Útjaðarin hevur tikið kvørkatak um Havnina

Tað var tann tíð, tá Bacalao tók ímóti 12-15.000 tonsum af fiski um árið. (Mynd Vagnur)

Hoyrdi einaferð formannin í vinnumálum í Tórshavnar kommunu siga, at Saltsølan er ein sólskinssøga. Hesi orð kom eg at hugsa um, tá eg í bátinum herfyri sigldi inn í Vágsbotn. Saltssølan er vorðin  vakrari bygningur, og teir, sum arbeiða hjá Tórshavnar Havn, hava fingið nógv betri arbeiðsumstøður. Men sólsskinssøga er bygningurin ikki, heldur døpur søga um vinnur í høvuðsstaðnum, sum einaferð blómaðu á Vestaru bryggju. – Fiskasentralurin, Bacalao við flakavirki og góðsingarvirki, Saltsølan, Tunnuvirkið og aðrar smærri vinnur. Nú verður bygningurin brúktur til skúlastovur og saltsiloin til fyrilestarar, veitslur og annað.

Og tað var júst hetta, sum herfyri myndaði løgtingsvalið. Havnin við mest sum ongari fiskivinnu og nógvum almennen arbeiðsplássum, og útjaðarin, sum hýsir uppsjóvar – og alivinnuni. Havnin tapti valið, má sigast, og útjaðarin hevur tikið kvørkatak um Havnina. Vestmenningur løgmaður, sørvingur situr á pengakassanum og suðuroyingur á fiskivinnuni. Nú vantar bara, at runavíkingar ella klaksvíkingar vinna meistaraheitið í fótbólti. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd frá 1964/65 av skúlaflokki í Nonnuskúlanum

6. flokkur í Nonnuskúlanum 1964/65. Aftast frá vintru: Malena Enghamar, Minna Jacobsen, Tórun Andreasen, Svanna Hanusardóttir, Ása Poulsenog Jóhanna Debes. Í miðjuni frá vinstru: Asdrid Jacobsen, systi Maria og Rebekka Dragasund. Fremst frá vinstru: Britta Bendtsen, Súsanna Joensen, Martina Andreasen, Eydna Simonsen, Torgunn Thomsen, Sigun Lützen, Hildur Olsen, Laila Dam og Eva Kock

Nærmasti granni hjá okkum er Sankta Frans skúli av okkum kallaður Nonnuskúlin. Vit hoyra børnini í skúlagarðinum, og vit síggja einstakar nonnur spáka í grannalagnum, tó at tær nú eru fáar í tali. Tá tær vóru flest, vóru 24 nonnur. Myndina omanfyri fekk eg frá Hildur, sum er á myndini omanfyri. Myndin er frá 1964/65, og genturnar ganga í 6. flokki. Myndin er áhugaverd, tí tú kennir flestu andlitini, men flestu genturnar  er burtur í tínum dagliga hugaheimi. Nonnan “systir Maria” í vælkenda nonnubúnanum kenni eg væl aftur. Gekk sjálvur nøkur ár í Nonnuskúla. Søgan um Nonnuskúlan er áhugaverd. Læs resten →

Sviar í góðum lag ávegis til fótbóltsdyst – Teir steðgaðu á og heilsaðu

Vælupplagdir sviar ávegis til landsdyst í Gundadali. (Mynd Vagnur)

Ert tú  knappur við myndatólinum, fáast góðar myndir uttan fyri hjá okkum. Í 1970 og 1980 árunum var mangan hugaligt at síggja hundraðtals suðuroyingar koma av Smyrli fram við okkum til dyst í Gundadali. Men nú eru suðuroyingarnir fáir, og klaksvíkingar fara nú gjøgnum tunlarnar til Havnar, men fá ár síðani, at teir leigaðu Smyril til Havnar. Tó so, vit hava framvegis stuðulsskrúðgonguna fyri teimum samkyndu, og tá Føroyar spæla altjóða landsdystir. Í gjárkvøldið komu nógvir vælupplagdir sviar framvið hjá okkum. Teir steðgaðu á, fóru niður at húka fyri síðani at veittra til okkum. Nakrir darlaðu eitt sindur aftanfyri, tí ov nógv av tí váta slagnum var innanborða. – Føroyar er vakurt land, rópti sviar.

