Nøkur orð um Mariu Mikkelsen abbasystur mína

Maria Mikkelsen búði í Danmark í fimti ár.

Maria Mikkelsen búði í Danmark í fimti ár.

Eg havi mangan hoyrt, at abbasystir mín Maria Mikkelsen var serlig kvinna, og sum eg bara ørminnist, tí hon andaðist í 1956. Serlig, tí hon var bersøgin í talu, roykti stóra sigar, og var vakt av tjóðskaparandanum á ungum árum.

Maria var bæði yrkjari og týðari, men kend gjørdist hon sum kvinna í Keypmannahavnartíð síni, tá hon lívgaði um alt, sum føroyskt var.

Eg havi funnið fram nakað av tilfari, sum er skrivað um Mariu Rebekku Mikkelsen fødd í Havn 1877 og andaðist í februar mánað 1956. Sagt verður um Mariu, at hon var vinsæl, blíð, hjálpsom og góð at hitta.

Maria Rebekka Mikkelsen 1877 – 1956

Maria í Dalólastovu, sum er fødd í Havn, var vanliga nevnd soleiðis, og hennara vinfólk og kunningar kendu hana best undir hesum navninum. Barnaárini og skúlaárini livdi hon mitt í teirri gomlu Havnini, sum hon elskaði, og á ellisárunum búsettist hon aftur í Dalólastovu. Havnarfólk var hon alt sítt lív so hjartaliga.

Maria gjørdist hugtikin av Føroyingafelag og tí rørsluni, sum spratt av hesum felagsskapi. Meðan hon gekk í skúla, las hon t.d. Sálomos hásong á móðurmálinum, og tað setti djúp spor í hennara sál og sinn. Læs resten →

Meistaraheitið og minnini við Drekanum í 1993 eru goymd djúpt í sálardýpinum 

Drekin vinnur meistaraheitið á ólavsøku 1993. Standandi f.v: Óli Svein Lutherusson, Andras Andreasen, Arvid Engskær og Petur Nolsøe Reinert. Húkandi f.v. Magnus Bjarnason, Hallur Petersen og Jan Erik Fjallstein.

Leygarmorgunin hitti eg sjey fyrrverandi rógvarar, sum vóru ávegis til Nóloyar at minnast aftur á róðrarárið 1993, tá teir vunnið meistaraheitið við 5-mannafarinum Drekanum. Hetta var serlig hending, tí talan var um vrakað Sílið, sum var hongt upp í tróðrið í gamla neystinum og hevði hingið har í sekstan ár. Báturin róptur Gamla Sílið hevði sum so ongan góðan, tá trettan ára gamlir unglingarnir flotaðu bátin á sumri 1992. Fekk leygarmorgunin áhugavert prát við Óla Svein Lutherusson, sum var ein av rógvarunum í 1993. Og hann sigur soleiðis. Læs resten →

Úr myndasavninum – Nøkur orð um súkkluverkstaðin hjá Bjarna Andresen

Andre og Bjarni búðu báðir í grannalagnum. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Ein dagin steðgi eg á eitt bil í Grím Kambansgøtu, har Gunnar Dahl Olsen hevur súkkluverkstað. Bygningurin er einki broyttur, síðani eg sum smádrongur fyrstu ferð kom oman í Grím Kambandsgøtu, har Bjarni Andresen seldi prutl og súkklur og hevði nossligt verkstað, har vit mangan stukku inn á gólvið. Læs resten →

Nýggja neystið hjá Vágs Kappróðrarfelag liðug á jóansøku næsta ár

Tað skal brótast niður og byggjast upp. Úr neystinum er gott útsýnið út á fjørðin. (Mynd Vágs kappróðrarfelag)

Tá apríl mánaði nærkast, fært tú altíð serliga róðrarkenslu í kroppin. Áhugavert og spennandi at fylgja við á síðulinjuni, hvussu gongst at manna bátarnar kring landið. Eitt eru stóru róðrarfeløgini í Suðurstreymoy Róðrarfelagið Knørrur, Havnar Róðrarfelagið og Argja Róðrarfelag, men annað er, hvussu gongst at manna bátar aðrastaðni í Føroyum. Hetta hevur altíð havt mín stóra áhuga, tí kappróður hevur djúpar røtur nógvastaðni kring landið, men tað haltar mangan at fáa mannað bátarnar. Læs resten →

Úr myndasavninum – Nøkur orð um Hornahúsini, Hornabóndan og Flatnahaga

Hornahúsini er uttan iva frá einaferð í 1800-talinum, og myndin er frá seinast í 1960-árunum. Grundarsteinurin til sjúkrahúsið, sum ikki er liðugt á myndini, var lagdur í 1962.

Vit ungu við Landavegin seinast í 1950-árunum og fyrst í 1960-árunum reikaðu víða, og leiðin gekk mangan oman í Hornabø, Vestaru bryggju, Skipasmiðjuna og Rættará. Vit kendu flestu arbeiðsfólkini, sum arbeiddu har á leiðini. Hornahúsini vóru spennandi hús, tí har hevði bóndin Axel Hansen róptur Hornabóndin neyt, og har var eisini spennandi stórur tarvur, sum vit ungu ræddust eitt sindur. Tað var ikki sørt spennandi og dult við Hornahúsunum, tí har var myrkt inni, og Hornabóndin var serligur. Minnist, at hann meira enn einaferð plagda at siga mær: – Pápi tín og eg vóru konfirmaðir saman, men eg gav mær ikki far um hetta tá, men nú havi eg kannað hetta eitt sindur nærri. Læs resten →

Hesar vunnu fyrsta FM-heitið av teimum 41 meistaraheitunum

Neistakvinnur 1943 við fyrsta FM-steypinum. Kvinnurnar á myndini eru Hermanda Jacobsen, Helena Dal Christiansen, Helga Magnussen, Súsanna Poulsen, Jacobina Jacobsen, Elsa Hansen (Horn) og Elisabeth Johansen.

