Tá eg sum smádrongur búði við Landavegin, var nærmasti granni út ímóti Rættará trøðin hjá Tullu og Júst Sivertsen. Á trøðni høvdu tey nakrar seyðir, og har stóð eisini vakurt laðað fjós. Minnist, at Tulla og Júst ynsktu at byggja á trøðni, men hetta var teimum noktað, og seinni bleiv trøðin friðað í sambandi við, at Vesturkirkjan skuldi byggjast nærhendis.
Júst var kendur maður í Havn, og tað var jú hann, sum í 1922 ognaði sær fyrsta bilin í Føroyum. Hann og seinni sonurin Sjúrður áttu nógvar lastbilar og høvdu harvið nógv fólk í arbeiði. Júst og Tulla áttu fýra børn, og í hesum sambandi komi eg serliga at hugsa um Júst yngra, sum var egin persónur, og sum var eitt slagi av eini havnarmynd.
Júst Christian Sivertsen, sum æt eins og pápin, var føddur 6. oktober 1937 og deyður 4. september 2003. Hann búðí húsum á trøð Yvir við Strond, har hann hevði bæði dunnur, hønur og seyð. Hann sást oftast í havnargøtum til gongu, á súkklu, og seinnu árini altíð við hundinum við sína lið. Læs resten