Um fótbóltsdystin er stutt at siga, at alt ov lítil stríðsandi var at hóma á føroyska liðnum í fyrra hálvleiki. Okkara menn sýntist tamir, og tú sást tað á kropsmálinum á fleiri spælarum. Í seinna hálvleiki var frægari. (Vagnur) Læs resten →

Politiska hornið – Sambandsflokkurin má ikki gera sama brølara enn einaferð

Politiski valfepurin hevur nú lagt seg millum manna, men fólk eru tó spent, hvussu gongst at snikka saman samgongu. Veljarin hevur talað, og Bárður á Steig miðar eftir samgongu við seytjan tinglimum. Fara vit til løgtingsvalið næstseinast, so gjørdi Sambandsflokkurin tann brølara, at flokkurin fekk løgmann, meðan Fólkaflokkurin stýrdi Føroyum. Vestergaard fiskivinnuni og Niclasen pengakassanum, meðan løgmaður sum so einki vald hevði. Tí er spennandi næstu dagarnar, um Sambandsflokkurin enn einaferð leggur seg í fangið á Fólkaflokkinum. Ger hann tað, so fara vunnar atkvøður aftur at streyma úr flokkinum á næsta løgtingsvali. Læs resten →

Úr myndasavninum – Enn ein spennandi kagan í myndaskjáttu hjá familjuni

Hilda og Johannes Michelsen.

Fekk myndina oman fyri frá einum trímenningi, sum býr í Danmark. Myndin er av abbabeiggja okkara Johannes Michelsen róptur Johannes í Dalaólastovu, sum var føddur 1883 og deyður 1943 trýss ára gamal. Konan æt Katrina Svanhilda Michelsen rópt Hilda fødd 1887 og deyð 1972. Fá kenna nú hesi fólk, tí abbabeiggin doyði jú í 1943.

Myndin sigur frá ymsum áhugaverdum, tí tey bæði áttu trý børn, sum vit kendu væl og minnast væl. Børnini vóru Johannes Michelsen róptur Lill, Petur Michelsen og Hanna, sum vit kendu væl. Pápi mín var systkinabarn við tey trý, tí abbi min Hans Jakku í Dalólastovu og Johannes á myndini vóru brøðir.

Løgin kensla at hugsa sær, at tú ongantíð hevur sæð Johannes og abba mín Hans Jakku í Dalaólastovu, tí teir doyðu báðir í 1943, og tú ert føddur í 1949. Kundi verið áhugavert at hitt teir, tí tað er so nógv, tú kundi spurt teir um. Tey vóru fýra systkin, og hini bæði vóru Maria Mikkelsen og Palli Michelsen.

Abbabeiggin Johannes í Dalólastovu var arbeiðsmaður og arbeiddi eisini í millumbilum sum lossingarmaður, men hann var eisini til skips serliga á yngri árum. Minnist væl konuna Hildu, henda fyrikomandi eldri konan í okkara dreingjaeygum, sum mangan kom á gátt hjá Amandu ommu, sum búði í Tórsgøtu. Johannes og Hilda búði í Tungugøtu. Læs resten →

Úr myndasavninum – Smáu matvøruhandlarnir í Havn fækkaðust skjótt

Handilin hjá Skæling og teimum var í neðra, og familjan búði í erva. Longri uppi sæst handilin hjá Knud Lambaa. (Mynd Anna Skæling)

Eftir pápabeiggan Vagn Erik Michelsen, sála, eru nógvar áhugaverdar myndir úr Havn, sum hava sína søgu. Tá eg sá myndina av vinkonunum Petru, konu Vagn Erik, og Annu Skæling, reikaðu tankarnir um smáu matvøruhandlarnar í Havn, sum í okkara barnaárum vóru í gomlu Havnini. Teir fingu allir mønustingin, tá fyrstu stóru sjálvtøkuhandlarnir sóu dagsins ljós seinast í 1960-árunum og fyrst í 1970-árunum. Smæran var fyrsti sjálvtøkuhandil í Havn. Síðani fækkaðust smáu matvøruhandlarnir skjótt. Í Sverrigøtu vóru tríggir matvøruhandlar, og ein var matvøruhandilin hjá Edith og Magnus Skæling, sum vit síggja á myndini ovast til høgru. Læs resten →

