
Studenturin manning eftir vestanstevnu 1959. Aftast f.v: Arni Clementsen, Poul Stein Poulsen, Martin Rørsvig, Sørin Pram Sørensen og Gormur Justinussen. Miðan frá vinstru: Sigmund Arge Gregoriussen, Høgni Danielsen og Jógvan Højsted. Fremst f.v: Groth Nolsøe og Hans Jákup Ludvig. (Myndeigari: Høgni Danielsen)
Kom um dagarnar fram á áhugaverda mynd í bókini Havnini – fólk og yrki, har eg helt, at myndin og orðini ólavsøkan 1959 ikki passaði heilt saman. Róðursmaðurin við steypinum eitur Høgni Danielsen, sum eg kenni væl. Steypið og myndin kann ikki vera frá ólavsøku 1959, tí í bókini Drekin skrivar Niels Juul Arge, at Vestmenningur vann á ólavsøku í 1959 við Sumbingi nummar tvey og Studentinum nummar trý. Hetta mátti kannast nærri, og so út á Heygsvegin til Høgna Danielsen, sum 27. november komandi fyllir 80 ár. Læs resten








