Úr myndasavninum – VÍF vann í 1963 fyrsta FM-heitið í dreingjadeildini

Vestmannadreingir í 1963. St.f.v: Hans í Gerðinum, Torstein Petersen, Gunnar Dahl Olsen, Finnbogi Joensen, málverji, Eyðbjørn Joensen, Dánjal Jacobsen og Oddmar Joensen.

Í 1963 var fyrsta stóra frambrotið í føroyskum hondbólti. ÍSF skipaði tá fyri fyrstu FM-kapping fyri dreingir og gentur. VÍF vann fyrsta FM-heitið fyri dreingir, og Neistin vann fyrsta FM-heitið fyri gentur. Eg hava hitt Finnboga Joensen, sum stóð í málinum hjá VÍF. Hann minnist við gleði aftur á tíðina, tá ið Mannbjørn Mortensen, lærari, legði fyrstu lunnar undir ungdómshondbóltin í Vestmanna.  Læs resten →

Úr myndasavninum – Beinleiðis syrgiligt, at vágbingar ikki fáa mannað besta kvinnuliðið

Neistakvinnur og VB-kvinnur avmyndaðar í Gundadali í 1935. Standandi fr.v: Hanna Mortensen, Neistin, Ella Arge, VB, Mia Rein, Neistin, Helga Magnussen, VB, Sára Hansen, Neistin, Charlotta Hjelm, VB, Petra Rein, Neistin og Marna Nolsøe, VB. Húkandi f.v: Edith Dahl, VB, Elsa Müller Poulsen, VB, Ása Vágsheyg, Neistin, enn ókent VB-andlit, Michala Hjelm, VB ?, Rigmor Christiansen, Neistin, og Jona Mortensen, Neistin.(Myndeigari Símun Arge)

Hondbóltsfelagið Neistin er elsta hondbóltsfelagið í Føroyum stovnað 21. mars 1931. Og longu nøkur ár seinni fóru tey eisini at spæla hondbólt í Vági. Neistakvinnur komu skjótt at hava frálíkt samstarv við VB, og mangan spældu neistakvinnur ímóti VB bæði í Havn og í Vági. Tá boðini fyrr í ár komu um , at VB ikki fekk mannað besta kvinnuliðið, kom eg at hugsa um tvær hondbóltsmyndir frá 1935 av neista – og vágskvinnum. Onnur myndin tikin í Vági og onnur í Gundadali. Mamma, sum er hundrað ára gomul, spældi við neistanum og er á myndini niðanfyri. Læs resten →

Í august mánað 1944 vóru 120 føroyskar kvinnur giftar bretskum hermanni.

Myndin tikin á krígssavninum í Vágum. Vøkur pør má sigast. (Mynd Vagnur)

Nógv er skrivað um Føroyar og seinna heimsbardaga, og Niels Juul Arge, sáli, skrivaði jú á sinni bøkurnar Stríðsárini. Í summar vitjaði eg fyrstu ferð áhugaverda krígssavnið í Vágum, og tá eg sá pørini á myndini og tók myndina, hugsi eg, hvussu nógvar føroyskar kvinnur í veruleikanum blivu giftar enskum hermonnum. Donsk áhugaverd bók eitur ”Operation Valetine”, sum var navnið á átakinum, tá bretar hertóku Føroyar í apríð mánað 1940. Bretski læknin Gavin Henderson vitjaði bretsku hermenninar í Føroyum í august mánað 1944. Og frá honum í bók fæst mangt áhugavert at vita, sum eg ikki visti áður: Læs resten →

Úr myndasavninum – Danska Vivi Kuhr setti í 1984 dám á føroyskan hondbólt

Neistakvinnur 1984. St.f.v: Karsten Andersen, venjari, Marjun Christiansen, Ingilín Holm, Guðrun Horn, Elsa Maria Bærentsen og Christian Poulsen, venjari. Húkandi f.v: Marjun Thomsen, Malan Mohr, Óluva Joensen, Rannvá Hanusardóttir, Vivi Kuhr og Torgerð Klein. (Mynd Vagnur)