Úr myndasavninum – Áhugaverd leitingarferð at finna navnið á fimta dreinginum

Myndin er frá 1944/45. Frá vinstru Vilhjálmur Mohr, Harald Reynagarð, Gunnar Johansen, Brynjer Gregoriussen og Kim Olsen. Myndin tikin í Gamla bókhandli. (Myndeigari: Fríði Gregoriussen)

Myndina omanfyri fekk eg í hondina frá einum soni Brynjer Gregoriusen, sála. Brynjer hevði myndina á borði sínum á Lágagarði, har hann búði seinastu árini. Sonurin segði mær, at talan var um reynadreingir, og at myndin var tikin í Gamla bókhandli. Gjørdist forvitin, tí vit kendust í fyrsta umfari bara við tveir dreingir á myndini, og hetta vóru Brynjer (1932-2016) og Kim Olsen (1931-1981). At finna upplýsingar um eldri myndir er áhugavert, tí í myndini eru mangan fleiri serligar søgur. Hesaferð gjørdist leitingarferðin drúgvari enn vanligt, tí tað gekk striltið at kennast við dreingin í miðjuni. Læs resten →

Úr myndasavninum – Vit sóu leivdirnar frá heimsbardaganum

Rabarbugarðurin hjá ommu og abba fyri umleið 60 árum síðani. Frá vinstru Solvej við dóttrini Birgit. Solvej var systir Herborg konu Jógvan mammubeiggja mín.Síðan uttan iva ein arbeiðskona hjá ommu, sum vit halda eitur Irdi, og so eg sjálvur.

Í ár eru sjeyti og fýra ár liðin, síðani seinni heimsbardagi endaði. Eg eri føddur í 1949 fýra ára eftir, at ensku hermenninir fóru úr Føroyum. Pápi okkara segði okkum mangan frá árunum, tá ensku hermenninir vóru í Havn, og hetta havi eg skrivað um áður. Fyri kortum fylti Ellisheimið í Havn áttati ár, og eg var sum avvarðandi í hesum sambandi biðin at siga eitt sindur um Ellisheimið. Eg nevndi millum annað um grannarnar hjá Ellisheiminum, sum eg minnist sum smádrongur. Segði frá barakkunum, sum stóðu við Ellisheimið, og um dagarnar sá eg myndina omanfyri í myndabók hjá systkinabarni mínum. Áhugaverda myndin vakti beinanvegin góð barnaminni. Læs resten →

Nú tynnist í eldra tónleikaskaranum í Havn

Aftur í 60 – árini 1996. Regin Jacobsen til vinstru og Jens av Reyni til høgru. (Mynd Vagnur)

Herfyri fór bakarin og tónleikarin Regin Jacobsen seinastu ferð um sýnuna 79 ár gamal. Regin og beiggjarnar Hannis, sála og Dia havi eg altíð kent, men ikki fyrr enn vit í Neistanum skipaðu fyri Aftur í 60 – árini í apríl mánað í 1988 og tjúgu ár fram, kom eg at kenna Regin enn betur. Regin var fyrikomandi og fittur maður, og meg minnist, tá hann lærdi til bakara hjá Conradi Skaale á horninum J.C.Svabosgøtu/V.U. Hammershaimbsgøtu. Læs resten →

Áhugavert at hava sankutøðkassa í garðinum

Heitt er í sankutøðkassanum, sjálvt um kalt er í veðrinum. (Mynd Vagnur)

Heitt er í sankutøðkassanum, sjálvt um kalt er í veðrinum. (Mynd Vagnur)

Fyri tjúgu árum síðani vóru vit við í átaki fyriskipað av Tórshavnar kommunu og Heilsufrøðiligu starvstovuni um at brúka alt lívrunnið húshaldsrusk til sankutøð.

Hetta var eitt norðurlendskt átak. Átakið er endað og frágreiðing skrivað, men vit og onnur í átakinum hildu fram at koyra alt lívrunnið húshaldsrusk í sankutøðkassan, og tað kemur ikki upp á tal at koyra matkent rusk í vanliga ruskposan. Læs resten →