Hvannrók

manna millum

Hvannrók

Hákun Poulsen slóðaði í vár fyri, at 10 – mannaførini kundu rógva í summar

Tjúgu ára gamli Hákun Poulsen er bátsformaður umborð á Havnarbátinum.(Mynd Vagnur)

Róðrarárið 2020 kemur altíð minnast sum árið, tá korona gjørdist viðspælari í føroyskum kappróðri, og at tað gjørdist um reppið, at 10 – mannafør ikki róðu í summar. Tíðliga í vár var bara Ormurin mannaður. Róðrararárið hjá tjúgu ára gamla Hákuni Poulsen gjørdist heilt serligt, tí umframt, at tað gekk stríggið at manna Havnarbátin, sum bleiv hann og tveir aðrir umborð á bátinum smittaðir við korona beint eftir ólavsøku, so øll manningin mátti í sóttarhald. Smittukeldan var nógv umrødda brúdleypið á Argjum. Havi prátað við unga bátsformannin, sum skuldi gerast áhugavert prát. Læs resten

Hevði abbi Jákup Mørk “Gamli Mortan” vitað

Jákup Mørk er abbasonur Mortan Mørk "Gamla Mortan".

Jákup Mørk er abbasonur Mortan Mørk “Gamla Mortan”. (Mynd Niels Jákup Heinesen)

Sigur tú Mørk, sigur tú eisini B36, tí øll Mørk familjan heldur við B36. Tá eg sá myndina omanfyri á Facebook av Jákupi Mørk, hugsaði eg mítt: Hevði “Gamli Mortan” vita, at abbasonurin seinasta leygardag hevði funnið fram gull tvørsloyfuna til heiðurs fyri B36, so hevði abbin verið errin. Vit róptu abba Jákup fyri “Gamli Mortan”, tí sonur Mortan eitur eisini Mortan. Í B36 og Neistanum var Gamli Mortan serligur, tí hann vann FM-heitið bæði við B36 og Neistanum. (Skrivað í 2014) Læs resten

Søguligi Skansin og bátahavnin, sum tí betur ikki gjørdist veruleiki

Skandala, um Skansin var byrgdur inni av bátahavn, og sjóvarmálin Yvir við Strond oyðilagdur av breiðum bingjuvegi. (Mynd Vagnur)

Í sambandi við nýggju havnina á Skansaboða hoyrdi tú fyrr í summar formanninin í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu siga, at keðiligt var, at bátahavnin við Skansan ikki gjørdist veruleiki. Nú verður so bátahavn til 140 smábátar gjørd í Álakeri. Alt gott um tað, sjálvandi um gomlu neystini vera varðveitt og alt økið í Álakeri væl frágingið. Var um dagarnar í bátinum fram við landi Yviri við Strond og steðgaði á við Skansan. Tá reikaðu tankarnir veruliga eina løtu. Býráðslimir í undanfarnu samgongu ætlaðu at byrja inni Skansan við smábátahavn, so ikki sást suður í Nólsoyarfjørð. Fólk vóru í øðini, og mótmælini vóru so nógv og ágangandi, at býráðið slepti tíbetur ætlanini í sambandi við nýggju havnarbryggingina.

Nú stundar til býráðsval, og vit koma í næstum at síggja nógvar myndir av býráðslimum í fjølmiðlunum, sum koma at lova borgaranum bæði “ditt og datt”. Míni ráð eru, at býráðslimir lurta eftir borgaranum, og hvat rørir seg í samfelagnum, tí borgarin dugur eisini at hugsa og síggja góðar loysnir. Haldi, at seinnu árini er farið alt ov lætt um at varðveita tað, sum søguligt er í Havn. Annars dámar mær heilt væl, at Tórspallur ikki verður bygdur á Skálatrøð, tí her hava hundraðtals havnarborgarar eisini talað at og mótmælt. Økið á Skátrøð er upptikið, og annað økið má finnast til nýggjan Tjóðpall. (Vagnur)

Tá turkihúsið úti í Hvannasundi brendi 4. oktober 1956

hjjhj

Eldur fór heilt illa við turkihúsinum og illa gekst at sløkkja eldin. (Mynd Dimmalætting)

Nógv fólk geva sær ikki far um, at stóri guli bygningur við Heygsvegin í Havn einaferð var eitt saltfiska- og turkihús. Tað vóru abbi mín Christian Christiansen, skipari og reiðari, og synirnir Jógvan og Debes Christiansen, sum lótu húsini í byggja í 1936. Uttan iva halda fólk, at løgið er, at teir bygdu húsið so langt frá sjóvarmálanum, tá talan var um saltfiska- og turkihús. Vit ungu gingu nógv í turkihúsinum, og hendingin frá 4. oktober 1956 er hending, sum eg ongantíð gloymi. Tá brendi turkihúsið heilt illa. Læs resten

