Mánadagin 11. august 1986 klokkan 16.20 ritaði gamli sjógarpin úr Nólsoy Ove Joensen navn sítt klettfast í søguna sum ein av heimsins djarvastu monnum. Eini 25.000 fólk fólk stóðu fram við tí kilometrarlongu Longulinjubryggjuni og fagnaði Ova, tá hann í “Dianu Victoriu” millum tveir føroyskar bátar og stórum og smáum førum afturúr sær róði inn i Keypmannahavnar havn. Onnur 5.000 fólk tóku ímóti honum, tá hann eftir mikið stríð og strev veittraði tútahúgvu síni í aðrari hondini og føroyskum flaggi í hinari, lendi undir Havfrúnni. Millum annað hetta skrivaðu Leivur Hansen og eg i myndinaárbókini, vit góvu út í 1986. Læs resten
Forfatterarkiv: vagnur
Bara 6-mannaførini við monnum eru fækkað heilt nógv seinastu tíggju árini
Havi til stuttleika hugt eitt sindur í hagtølini frá 2008 til tess at síggja, hvussu gekk tá at manna bátar kring landið. Bátatalið er á leið tað sama í øllum bátastøddum uttan 6-mannaførunum við monnum. Læs resten
Barnamanningarnar eru fækkaðar 30 % síðani í fjør
Tá vit hyggja at úrslitunum í barnaróðrunum, so síggja vit, hvussu stóru fjarstøðan er millum fremsta og aftasta bátin. Orsøkin er ógvuliga einfald. Tey ungu kunnu rógva barnaróður sum ellivu, tólv, trettan og fjúrtan ára gomul. Bæði stødd, vekt, aldur og royndir eru ymiskar umborð á bátunum. Vit hava tildømis eisini fekst dømi umborð á Ingibjørg við dreingjum, sum vann allar barnaróðrarnar í fjør. Nú rógva teir dreingjaróður og hava ongan møguleika at koma fram í oddin. Her er aldursmunurin eisini alt ov stórur. Havi sagt tað fleiri ferðir áður. Róðrarsambandið skal fáa endurskoðað aldursmørkini og hyggja at øðrum ítróttagreinum, har tú í bóltspølunum ert tvey ár í hvørjum aldursbólki. Vit mugu ikki bara lata standa til. Læs resten
Róðrarnir vóru væl avgreiddir á norðoyastevnu – altíð nøkur óvæntað úrslit
Nú RSF hevði sett klokkutíð á róðrarnar, var eg spentur, um tíðirnar fóru at halda. Frálík róðrarlíkindi, men tað byrjaði ikki væl, tí vit mistu smáar tjúgu minuttir í fyrsta FM-róðrinum, sum skuldi byrjað klokkan 15.20. Men tey megnaðu at vinna tíðina innaftur, og 10-mannaførini byrjaðu til tíðina klokkan 17.20. Frálíkt, og vónandi verður góðan avrikið í Klaksvík eisini á hinum stevnunum. Frálíku myndir tók Guðrið Patursson. Læs resten
Fríggjadagin umvældu menn frá Sílaveiðufelagnum sílatrappur í Sandá

Hugagóðir menn umvæla sílatrappurnar. Gróðlaðarin Adrian Strauss Joensen stendur fyri arbeiðinum. (Mynd Vagnur)
Fríggjadagin kom eg í Sandagerð at hyggja at, meðan teir umvældu sílatappurnar í Sandá, Hesaferð við fossin. Tað var miðsleiðis í 1950-árunum, at menn gjørdu fyrstu sílatrappurnar í Sandá. Hetta var gjørt til tess at hjálpa sjósílunum at koma niðan í ánna á gýta. Sílini fara síðani aftur á havbit at vaksa seg stór fyri síðani at koma aftur í ánna. Sjósílini er kná, men tey hava sína avmarkingar, tí verða sílatrappur gjørdar. Læs resten
Nú er kunngerðin ávegis um skjóttgangandi bátar og skutarar á Havnarvág

Vit minnast syrgilig vanlukkuna á Keypmannar havn, tá vatnskutari rendi við nógvari ferð á lítlan leigaðan ferðamannabát. Tvær ungar amerikanskar kvinnur doyðu. Førarin á skutaranum var fongslaður fyri óviljað manndráp, og onnur nýggju ungfólk vóru eisini ákærd í málinum, tí tey rýmdu frá staðnum og eisini sigldu alt ov skjótt í havnini. Í Danmark er lógarverk um skjóttgangandi vatnskutarar og skjóttgangandi bátar. Millum annað skal ein vatnskútari vera 300 metrar úr landi. Men í Føroyum finst eingin lóg á økinum. Men er kunngerðin ávegis, verður sagt frá Sjóvinnustýrinum. Um hesa tíðina í fjør segði havnarmeistarin í Havn og løgreglan við Hvannrok. Svarini vóru stutt. Læs resten
Róðrarfelagið Tindur (Gøta/Leirvík) fær í næstum nýtt 5-mannafar