Myndin omanfyri er frá 1984, tikin eftir at neistakvinnur vunnu FM-heitið. Á myndini er danska Vivi Kuhr, sum ikki kom til Føroya at spæla hondbólt, men at arbeiða sum laborantur á Landssjúkrahúsinum. Hon kom úr Jútlandi og hevði spælt hondbólt í danmarkarseriuni. Av tilvild kom hon at spæla í Neistanum, tí mostur ein av spælarunum arbeiddi eisini á sjúkrahúsinum og eggjaði Vivi at spæla hondbólt í Føroyum. Læs resten →

Um reppið at Sjómansskúlin í 1920-árunum blev fyrsta ellisheim í Havn

Ótrúligt, at tað eydnaðist dønunum Viggo Ryving Jensen og Andreas Nielsen longu í 1905 at byggja so stór hús til navigatiónsskúla. (Myndin Tórshavn – fólk og yrki)

Tá vit í 2018 síggja, hvussu Havnin og harvið Suðurstreymoy í húsatali vaksa við fúkandi ferð, so er eisini áhugavert at síggja eldri myndir úr Havn, har einstøk stór hús vera bygd uttanfyri bøgarðarnar. Sjómansskúlin frá 1905 í J.C. Svabosgøtu er eitt dømi og sæst á nógvum myndum einsamallur úti við skipasmiðjuna. Men ikki visti eg av, at tað var um reppið, at Sjómansskúlin seinast í 1920-árunum gjørdist fyrsta ellisheimið í Føroyum. Læs resten →

Úr myndasavninum – Altíð áhugavert og spennandi at hoyra Johan Nielsen prest og fólkatingslim.

Kom fram á myndina av Johan Nielsen, sála, í umrøddu myndaskjáttuni. Johan var prestur bæði í Føroyum og í Danmark, og hann sat í samfull tjúgu ár á fólkatingi umboðandi Javnaðarflokkin í Føroyum. Hann var føddur í Sandvík 15. mars 1919 og andaðist 24. mai 1984. Vit eldru minnast henda braneggjaða og hittinorðaða prest, sum á sinni kom til Føroya at seta dám á fólkatingsvalini. Slíkir politikarar finnast ikki longur. Johan hevði orð í síni makt bæði sum prestur og fólkatingslimur, og fólk lurtaðu, tá Johan tók orðið.

Johan var fyrst valdur á fólkating 1960-1964, men so var hann varamaður fyri Petur Mohr Dam í fleiri styttri tíðarskeiðum 1964 til 1968. Síðani bleiv hann afturvaldur í 1968 og sat á fólkatingið líka til sín doyggjandi dag í 1984.

Fólkatingsvalið í Føroyum í 1960 snúði seg nógv um ætlaða Natostøðina í Mjørkadali, og eg síggi í teksti, at Johan Nielsen sigldi millum Norðoyggjarnar við báti hjá Føroya Bjór til valfundirnar til tess at tosa sína sak. Johan var jú sóknarprestur í Norðoyggjum árini 1956 til 1964. Síggi eisini, at Johan útvegaði heili 260.000 krónur til fólkatingsvalið frá bryggjarínum Norðstjørnuni í Keypmannahavn. Hetta var stór upphædd tá.

Johan nam sær í 1946 prestalærdómin á Bergen Katadralskúlanum og bleiv cand.theolog i 1953. Hann arbeiddi fyrst fyrifallandi arbeiði sum sjómaður í trý ár og kontórmaður fimm ár fyri síðani at gerast prestur í ymsum kirkjum í Keypmannahavn og árini í Norðoyggjum.

Johan Nielsen var litfagur maður, sum tosaði á heilt serligan ”humoristiskan” hátt við merkjaðari rødd og orð í síni makt. Síggi, at hann vísti á á sinnij, at sjálvandi minkar fólkatalið í Danmark, tí nú er frí fosturtøka, og kvinnan tekur ”pillara”, so hon ikki gerst við barn.

