
Ótrúligt, at tað eydnaðist dønunum Viggo Ryving Jensen og Andreas Nielsen longu í 1905 at byggja so stór hús til navigatiónsskúla. (Myndin Tórshavn – fólk og yrki)
Tá vit í 2018 síggja, hvussu Havnin og harvið Suðurstreymoy í húsatali vaksa við fúkandi ferð, so er eisini áhugavert at síggja eldri myndir úr Havn, har einstøk stór hús vera bygd uttanfyri bøgarðarnar. Sjómansskúlin frá 1905 í J.C. Svabosgøtu er eitt dømi og sæst á nógvum myndum einsamallur úti við skipasmiðjuna. Men ikki visti eg av, at tað var um reppið, at Sjómansskúlin seinast í 1920-árunum gjørdist fyrsta ellisheimið í Føroyum.
Í 1920-árunum fór serlig menning fram í Havn, tí nýbygda Dronning Alexandrines Hospital omanfyri Sandagerðsnes fór at virka 23. februar 1924, og um hetta mundið var eisini farið undir fyrsta byggistigið av Molanum.
Ágangur var á Tórshavnar kommunu um at byggja ellisheim, tí so nógvir eldri borgarar í Havn livdu undir vánaligum korum. Tá var einki Nærverk ella Almannastovu, og fleiri eldri fólk lógu hjálparleys heima.
Áhugavert at síggja politiska stríðið, tí meirilutin í býráðnum vildu heldur brúka pening til nýtt havnarlag og vegir, enn at byggja ellisheim. Í 1904 komu Viggo Ryving Jensen cand.phil og Andreas Nielsen fyrrverandi stýrimaður hjá ØK til Havnar. Báðir høvdu góða útbúgving, og skjótt sóu teir, at tað var í skiparaútbúgvingini, teir skuldu virka. Teir hildu seg siggja ávísan tørv.
Teir gjørdu skjótt av og søktu um byggiloyvi til stóran sjómansskúla, og byggiloyvi fingu teir longu 15. februar í 1905, og longu 1. november sama árið møttu fyrstu seks næmingarnir. Men longu í 1909 góvust teir at halda skúla í nýggja bygninginum. Haldi meg síggja, at teir búðu sjálvir í stóru húsunum.
Áhugavert at síggja politiska stríðið um Sjómansskúlan, sum síðani kom á aðrar hendur, eftir at danirnir Viggo og Andreas vóru farnir av landinum. Í 1927 stovnar Tórhavnar Býrað navigasjónsskúla eftir sama leisti sum í Danmark. Men eingi høli eru til at taka júst tá.
H.C.W. Tórgarð, arkitektur, verður í 1927 settur at gera tekning til nýtt ellisheim, men røddir í kommununi vildu heldur keypa stóra húsini í J.C. Svabosgøtu. Ja, so fall at enda avgerðin, at kommunan keypti húsini og keyptu trøð við Rættará, har byggjast skuldi ellisheim.

Eftir at nýggjur Sjómansskúli tikin í nýtslu í 1962, stóðu húsini tóm í nøkur ár. Síðan keypti Tórshavnar Skipasmiðja húsini, og skrivstova og teknistovu hevur hildið til har síðani 1976. (Mynd Vagnur)
Áhugavert eisini at síggja, at skjóta avgerðin um húsini í J.C.Svabosgøtu vóru tikin, tí Boekenhoogen katolski presturin í Føroyum søkir í 1931 um byggilendi at byggja ellisheim. Tá kom mest sum fjáltur á menn, tí ikki vildu teir hava sitandi á sær, at katolikar skuldu byggja fyrsta ellisheimið í Havn, ja, í Føroyum. Tí var skjóta avgerðin tikin.
Longu í 1930 gjørdist Navigasjónskúlin, sum hann æt tá, størsti skúli av sínum slag í kongaríkinum, hóast kreppa var í landinum. H.C.W. Tórgarð teknaði fleiri uppskot um nýtt ellisheim í Havn, og endin var, at heim var bygt til 25 fólk. Ellisheimið var vígt 11. august 1935, og fjøruti ár seinni í 1974 var bygt upp í Ellisheimið, har 27 eldri fólk nú búgva.
Thorshavns Navigationsskole var sum sagt settur á stovn í 1927 og kom at halda til í húsunum við J.C.Svobosgøtu. Ì 1951 skifti skúlin navn og kom at eita Føroya Stýrimansskúli. Í 1962 bygdu tey núverandi Sjómansskúla, sum vit altíð róptu henda skúla.
Áhugavert at hugsa sær, at einaferð var talan um, at húsini í J.C. Svbosgøtu 31 skulu brúkast til ellisheim, og at tað var katólskur prestur, sum skundaði undir at byggja ellisheim í Havn. Tóshavnar kommuna átti húsini, men tá nýggi Sjómansskúlin var tikin í nýtslu í 1962, keypti Tórshavnar Skipasmiðja seinni húsini, sum høvdu staðið tóm í nøkur ár. Húsisni máttu umvælast, tí bjálving vantaði, men í 1976 var arbeiðið liðugt, og kom skrivstova og teknistova at halda til har.
Um tú ynskir at lesa meira um fyrsta ellisheimið í Føroyum, so gav Jákup Lindenskov, sáli, í 2001 út bókina Tíðarhvarv – Ellisheimið í Havn. (Vagnur)


