Westward Ho og landaði, helt eg. Visti, at sluppin plagdi at vera úti við skúlanæmingum, men heystfrí var, og veðrið hevði ikki verið nakað serligt seinastu dagarnar. Helt, at onkur starvsfólkabólkur kanska hevði verið á floti og fingið so mikið nógv, at best var at landa førningin. Læs resten

Úr myndasavninum – Søguligur 3. realflokkur í tá nýggja Venjingarskúlanum

Næmingarnir á myndini eru: Fyrst lærarinnan ovast til vinstru Sigrun Nolsøe, síðani næmingarnir Annika Nolsøe, Hildur Patursson, Randi Nolsøe, Dorthea Winther, Elin Reinert,  Bergur Thorsteinsson og Torbjørn Michelsen, Næstaftast til vinstru: Guðrun Rein, Marjun Jacobsen, Maud á Fløtum, Birita Mohr, Elsba Olsen, Anna Hansen, Herman Oskarsson og Svanbjørg Vang. Triðjaftast frá vinstru: Kristianna Poulsen,  Anna Dagmar Hansen, Anna Maria Nielsen, Miriam Hansen,  Bergljót Debes  Hentze, Hjørdis Mortensen og Jóna á Dul
Lærararnir fremst frá vinstru eru: Bjarni Holm, Hans Andreas Joensen, Jórun Simonsen, Sverri Jacobsen, Pauli Nielsen og Hans Holm. Næmingurin Eliesar Jacobsen vantar á myndini.

Floksmyndin omanfyri er av skúlanæmingum í Venjingarskúlanum er søgulig, tí í august mánað í 1968 komu næmingarnir ymsastaðni frá at ganga í 2. real í nýggja Venjingarskúlanum. Skúlan var annars vígdur á hvítusunnu 1969. Um hetta mundið vaks Havnin skjótt, og tørvur var á nýggjum stórum skúla, sum skuldi hýsa bæði Føroya Læraraskúla og so barnaskúla/ungdómsskúla. Minnist, at myndin omanfyri hekk á veggi á einum av lonunum, tá eg gekk á Læraraskúla. Læs resten

Úr myndasavninum – Alt hevur sína tíð her á fold

Frá vinstru Hans Pauli Johannesen, Kjartan Mohr, Svend Thulesen og Ejler Jacobsen eru royndartúr við Skálabergi minnist meg rætt í 1976.

Alt hevur sína tíð her á fold. Herfyri sóu vit í Sosialinum myndir av 25 persónum, sum sótu við ”maktini” í samfelagnum. Millum annað vinnulívsfólk, sakførarar og politikarar. Hetta eru alt fólk, sum vit meiri og minni dagliga  síggja í fjølmiðlunum.

Alt hevur sína tíð her á fold, og teir fýra á myndini omanfyri settu so sanniliga teirra fingramerki á samfelagið á hvør sín hátt og vóru mangan at síggja í fjølmiðlunum. Teir eru nú allir farnir. Frá vinstru Hans Pauli Johannesen skipari og stjóri, Kjartan Mohr, stjóri og politikari, Svend Thulesen, stjóri og Ejler Jacobsen, skipari og reiðari. Læs resten

Úr myndasavninum – 54 ár síðani eg tók myndina av rossunum

Nógvir áskoðarar sóu kappríðingina á ólavsøku., (Mynd Vagnur)

Eg havi júst lagt eina 6×6 sentimetrar lítla mynd á skannaran, og síðani fái eg úrslitið omanfyri. Myndina tók eg á ólavsøku í 1964 úti á Velbastaðvegnum við einum gomlum kassatóli, sum mamma átti. Ólavsøkan var tá lítið verd uttan vit ungu sóu kappríðing á Velbastaðvegnum, svimjikapping í uttandura svimjihylinum í Gundadali og kappróður á Havnarvág. Stórur áhugi var fyri kappríðing á Velbastaðvegnum. Tey riðu kapp á Velbastaðvegnum til ólavsøku 1970, tá tey gjørdu nýggja breyt í Marknagili. Niðanfyri kanst tú lesa grein, eg skrivaði fyrst í árinum um kappríðing. Læs resten

Grótbátar komnir úr Århus at arbeiði við nýggja havnarlagnum í Havn

Nú er náttúrðatíð, og bátarnir liggja við bryggju. Aase Madsen og Mereta Chris við Vesturubryggju. (Mynd Vagnur)

Í vikuni hitti eg danskan skipara umborð á sand/grótbáti, sum júst legði til bryggju á Vesturu bryggju. Nú var nátturðatíð, og teir løgdu altíð til bryggju, tá etast skuldi. Ungi skiparin umborð á Merete Cris hevði verið nakrar mánaðir í Føroyum, har hann var umborð í fjúrtan dagar og fór til Danmarkar í fjúrtan dagar. Skipini Merete Chris og Aase Madsen koma úr Århus og skulu arbeiða við nýggja havnarlagið í Havn til einaferð seint næsta ár. Fyrikomandi skiparin segði mær, at arbeiðið hjá teimum var reinsa botnin fyri grót, so bryggikanturin skundi gerast. Sá eisini úr vindeyganum, at bátarnir fyltu eisini betongkistur við gróti, tá tær vóru settar á botn. Tríggir menn eru við hvørju skipi.  Læs resten

Úr myndasavninum – Partur av “Stóragarði” er í okkara garði

Báðir garðarnir síggjast millum húsíni. Niðari garðurin er partur av Stóragarði. (Mynd Fornminnissavnið)

Tá vit herfyri fóru at umvæla ein garð í garðinum, legði eg til merkis, hvussu stórir steinarnir vóru, sum ein maður ikki megnar at lyfta. Eg visti, at partur av “Stóragarði” sum einaferð varð laðaður um alla Havnina, var í okkara garði og mark við grannan. Kom eisini at hugsa um eina eldri mynd, sum eg sá í bók júst av somu gørðum. Hetta er mynd tikin langt fyri, at okkara hús vóru bygd í 1952. Og báðir umtalaðu garðarnir eru á myndini, men eisini tvey søgulig hús. Læs resten