
Tveir fyrikomandi sviar vóru til arbeiðis leygarkvøldið. Teir kendu einki til, hvussu leingi teir kundu borað. (Mynd Vagnur)
Klokkan var farin av átta leygarkvøldið, og vit í grannalagum vóru vitni til løgna hending, tí knappliga fór at larma illa. Hart ókent óljóð sum órógvaði húsfriðin. Nógv virksemi er her á leiðini yrkadagar um dagin, tí tey byggja nýggja løgreglustøð, SMS er stórur granni, og nógvar eru fyritøkurnar. Nógvir bilar og ólóglig prutl, men hetta er bara partur av vanliga gerandisdegnum, sum vit mugu liva við.
Um kvøldið er friðarligt tó óljóð frá onkrum kølimotori og ólógligum prutlum. Harða óljóðið leygarkvøldið kom frá borivogni, sum skuldi bora tveyhundrað metrar niður í jørðina, tí Vørnbygningurin skal hava jarðhita. Men hví bora seint á kvøldi beint undir vindeygunum hjá gomlum fólkum og barnafamiljum? Læs resten