Forminnissavnið átti beinanvegin at friðað gomlu neystini í Álakeri

Neystið hjá Havnar Róðrarfelag er søguligt neyst. Hetta er bygt á gamla Hornaneystið. Tað var tann tíð, tá bátar vanliga vóru drignir í neystini. (Mynd Vagnur)

Nú eru vit komin hartil í Havn, at havnarfólk mugu halda saman og hjúkla og verja um tað søguliga. Fekk bita í hálsin, tá eg hoyrdi, at nú ætlar Tórshavnar kommuna at broyta byggisamtyktina soleiðis, at gomul søgulig neyst kunnu byggjast um til íbúðir á loftinum. Sá onkrastaðni, at talan er um eini hundrað neyst í kommununi. Síggi eisini, at býráðslimur kundi hugsað sær at selt Bacalao. Álvaratos. Púra vitleyst at selja bryggjukantin í Havn til ríkmenn aðrastaðni í Føroyum, og púra vitleyst at fara eftir gomlu søguligu neystunum. Latið neystini fáa frið, og íbúðartrupulleikin má kunnu loysast á annan hátt. Læs resten

Hugaligt at síggja skúlaskipið Georg Stage aftur í Føroyum

Georg Stage við bryggju í Havn. (Mynd Vagnur)

Seinnapartin sóust í gøtunum í Havn unglingar í búna frá skúlaskipinum Georg Stage, sum fleiri ferðir áður hevur verið í Føroyum. Vakurt trímastra skúlaskip úr jarni bygt í Frederikshavn skipasmiðju í 1934. Umvælt fleiri ferðir. Fyrsti Georg Stage sá dagsins ljós í 1882, og var tað reiðarin Frederik Stage og kona Thea, sum vildi ala upp vælútbúnið sjófólk. Skipið bleiv doypt Geoge Stage eftir soninum, sum doyði av tuberklum í 1880 bert 22 ára gamal. 25. juni 1905 sakk Georg Stage, sum var árent av enskum dampskipi, og 22 næmingar umborð á Georg Stage druknaðu.

Í 1934 var nýtt skúlaskip bygt við navninum Georg Stage, sum hevur pláss fyri 63 næmingur og tey tíggju av manningini. Skipið siglir við næmingum frá apríl til september mánað. Fleiri føroyskir ungdómar hava siglt við skúlaskipiunum, sum hevur tjúgu ymisk segl og hæddin á mastrunum er 31 metrar. Vakurt skúlaskip. (Vagnur)

 

 

Myndin sigur frá góðum barnaminnum niðri í Vágsbotni

Áhugaverd mynd, sum uttan iva er tikin fyrst ella miðskeiðis í 1950 – árunum. (familjumynd)

Herfyri kom eg fram á myndina omanfyri í myndabók hjá familjuni. Altíð áhugavert at síggja “nýggjar” gamlar myndir, og serliga spennandi at finna útav, nær myndin er tikin. Men hetta er ikki altíð lætt. Eg eri uppvaksin við Landavegin, men sjóvarmálin dró altíð okkum ungu oman á Vestaru bryggju, Skipasmiðjunan, Álaker, Lágikai, Vestara bryggja og Vágsbotn vóru eisini okkara spælipláss. So er spurningur, nær er myndin so tikin? Læs resten

Úr myndasavninum – Kyndil fór til Kekkoslovakia eftir venjara

Igor og Peter Sigurd avmyndaðir í Vestmanna í 1986. (Mynd Vagnur)

Igor og Peter Sigurd avmyndaðir í Vestmanna í 1986. (Mynd Vagnur)

Herfyri kom eg fram á serliga mynd, sum eg tók í Vestmanna í 1986. Myndin er av kyndilsvenjaranum Igor Kmec og Peter Sigurdi Rasmussen við blómutyssi í hond. – Hví taka hesir báðir í hondina hvør á øðrum, og hví Petur Sigurd við blómutyssi. Ikki fekk eg tá fatur í Peter Sigurdi, tí hann var í Danmark, men nú er Peter Sigurd komin aftur, og eg fekk søguna um myndina.

– Eg var venjari hjá VÍF hetta árið, og Igor Kmec vandi Kyndil, og myndin er óivað tikin fyri dystin, sum var avgerandi, um tað bleiv Kyndil ella VÍF, sum vann FM-heitið. VÍF vann dystin 23-20 og harvið FM-heitið, men um tað var Igor, sum gav mær blómutyssið, minnist eg ikki, sigur Peter Sigurd.

Í 1985 tók Kyndil stórt tak at fara til Kekkoslovakia eftir venjara, og nýggi venjarin Igor Kmec var ikki hvør sum helst. Igor hevði ítróttaútbúgving á professarastigi, og í 1978 leiddi hann VSZ Kosice til meistaraheitið í kekkoslovakisku kappingini. Igor var eisini hjálparvenjari hjá kekkoslovakiska A-manslandsliðnum fyrst í áttatiárunum.

