Bárður Skorheim Guttesen er formaður í Róðrarfelagnum Knørri

Bárður Skorheim Guttesen hjálpir norskum ferðalagi at rógva í føroyskum kappróðrarbáti. (Mynd Vagnur)

Seinasta leygardagin á middegi leitaði eg mær oman á Müllers brúgv til tess at fáa mynd av formanninum í Róðrarfelagnum Knørri, sum eg ikki kendi. Hetta skuldi gerast serlig uppliving, tí við bryggjukantin stóð stórt norskt ferðalag, sum øll vildu uppliva at rógva føroyskan kappróðrarbáti. Norðmaður við rópara skipaðu fyri, hvør skuldi í hvønn bátin, og við bryggjukantin lógu fleiri bláir bátar. Men hvør er hesin ungi rógvarin, sum rør við Orminum og gjørdist formaður í felagnum. Og hann sigur:

– Kanska var tað av tilvild, at eg kom at rógva kapp, tí eg hava hvørki róð barna – ella dreingjaróður. Hevði spælt fótbólt og hondbólt, tá eg í 2015 fekk møguleikan at rógva við Orminum. Dámdi beinanvegin væl hesa ítróttagrein, sum var heilt øðrvísi, enn eg upplivdi í bóltspølunum.

– Tey vantaðu fólk at koma í nevndina, og tá eg hevði yvirskot, bjóðaði eg meg fram, sum endaði við, at eg gjørdist formaður í 2016. Tó at siga, at tíðarskeið var eg í Danmark, tá Sámal Kristiansson tók yvir formanspostin, sigur Bárður.

Sá á Facebook, at Róðrarfelagið Knørrur lýsti eftir rógvarum við serligari lýsing, men hvussu gongst at manna bátarnar. Seinnu árini hava nógvar manningar róð í felagnum, og í fjør vann 10-mannafarið Ormurin meistaraheitið og tað sama 5-mannfarið Tambar við gentum? (Niðast í greinini eru eisini tíðindi at hoyra úr Vestmanna) Læs resten

Stór avbjóðing at halda lív í kappróðrinum í Eysturoynni

Fimm 5-mannafør við gentum róðu leygardagin ódnartøk í Runavík. Men eingin bátur úr Eysturoynni. Tó er at siga, at Fenja úr Fuglafirði, og kanska eisini Knúkur úr Tindi rógva í summar. Á norðoyastevnu koma vit at síggja nógvar gentumanningar. Nærmast Báran, síðani Blikur, Drekin, Rókurin og Firvaldur. (Mynd Sigrid Vesturgarð)

Ógvuliga áhugavert at koma á tal við róðrarfólk í Eysturoynni, tí tað er so umráðandi at róðrarfamiljan ikki minkar. Má bara ásanna, at kappróðurin í Eysturoynni hevur sæð betri dagar, enn hann ger í løtuni. Tó so, vit fegnast sjálvandi um bátarnar, sum eru mannaðir, men sakna 10-mannførini Skálabátin og Eysturoying, 8-mannaførini Heiðabátin og Gullbrand og 6-mannfarið Rádna. Eisini tikist ikki lætt at manna dreingjabátar, tí fótbóltur fyllur so nógv har á leiðini. Allastaðni eru framúrskarandi venjingarumstøður í góðum neystum og nógvum hentleikum og við nógvum bátum. Havi ringt til fimm kappróðrarfelag í Eysturoynni. Læs resten

Havnar Róðrarfelag mannar tíggju FM-bátar – Bjarti Mohr er formaður í felagnum

Mær dámar væl andan í neystinum, og umráandi fyri meg og onnur, at Havnarbáturin ikki stendur ómannaður í neystinum, sigur Bjarti. (Mynd Vagnur)

Leiðslurnar í nógvu ítróttafeløgunum kring landið eru í flestu førum mannaðar við fólki, sum sjálvi hava íðkað ítrótt ella fáa áhuga fyri felagsarbeiði, tí børnini eru har. Bjarti Mohr er ein teirra, tí í 2011 fór sonurin Terji at rógva kapp, og Bjarti kom at hjálpa manningini við ymsum,  sum  endaði við, at hann kom í nevndina í 2016.

