
6-mannaførini við monnum eru júst farin inn um Molan, við Hvessingi klárt á odda. Vit síggja eisini Gongurólv, Kollfirðing og Stráluna. Vøkur róðrarmynd, má sigast í brennandi sól. (Mynd Vagnur)
Ætlaði mær ikki oman á Ískaina at hyggja at kappróðri á ólavsøku, tí áhugin at skriva um róðrarnar var minkaður burtur í einki, tí eingin spenningur var í seks av níggju róðrum. Skrivaði heldur ikki frá róðrunum á fjarðastevnu og vestanstevnu. Fyri okkum, sum skriva um ítrótt, er so strevið at skriva, tá tú veitst fyri dystin ella róðurin, hvør fer at vinna. Men klokkan 14.45 stakk tað upp á meg at finna fram myndatólið og í skundi fara oman Ískaini at vita, um tað millum annað eydnaðist Ingibjørg við gentum barnaróður at vinna meistaraheitið, og hvussu fór at gangast 8-mannaførunum og dreingjabátunum.
Hetta var góð avgerð at taka, tí løtan umborð á línuskipinum Sandshavinum, sum lá við Ískaiina, skuldi gerast serligt róðrarupplivilsi í brennandi sól. Læs resten








