
SÍF og TB á Valloyruni í Sandavági í 1962. Standandi frá vinstru: Høgni Nielsen 6, SÍF, Martin á Mýruni 7 SÍF, Ingi Larsen 8 TB, Sigurbjørn Niclasen 9 TB, Eirikur Jensen 10 TB, Jarmund Steinkross, 11 TB, Sverri Midjord 12 TB, Hjarnar Bech 13 TB og Mervyn Dimon 14 TB. Fremst frá vinstru: Martin Joen Jacobsen 1 SÍF, John Petersen 2 SÍF, Ragnar Magnussen 3 SÍF, Johnfinn á Plógv 4 SÍF og Herluf Simonsen 5 SÍF. (Myndir er úr myndasavninum hjá Ragnhild og Johan á Plógv)
Myndin omanfyri er ein av bestu hondbóltsmyndum, sum er úr savninum hjá Ragnhild og Johan á Plógv úr Sandavági. Fyri meg persónliga er myndin serlig, tí eg havi spælt hondbólt ímóti nøkrum spælarunum úr SÍF, men ikki úr TB. Myndin er tikin eftir finaludystin í 2. deild millum SÍF og TB spældur 1962 á Valloyruni í Sandavági. Ein TB spælari á myndini er Sigurbjørn Niclasen, og hann hitti eg í grannalagnum, eftir hann var komin úr Danmark úr jólafrí og var á veg til Tvøroyrar. Eisini havi eg hitt málverjan Ragnar Magnussen úr Sandavági, sum er fimtan ár á myndini. Eg spyrji fyrst Sigurbjørn, um hann minnist finaludystin nú fyri 53 árum síðani. Og Sigurbjørn sigur. (Skrivað í 2015) Læs resten →