
VÍF og Sverri Durhuus hava júst vunnið meistaraheitið í bestu mansdeild. (Mynd Vagnur)
Sverri Durhuus hondbóltsvinurin úr Vestmanna er farin 75 ára gamal, og eftir sita góðu minnini, tá vit sum unglingar spældu fyrstu hondbóltsdystirnar á uttanduravøllinum í Vestmanna. Hetta var miðskeiðis í 1960-árunum. Tá hitti vit fyrstu ferð Sverra Durhuus, sum fyri okkum ungu var Vestamannaáskoðarin nummar eitt, tí Sverri var altíð har, og hann hoyrdist um vøllin.
Minnist, at Sveri kundi ikki standa stillur við vøllin, og hann gekk kykur fram við síðulinjuna og eygleiddi spælið. Mær er sagt, at Sverri og tey vóru nógv systkin, og at Sverri spældi ongantíð sjálvur hondbólt.
At spæla í Vestmanna var altíð nakað heilt serligt, tí har møttu altíð nógvir áskoðarar. Har var eisini Kafeteria og Silkienni, sum høvdu forkunnugar boksir, har tú kundi velja tær 60-ára tónleik at spæla.
Tíðirnar broytast, og tá høllin í 1968 kom í Klaksvík og høllin á Hálsi kom í 1970, og aðrar hallir komu seinni, gjørdist hondbóltsspælið eitt innanduraspæl. Sverri fylgdi eisini tíðini, og hann gjørdist eisini næstu nógvu árini eins trúgvur VÍF áskoðari, tá VÍF spældi kring landið. Høllin í Vestamanna kom í 1986, so vestmenningar vóru eitt skifti noyddir at venja á Skála og onkuntíð í Havn.
Minnist serliga hending fyri tretivu árum síðani, tí eg fekk hugskot at gera innslag um Sverra at senda í hondbóltssending í Sjónvarpinum. Árni Gregersen, Leivur Hansen og undirritaði gjørdu seks hondbólts – og seks fótbóltssendingar, tá kappingarnar vóru um at enda. Ringdi til Sverra um hugskot um dyst í Vestmanna, og hann var klárur beinanvegin. Sverri setti treytina, at hann og konan sluppa at koyra í sjónvarpsbilinum til Vestmannar.
Sjónvaparstekningarin fylgdi Sverra í millumbilum á áskoðaraplássinum, og hetta gjørdist hugtakandi og eisini stuttligt innslag. Sverri livdi við spælinum og var uttan iva eins troyttur eftir dystin og spælararnir vóru. Læs resten →