V.U.Hammershaimb – faðirin at skriftmálinum

Hugaligt at standa eina løtu og minnast aftur á góðar hondbóltsløtur í Sandavági. (Mynd Vagnur)

Hugaligt at standa eina løtu og minnast aftur á góðar hondbóltsløtur í Sandavági. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg var í Vágum seinasta leygardag, steðgaði eg eitt bil við minnisvarðan til minnis um V.U. Hammershaimb faðirinum at føroyska skriftmálinum. Hesa løtuna leitaðu tankarnir aftur í 60-árini og 70-árini, tá ið vit spældu hondbólt á grúsvøllinum í Sandavági. Vit vórðu altíð botnir heim til spælararnar til drekkamunn bæði fyri dystin og eftir dystin. Eg koma altíð niðan á Steig, har sonur í húsinum spældi hondbólt. Húsfólkini vóru altíð blíð, fyrikomandi og bóðu okkum koma skjótt aftur. Hetta eru góðar hendingar at minnast aftur á. Men aftur til V.U. Hammershaimb Læs resten

Bátarnir á fjarðastevnu í Vestmanna dugdu ikki eins væl at rógva í rennisjógvi

Genturnar umborð á Tambar dugdu best at gera sær dælt av rennisjógvinum. Falkur var annars fremst stóran part av teininum.  

Tað gekk bara heilt væl at avgreiða róðrarnar á fjarðastevnu í Vestmanna, sjálvt um tað tók sína tíð at fáa avgreitt genturóðurin, har bátur hekk fastur, og róðurin skotin av. Og so kom dagurin, tá Klaksvíkingur vann, meðan Ormurin fór aftur tá triðja plássið. Áhugavert at síggja, hvat manningarnar fingu burturúr teimum tveimum vikunum millum FM-róðrarnar Men fyrst til dreingjaróðurin. Læs resten

Svimjikonurnar hjálptu mammu úr sálarligu trongstøðuni

Svimjikonurnar tóku væl ímóti mammu í uttandura svimjihylinum. Frá vinstru: Ása Michelsen, Inga Haraldsen, Ingibjørg Mikkelsen, Frida Holm Petersen, ?, ?

Svimjikonurnar tóku væl ímóti mammu í uttandura svimjihylinum. Frá vinstru: Ása Michelsen, Bodil Wardum, Inga Haraldsen, Frida Holm Petersen, Ingibjørg Mikkelsen, Hilda Norðfoss og Josefina av Reyni.

Mangt áhugavert kemur undan kavi, tá eg práti við mammu okkara, sum býr á Ellisheiminum. Mamma hevur frá ungum árum svomið nógv, og nú ein dagin fall prátið á tíðina, tá hon gjørdist ein av svimjikonunum í gamla svimjihyli. Uttandura svimjihylurin, sum varð bygdur í 1959. Stór broyting gjørdist í okkara familju, tá mamma í 1963 mátti til Danmarkar at fáa sálarliga hjálp, tí eingin slík hjálp var tá at fáa í Føroyum. Hon var burturi frá 1963 til 1970. Afturkomin til Føroya gjørdist hon við tíðini frísk, og eg taki ikki munnin ov fullan, tá eg sigi, at svimjikonurnar gjørdust ein sálartryggleiki hjá mammu. Og mamma sigur, at hon hevur nógv at takka svimjikonunum fyri. Læs resten

Úr myndasavninum – Nýtt flakavirki kemur uttan iva ongantíð aftur í Havn

Nógv arbeiði var á Vestaru bryggju í mínum ungdómsárum. Teir landa trolaran Mýling. 

Mest sum hvønn dag gongur leiðin oman á Vestaru bryggju, og har er altíð okkurt áhugavert at síggja. Vit búðu uppi við Landavegin, men spæliplássið hjá okkum var heilt oman til sjóvarmálan. Nógv virksemið var á Vestaru bryggju, og hundraðtals fólk arbeiddu á Tórshavnar Skipasmiðju, Bacalao, Fiskasentralinum, Saltsøluni, Tunnuvirkinum og hjá báðum oljufeløgunum. Nú er mest sum øll fiskivinnnan burtur av økinum, tó er landingarmiðstøð í gomlum bygningi hjá Bacalao. Og Saltsølan er vorðin skúli hjá næmingum, sum ganga á Fróðskaparsetrinum. Søgan um fiskivinnuna í Havn er áhugaverd men eisini dapur.  Læs resten

Hvussu leingi heldur núverandi gulltíð fram í Føroyum?

Tey bróta niður húsini hjá Fótbóltssambandinum. FIFA gjaldir part av arbeiðinum, men kommunan skal eisini av við nógvar milliónir krónur. (Mynd Vagnur)

Prátar tú við føroyingar, sum eru heima summarfrí, hava fleiri á máli, hvussu alt í løtuni blómar serliga í Havn. Stórar maskinur standa á hvørjum gøtuhorni í høvuðsstaðnum. Glasir, skúlin á Fløtum, Musikkskúlin, nýggja havnarlagið, Tórsvøllur, og størri og smærri útstykkingar bara at nevna nøkur øki úr skjáttuni. Ja, nógvir privatbilar eru nú vorðnir so stórir og kostnaðarmiklir, at teir rúma ikki í parkeringbásarnar. Kom fram við Tórsvølli fyrrapartin, har tey bróta niður húsið hjá Fótbóltssambandinum. Hugsaði eina løtu um hundraðtals milliónirnar, ja, milliardirnar sum í løtuni fossa niður í høvuðsstaðin.