Igor hevði spælt hondbólt frá ungum árum, og hann spældi eisini í fleiri ár við Slavia Praha. Igor hevði nógvar royndir sum venjari, tá ið kom til Føroya at venja Kyndil. Umframt at vera hjálparvenjari hjá A-manslandsliðnum, vandi hann eitt skifti kekkoslovakiska mansunglingalandsliðið við góðum úrslitum, og besta úrslitið var bronsuheiðursmerkini í HM-kappingini í 1981, og tað var besta úrslitið, landsliðið nakrantíð hevði fingið. Í Føroyum skuldi Igor venja besta manshópin og kvinnuhópin hjá Kyndli.

Nógv kann skrivast og sigast um Igor Kmec, og mangt áhugavert er at lesa um venjaran Igor Kmec í bókini Bjartur lýsir Kyndilslogin. Eg kann minnast, at kyndilsspælararnir søgdu, at Igor legði ótrúligan dent á verjuspælið. Eisini skifti Igor nógv út í dystunum, tí hann arbeiddi ikki við løtuvinningum, tí tað galt um at fáa so nógvar spælarar á vøllin sum gjørligt, sum kundu mynda kyndilsliðini næstu árini. (Greinin skrivað í 2015) Læs resten

Leivdir av farmaskipinum Barjamu liggja framvegis Úti á Bø

Fólk gjørdu kvetti, tá ið Barjama í 1952 sigldi á Bøboðarnar og gjørdist vrak. (Mynd Vágs Sóknar Bygdasavn www.vagsbygd.com )

Í 2007 skrivaði eg dagbók í sambandi við kognitiva venjing, og ein frálíkan summarmorgun gekk leiðin Út á Bø, sum er avtoftað lítil bygd sunnanfyri Kirkjubø. Tað er ótrúliga vakurt Úti á Bø, og har sæst, at fólk einaferð í tíðini hava búleikast har. Dyrkaður bøur, toftir frá húsum, stórt seyðahús, sum er gjørt í nýggjari tíð, og leivdir frá farmaskipinum Barjamu, sum í 1952 fór á land á Bøboðarnar. Skotska farmaskipið, sum var á veg til Vestmannar, var fullfermt við timbri og øðrum góðum, sum nógv fólk fingu gleði av. Niðanfyri er brot at lesa úr dagbókini, eg skrivaði í 2007. Læs resten

Úr myndasavninum – Erla kongsdóttir, Jarnbardur, Smyril, Nevið reyða og Ormurin kunnu vinna Útvarpssteypið

8-mannafarið Ørvur 1962: Aftast f.v. Hanus Clementsen, Reinar Dam, Rógvi Holm og Sjúrður Mikkelsen. Fremst f.v: Sverri Køtlum, Andrias Klein, Vilhjálmur Christiansen, Verning Thomsen og Bjarti Ludvig. Tá róðu menn í hvítari skjúrtu, upprullaðum ermum  og terlenbuksum.  (Mynd Bambus)

3. oktober í fjør andaðist systkinabarnið Vilhjálmur Christiansen róptur Lill, og hann stýrdi 8-mannafarinum Ørvi í 1962. Havi skrivað um kappróður hvørt ár síðani 1983 men ikki í ár, tí eg helt, at lítið var at skrivað heim um, tí eldri bátastøddirnar 5-mannaførini við kvinnum, 6-mannaførini við monnum og kvinnum, 8-mannaførini og 10-mannaførini vóru longu avgjørdar á norðoyastevnu. Somu bátar hava fyri ólavsøku vinnu allar róðrarnar. Kom í morgun at hugsa um myndina omanfyri, sum Bambus tók av ørvamanningini í 1962. Myndin er søgulig, tí í 1962 gav Úrvarp Føroya út steyp at kappast um, ferðasteyp, sum ikki kann vinnast til ognar. Serliga við steypinum var, at tað var løgmaður, sum handaði steypið á ólavsøku. Lill stýrdi Ørvi í 1962 og situr mitt í myndini, og meg minnist, at tað var seligur stoltleiki hjá Ørvi at vinna Útvarpssteypið hetta árið.

Gjørdar vóru kappingarreglur um Útvarpssteyðið, har reglurnar søgdu, at bátur skuldi rógva á hvørjari stevnu, og vinnandi bátur fekk trý stig, nummar tvey tvey stig og nummar trý eitt stig. Stóð á jøvnum millum bátar eftir ólavsøkuróðurin, so skuldi trýmannanevnd gera av, hvør bátur róði vakrast og fara við steypinum sum var serligur stoltleiki. Ørvur vann sær útvarpssteypið í 1962. Fara vit til 2020, so hava fimm bátar vunnið allar róðrarnar í summar fyri ólavsøku. Erla kongsdóttir 5-mannfar við kvinnum, Jarnbardur 6-mannafar við kvinnum, Smyril 6-mannafar við monnum, 8-mannafarið Nevið reyða og Ormurin. So er spurningurin, hvør fer við útvapssteypinum. Hesir bátar hava 42 stig og fult stigatal. Eingin barnamanning, gentu – ella dreingjamanning hevur vunnið allar seks róðrarnar. (Vagnur)