
Vakra økið framvið Gríms Kambandsgøtu og gomlu lærarahúsini skulu burtur. Parkeringshús og Tjóðpallur kroystast niður millum bilar, bátar og aðrar fyritøkur og stovnar har á leiðini. Óskiljandi, tá aðrir góðir møguleikar eru til Tjóðpall.
Beint fyri páskir var grein frá Gunvør Balle býráðslimi um nýggjan Tjóðpall á Skálatrøð at síggja í fjølmiðlunum. Løgin grein. Mín niðurstøða av lesnaðinum er, at forkvinnan í mentanarnevdini í Tórshavnar býráð hevur skeiva hugsan um Skálatrøð, og at hon gyklar sær nakað á Skálatrøð, sum slett ber til. Hon vil ikki viðurkenna, hvussu stórur partur bilurin er í gerandisdegnum hjá fólki. Vit sleppa ikki undan bilunum í býarlívinum, um vit vilja tað ella ei. Soleiðis er eisini á Skálatrøð. Læs resten