Gøta og Leirvík eru gamlar róðrarbygdir, og vit, sum eldru eru, minnast 8-mannaførini Gøtu Trónd og Leirvíking, ja, og 5-mannafarið Skuran úr Gøtu. Men nú er nógv ár síðani, at róð hevur verið um kapp í Gøtu og í Leirvík, tó so, fleiri rógvarar hava róð við ÌF kappróðri og Kappróðrarfelagnum NSÍ. Í fleiri ár hevur ynski verið at stovnað felags kappróðrarfelag í Gøtu og í Leirvík, og nú er felagið stovnað, sum eitur Tindur. Í februar mánað í fjør skrivaði eg grein um felagið, og nú eitt ár er iðið, spyrji eg Gudny Langgaard forkvinnu í felagnum, hvussu er gingist higartil at fáa til vega bátar og at manna bátarnar. Læs resten
Mín dýrabara glaskúla hevur talað um FM-róðrarnar á norðoyastevnu
Grønu glaskúluna omanfyri fekk eg frá Poul Guttesen, sála, sum var pápi vinnmann mín Finn Bjørn. Glaskúlan er frá gomlum sildagarni, har glaskúlurnar gjørdu, at ovari endin á sildagarninum fleyt í vatnskorpuni. – Hyggur tú í glaskúluna, fært tú svar upp á nógvar spurningur, kundi Poul siga. Eg goymi glaskúluna sum reyða gull, og tá eg á sinni nakrar ferðir spurdi glaskúluna um ymist innan hondbólt, fekk kúlan mest sum altíð rætt. Nú fari eg fyri fyrstu ferð at spyrja glaskúluna um kappróður. Glaskúlan svarar altíð ógvuliga einfalt, men spennandi, um hon tímir at svara. Læs resten
Seinastu ódnartøkini vóru avgreidd í fagrasta summarveðri í Vestmanna
Nú stundar til fyrstu FM-róðrarnar á norðoyastevnu. Altíð spennandi at síggja, hvussu nógvar manningar rógva fyrstu róðrarnar. Ódnartøkini eru bara ábending, tí fleiri manningar rógva ikki ódnartøk. Vit vóna øll, at FM-róðrarnir í 2018 vera eins væl avgreiddir, sum ódnartøkini. Fekk fyri nógvum árum síðani grøna glaskúlu, sum eg plagi at hyggja í og práta við í sambandi við hondbólt. Glaskúlan hevur mest sum altíð rætt. Í vikuni fari eg fyri fyrstu ferð at spyrja glaskúluna, hvat hon roknar við á norðoyastevnu leygardagin. Spennandi at frætta frá glaskúluni, sum eg fekk eldri havnarmanni. Hann segði mær, at glaskúlan var meira enn vanlig glaskúla og bað meg ansa væl eftir kúluni Læs resten
Róðrarsambandið skal tora at bróta upp úr nýggjum, sigur Ísak Mikladal úr Klaksvík
Fekk hósdagin áhugavert prát við Ísak Mikladal, formann í Klaksvíkar Róðrarfelag. Frá honum fekk eg góð tíðindi og minni góð tíðindi. Góðu tíðindini eru, at felagið hevur tríggjar evnaríkar manningar umborð á Klaksvíkingi og Páll Fanga við monnum og kvinnum, men so rør bara ein ungdómsmanning í summar, og tað er Fípan Fagri við dreingjum barnaróður. Og Ísak hevur boð um, hví so er.
– Ja, tað er harmuligt, at vit ikki fáa fleiri ung at rógva kapp, tí vit royna alt, vit kunnu, til tess at manna bátarnar. Eg havi ta fatan, at tey ungu tíma ikki at rógva, um tey frammanundan vita, at tey ikki megna at koma fram í oddin. Tey vilja ikki standa aftanfyri menninar umborð á Klaksvíkingi og tildømis dreingirnar umborð á Fípuni Føgru, sum kláraðu seg so væl í fjør.
– Ein orsøk er eisini, at torført er at fáa fólk at stýra, og her haldi eg, at Róðrarsambandið átti at traðkað til og skipa fyri skeiðum fyri róðursfólkum. Havt ein ráðgeva, sum kundi ferðast kring landið og stimbrað í feløgini, sigur Ísak.
Sjálvur havi eg heilt stóra virðing fyri manningini umborð á Klaksvíkingi og ungu monnunum umborð á Páll Fanga. Teir umborð á Páll Fanga róðu í fjør við Fípuni Føgru. Og sum eg skilji, leggur Martin Venned venjari stóran dent á at fáa kvinnurnar umborð á Páll Fanga kropssterkari og í enn betri venjing, so tær kunnu koma longur fram í oddin. Í fjør vantaði nakað umborð á Páll Fanga. Læs resten