Hondbóltsfelagið var stovnað 21. mars 1931, men ikki fyrr enn á sumri 1943 var skipað fyrstu landskapping. Hetta var undir krígnum, og hesi árini blómaði hondbólturin kring landið. 21. mars komandi fyllir Neistin 88 ár. Løgið at hugsa sær, at undir krígnum vóru eins nógv lið í bestu kvinnudeildini og í 2015. Kvinnuliðini, sum kappaðust um fyrsta meistaraheitið í 1943 vóru hesi: Neistin, Tórshavn, Aldan Vestmanna, Ternan, Miðvági, Stjørnan, Klaksvík, Vípan Sandi,TB Tvøroyri og VB Vági. Læs resten →

Úr myndasavninum – Kappingarskrá fyri 55 árum síðani

Liðini spældi fáar dystir fyri 50 árum síðani.

Liðini spældu fáar dystir fyri 55 árum síðani.

Til stuttleika havi eg funnið fram eina kappingarskrá frá 1964, tað vil siga fyri 55 árum síðani. Tá var hondbóltur summarítróttagrein, og dystirnir vóru spældir á grúsvølli uttandura. Sum tit síggja í skránni, spældu kvinnurnar í bestu deildini tvær ferðir tjúgu minuttir. Liðini spældu í bólkum, og síðani spældu tey hálvfinalu og finalu. Heilt fáir dystir vóru spældir hesi árini.   Læs resten →

Magnus Simonsen løðir sær hýruvognin á Skálatrøð

Magnus Simonsen á Skálatrøð í gjár., (Mynd Vagnur)

Hitti í gjár javnaldran Magnus Simonsen, sum løddi sær el-hýruvognin á Skálatrøð. Hetta skuldi gerast áhugavert prát, tí í hesum døgum hoyrir tú allastaðni um grøna orku. Magnus segði mær, at hann kundi løða bilin heima, men tað tók longri tíð. Hetta gjørdi hann um náttina, men um dagin mátti hann oman á Skálatrøð, tí har tók tað um trý korter at løða battaríini, og kundi hann koyra um 130 kilometrar eftir eina løðing.

Spurdi, um hann angraði at hava keypt sær el-bil, men tað gjørdi hann ikki. Raksturin er bíligari, og so var róligar at koyra el-bil, segði Magnus. Komi at hugsa um árið seinast í 1980-árunum, tá eg í farloyvi koyrdi trukk á frystigoymluni á Bacalao. Hetta vóru el-trukkar, sum vóru settir at løða hvørja nátt. Tú hevði ikki loyvi at koyra trukkar við motori í fyrstigoymsluni.

Eisini er áhugavert, at í Noregi vóru 30% av bilinum í 2018, sum vóru seldir vanliga fólkinum, el-bilar. Og eg sá einastaðni, at nú kemur bilframleiðari á marknaðin við bili, sum kann koyra 500 km eftir eina løðing. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Nógv útlendsk lið komu í 1970 árunum til Føroya

Landsliðið í 1977. St.f.v: Finnur Helmsdal, Sigmund Reinert, Bjarni Samuelsen, Mortan Mørk, Hanus Joensen, Finn Bærentsen, Áki Mortensen, Hilmar Joensen og Hans Mortensen, venjari. Húkandi f.v. Palli Joensen, Hans Åge Stampe, Sverri Jacobsen, Echardt Persson og Áki Davidsen.

Hans Mortensen vandi føroyska manslandsliðið í 70-árunum, tá millum annað Føroyar í 1976 fingu góð úrslit í HM-kappingini í C bólkinum í Portugal. Føroyar tapti 21-20 fyri Sveits í hesi kapping. Fýra av spælarunum á myndini eru ikki millum okkum longur. Sigmund Reinert, sum doyði ungur, og Finnur Helmsdal, sum doyði av sjúku í 2008. Síðani eru seinni Sverri Jacobsen og Finn Bærentsen eisini farnir. Hans Mortensen legði stóran dent at fáa donsk 1. deildarlið at koma til Føroya at spæla ímóti føroyska landsliðnum. Kolding IF var eitt av liðunum. Í 1980 skipaði Føroyar fyri HM-kappingini í C-bólkinum, og tá spældu Norra, Portugal og Eysturíki eisini í C-bólkinum. Tann 6. februar 1980 tapti Føroyar 17-24 fyri Norra í høllini í Klaksvík. Í 2019 er Norra eitt av bestu liðunum í heiminum og spældi finaludyst ímóti dønum í seinastu HM-kapping. (Vagnur)

 

Havi ikki áður sæð Svartfoss á Havnini

Sum vit síggja, so er Svartfoss minni bingjuskip enn vanligu skipini, sum vit síggja á Molanum. (Mynd Vagnur)

Havi ikki áður sæð hetta skip á Havnini, men eg síggi í tíðindaskrivi frá 21. januar 2019, at Eimskip sigur, at krøvini eru vorðin nógv størri at flyta feskan fisk úr Føroyum bæði tá talan er um laks, botnfisk og uppisjóvarfisk. Tí setir Eimskip einaferð um vikuna køli og frytiskipið Svartfoss í sigling millum Føroyar og Bretland og Føroyar og Háland. Svartfoss er nógv minni bingjuskip enn vanligu farmaskipini, sum vit síggja á Molanum. Uttan iva siglir Svartfoss nógv skjótari enn stóru fraktskipini (Vagnur)