
Bringubrattir dreingir í Mylluhylinum. Frá vinstru Bjarni Samuelsen, Helgi Nolsøe og Jan Müller. (Mynd Vagnur)
Myndin omanfyri hevur eingin av tykkum sæð áður, tí hana havi eg funnið í gamlari myndabók hjá mær, sum eg slett ikki visti var til. Um tólv ára gamal fekk eg myndatól, sum tók svart/hvítar myndir, har myndirnar ikki vóru størri enn 6×6 sentimetrar. Á myndini síggja vit fýra dreingir, sum eru við Sandá, har dreingirnir í svimjibuksum hava svomið í “Mylluhylinum”, sum vit síggja mynd av niðanfyri. Dreingirnir í svimjibuksum, sum búðu við Landavegin, eru frá vinstru Bjarni Samuelsen, Helgi Nolsøe og Jan Müller. Áskoðarin á steininum er Mikkjal Müller beiggi Jan. Læs resten