Á flaggdegnum 2018 gjørdist hann formaður, men tá var sonurin givin at rógva. – Mær dámar væl kappróður sum ítróttagrein, tí hon einføld, har rógvarar stríðast á serligan hátt at náa málinum. Abbi mín Kjartan Mohr stuðlaði Havnar Róðrarfelag, og mín fyritøka stuðlaði á sinni eisini felagnum, sigur Bjarti. Men hvussu gongst at manna bátarnar í summar? Læs resten

Klaksvíkar Róðrarfelag nógv jørn í eldinum í løtuni – Fimm manningar rógva í summar

Gamla neystið skal takast niður, og nýtt neyst byggjast á Birkopstorg. (Mynd Klaksvíkar Róðrarfelag)

Nú venda vit kikaran norður til Klaksvíkar til tess at vita, hvussu gongst at manna bátarnar, tó at vit longu vita, at 10-mannafarið Klaksvíkingur ikki rør í summar. Klaksvíkar Róðrarfelag er í løgnari støðu í løtuni, tí gamla neystið skal takast niður, og felagið skal byggja nýtt neyst. Ísak Miklagarð er formaður í felagnum, og hann havi eg tosað við. Fyrstu FM-róðrarnir skulu rógvast í Klaksvík leygardagin 1. juni. Ísak sigur soleiðis: Læs resten

Miðvágs Róðrarfelag flotar nýtt 5-mannafar – Kappróðurin í Vágum blómar

Tey í Miðvágs Róðrarfelag hava júst flotað nýggja 5-mannafarið. Báturin eitur Rókurin. Afturi í rong situr Tordis Hansen, sum róði við Beintu í 1958, og sum slapp stýra fyrsta heiðursróðurin. Allar genturnar rógva sjálvandi í vesti. (Mynd Miðvágs Róðrarfelag)

Nú gongur leiðin vestur í Vágar at frætta, hvussu gongst at manna bátar í summar. Talan er um Sandavágs Ítróttafelag róðrardeild, Miðvágs Róðrarfelag og Sørvágs Róðrarfelag. Altíð hugaligt fyrst at ringja til Sandavágs og hitta eldsálina Hansinu á Plógv. Blíð fyrikomandi kona, sum eg havi samskift við í mansaldur um kappróður. Hansina hevur altíð okkurt upp á hjartað, og eg fekk beinanvegin varhugan av, at tað gongst bara væl hjá kappróðrinum í Vágum, og nógvar manningar rógva í summar. Gleðiligt eisini at hoyra, at í Sørvági spenna tey seg eisini út. Men fyrst til Sandavágs. Læs resten

Gongur ikki nóg væl at mannað kappróðrarbátar í Sundalagnum. Tó so

6-mannafarið Hvessingur á ólavsøku í 2016. Hvessingur er mannaður, og onnur 6-mannafør, vit higartil vita um eru Lómur, Gongurólvur, Herningur, Jarnbardur og Riddarin. (Mynd Hvannrók)

Føroyskur kappróður stendur og fellur við eldsálum og ikki minst foreldrum, sum taka hond í við ymiskum í feløgunum. Soleiðis hevur altíð verið. Flaggdagur var 25. apríl, og tá nærkast vit veruliga róðrarárinum, tí gamalt var, at bátar vóru ikki flotaðir fyrr enn flaggdagin. Havi ringt til Kollafjarðar og í Sundalagið til tess at frætta, hvussu gongst at manna bátar í summar. Læs resten

Viðmerkingar til Gunvør Balle forkvinnu í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs

Vakra økið framvið Gríms Kambandsgøtu og gomlu lærarahúsini skulu burtur. Parkeringshús og Tjóðpallur kroystast niður millum bilar, bátar og aðrar fyritøkur og stovnar har á leiðini. Óskiljandi, tá aðrir góðir møguleikar eru til Tjóðpall.