Vit hava mangan hoyrt seinnu árini, at færri og færri danir ganga í kirkju, og at kirkjur eru afturlætnar og brúktar til annað virksemi. Vinmaður segði mær, at hann einaferð var í kirkju í Keypmannahavn, har Johan Nielsen var prestur. Kirkjan var fullsett, og har komu altíð heilt nógv fólk í kirkju, tá Johan prædikaði.

Tá Johan Nielsen sat á fólkatingi, var einki føroyskt sjónvarp, men fólk sótu við stívum oyrum, tá Útvarp Føroya hevði samband við Johan í telefonini úr Danmark ella veljarafundum í Føroyum. (Vagnur)

Hondbóltur – Ungdómsvenjarar mugu læra spælararnar hondbóltsreglurnar

Tað, sum fer fram á hondbóltsvøllinum, má vera rættvíst. Stásiliga høllin á Hamrinum. (Mynd Vagnur)

Í vár eg í høllini á Hamrinum og sá nøkur dreingjalið spæla dystir, men eisini at síggja nýggju stásiligu høllina. Herfyri var eg Gundadalshøllini og sá aftur nøkur dreingjalið spæla nakrar dystir. Nógvir frálíkir spælarar og frálíkt spæl, men eg øtaðist í fleiri dystum, hvussu bæði einstakir venjarar og spælarar skikkaðu sær á vøllinum. – Kann tað veruliga vera so galið, at summir spælarar kunnu loyva sær at gera so nógvar ónollur á vølli uttan at tað verður revsað, ja, teir sleppa longri enn í bestu deildunum. Hvør hevur so skuldina, at so er? Sjálvandi í hesum førinum venjarin og tess felag. Læs resten →

Hondbóltskappingin í bestu kvinnudeild er í løtuni heilt løgin kapping

Spennandi, um tað eydnast VÌF at endurvinna meistaraheitið. Enn er langur vegur á mál.

Síggi mest stroymaðar hondbóltsdystir í brotum, men síggja tó allar dómaraseðlarnar, har tú kanst uppliva nógv. Havi mangan skrivað, hvussu viðbrekin besta kvinnudeildin altíð hevur verið. Alt stendur og fellur við einum til tveimum spælarum. Dómaraseðilin og stigatalvan lúgva ikki. Læs resten →

Nøkur heilt góð minni um fyrrverandi starvsfelagan Freddy William Cook

Freddy lærdi til bilsmið hjá Vilhelmi Nielsen. Her sæst hann á SAAB verkstaðnum Yviri við Strond.

Á Skansavegi 6 stóð einaferð gamalt ljósagult hús við tveimum íbúðum, men húsið er ikki til longur, tí tað mátti lúta fyri útbyggingini av Tórshavnar havn. Kom at hava ávíst tilknýti til hetta hús, tí starvsfelagin Frederick William Cook, sáli, róptur Freddy, var uppvaksin í húsinum. Fyrstu húsini á Skansavegi 6 vóru bygd miðskeiðis í 1800-talinum, men húsini vóru seinni umvæld og víðkað, so tvær íbúðir vóru í húsinum. Minnist, at í syðru íbúðini búðu ógiftu systrarnar Helena og Lorenza og í hinari íbúðini Niels og Elspa á Krákusteini við familju. Helena, Lorenza og Niels vóru systkin. Læs resten →

Eg sá ein ótrúliga vakran geitarbukk á Hvítanesi (e)

Geitarbukkur er eitt ótrúliga vakurt og hábærsligt djór. (Mynd Vagnur)

Geitarbukkur er eitt ótrúliga vakurt og hábærsligt djór. (Mynd Vagnur)

Mánadagin seinnapart spákaði eg millum húsini á Hvítanesi, tí eg ætli at skriva eina grein um bygdina. Eg tók nakrar myndir, sum eg skal brúka saman við eldiri myndum í grein um Hvítanes. Greinin er ikki skrivað, men millum nøkur hús á Hvítanesi fekk eg mánadagin eygini á tvær vakrar geitir. Eg eri vitandi um, at fólk hava havt geitir á Hvítanesi á mínum ungum døgum, og at fólk fóru útferð úr Havn niðan á Hvítanes at hyggja at geitum og annars spáka í bygdini. Læs resten →