Beint fyri páskir var grein frá Gunvør Balle býráðslimi um nýggjan Tjóðpall á Skálatrøð at síggja í fjølmiðlunum. Løgin grein. Mín niðurstøða av lesnaðinum er, at forkvinnan í mentanarnevdini í Tórshavnar býráð hevur skeiva hugsan um Skálatrøð, og at hon gyklar sær nakað á Skálatrøð, sum slett ber til. Hon vil ikki viðurkenna, hvussu stórur partur bilurin er í gerandisdegnum hjá fólki. Vit sleppa ikki undan bilunum í býarlívinum, um vit vilja tað ella ei. Soleiðis er eisini á Skálatrøð. Læs resten

Hevur rógvimaskinan oyðilagt føroyskan kappróður? Svarið er nei

Átta 10-mannafør róðu á ólavsøku 1986. Nólsoyinbur vann og eisini meistaraheitið. Bátarnir vóru Nóloyoyingur, Vestmenningur, Tvørabáturin, Havnarbáturin, Vágbingur, Floksbáturin, Klaksvíkingur og Ormurin Langi úr Vági. 

Henda spurning havi eg fingið mangan. Eg síggi, at talið av rógvarum í inniróðrinum leygardagin er minkað og er eisini minkað ár um ár. Bátatalið í FM-róðrunum er eisini minkað seinnu árini. NSÍ kappróður skipaði fyri inniróðri, men gavst við hesum. Tí spyrji eg: Hevur rógvimaskinan oyðilagt føroyskan kappróður? Skiljast á tann hátt, at nú vita fólk, hvat hvør rógvari megnar í maskinuni. Rógvarar lesa av hvør annan. Áður settu fólk seg í bátarnar og róðu. Eingin rógvimaskina og eingin ferðmátari.(Skrivaði hesa grein fyri júst fimm árum síðani) Læs resten

Argjabáturin hevur róð hvønn FM-róður síðani á norðoyastevnu 1982

Jákup Joensen formaður í Argja Róðrarfelag róði fýra ár við 10-mannafarinum Drekanum Reyða. (Mynd Vagnur)

Altíð hugaligt at koma út á Argir og oman á støðna, har kappróðrarneystið hjá Argja Róðrarfelag stendur. Síðani mín fyrsta grein um kappróður var skrivað miðskeiðis í 1980-árunum, havi eg altíð hildið, at Argja Róðrarfelag er væl skipað felag. Gott neyst, sum nú fær stórar umvælingar, nógvir bátar og gott samanhald. Jákup Joensen er formaður í felagnum, og tú hitti hann fyrstu ferð, tá hann spældi hondbólt í Neistinum og róði kapp við  Sílinum. Havi eisini sæð hann umborð á Drekanum Reyða. Dittaði mær fyrst at spyrja Jákup, hví hann tosar danskt, og hví hann endaði sum formaður í Argja Róðrarfelag, og hann sigur? Læs resten

Froðbiar Sóknar Róðrarfelag mannar fimm ungdómsbátar – felagið hevur ikki nóg góðar umstøður

Barnaróður á ólavsøku í fjør. Nærmast Hulda, síðani Frúgvin og so Firvaldur, sum vann róðurin.

Kappróður á Tvøroyri hevur djúpar røtur, og tað vóru eisini suðuroyingar, sum slóðaðu fyri fyrstu kappróðrunum í Føroyum. Longu í 1870-árunum var fyrsti skipaði kappróðurin á Trongisvágsfirði. Í mínum ungdómsárum seinast í 1950 og fyrst í 1960 – árunum vóru 10-mannaførini Suðuroyingur, Sumbingur, Vágbingur og onkuntíð eisini Hvalbingur á síggja á stevnunum kring landið. Tá talan í dag er um ungdómsróður, hava Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Vágs Kappróðrarfelag góðan byr. Uni Jacobsen er skrivari í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, og hann havi eg tosað við. Læs resten