Hugsaði eisini, hví tíðirnar í Føroyum eru so góðar, at sjálvt um Havnin mest sum onga útflutningsvinnu hevur, so letur seg alt gera í høvuðsstaðnum. Hundaðtals útlendskir arbeiðsmenn/handverkarar arbeiða í Havn. Hevur laksaalingin, uppsjóvarvinnan og fiskivinnan annars so mikið stórar ringvirkningar, at høvuðsstaðurin fær so stóran ágóða av øllum hesum. Søgan sigur okkum, at gulltíðin endar einaferð. Brennievnið kostar meir og meir, og inntøkurnar minka eitt sindur bæði hjá uppsjóvarvinnuni og alivinnuni. Rentan er framvegis lág. Spennandi, nær fer at venda, tí núverandi gulltíð heldur ikki fram í allar ævir. Hvussu telva vit so. (Vagnur)

 

Svanur vitjar í Føroyum um várið ávegis til Íslands at reiðrast

Myndin er tikin á Mjáuvøtnum í Kollfjarðardali. (Mynd Vagnur)

Myndin er tikin á Mjáuvøtnum í Kollfjarðardali. (Mynd Vagnur)

Eg kom fram á myndir av nøkrum svanum, sum eg tók fyri nøkrum árum síðani á Mjáuvøtnum í Kollfjarðardali. Fjúrtan svanir svumu og leitaðu eftir føði á vøtnunum henda dagin. Tað, sum vit kenna til svan í Havn, eru veingjaskerdu svanirnir á sinni í Plantajuni. Arbeiddi fyri nú nógvum árum síðani í farloyvi júst í Plantajuni, og tá søgdu tey mær, at torført var at fáa svan at reiðrast í Føroyum, tó so, hetta árið var par, sum fekk ungar. Til tess at verja parið og ungarnir vóru teir fluttir niðan á tjørn í Hoydølum. Og næstu árini komu fleiri ungar undan, sum millum annað óskerdir vórðu sleptir í Mjáuvøtnini. Læs resten

Róðrarnir á eystanstevnu vóru eisini væl úr hondum greiddir

Bragd og Bragd? Teir umborð á Orminum eru nógv best fyri, og tað, sum teir mistu í startinum, vunnu teir aftur í endanum. (Mynd Hvannrók)

Tá eg leygardag hugdi at kappróðrunum í Kringvarpinum, legði meg allar fyrst eftir at fylgja við, hvussu ymist bátarnir startaðu. Og her er himmalvíður munur. Summir bátar koma slett ikki avstað, meðan aðrir leggja seg klárt á odda við upp til hálva bátslongd eftir fáum tøkum fyri síðani at halda leiðsluna ella missa flogið eftir stuttari tíð. Trý dømi fari eg at nevna hesaferð. Torført at taka myndirnar á eystanstevnu, tí fjarstøðan er so lang frá myndatólinum út til bátarnar.  Læs resten

Í dag 16. juni fyllir mamma okkara Ása Michelsen 100 ár

Myndin av mammu er tikin, tá hon fylti 98 ár.

Í dag 16. juni fyllir mamma okkara Ása Michelsen 100 ár. Hon býr á Ellisheiminum, men tíverri er hon í løtuni ikki nóg birg at halda føðingardagin. Fyri trimum vikum síðani bæði bant hon og las bøkur. Mamma er púra klár.

Mamma er fødd við Landavegin 16. juni 1918 og er dóttir Christian Christiansen róptur Christian í Hvannasundi og Sigrid Christiansen, sum var úr Frammistovu í Hvannasundi. Tey bygdu sær hús við Landavegin í 1901. Mammu og tey vóru sjey systkin, og mamma var yngst. Tey vóru Jógvan, Christiane rópt Anna Dukk, Louisa, Debes, Edgar og mamma. Sigrid omma var 46 ár, tá hon fekk mammu.

Eftir framhaldskúlan kom mamma at arbeiða hjá Hussted sakførara. Hon hevði lært stenografi hjá systir Jørgen Frants Jacobsen og maksinskriving hjá konu Vilhelm Nielsen, bilseljara. Hussted søkti eftir skrivara, og nógv vóru um boðið, tí tíðirnar vóru ringar og torført var at fáa arbeiði í Havn. Mamma var til upptøkuroynd og samrøðu og fekk arbeiðið. Arbeiði hjá mammu var serliga at vera til fundir, har hon skrivaði samtalur fyrst sum stenografimál, sum hon seinni reinskrivaði til vanligt mál. Læs resten

Náttúran vísir seg eisini frá síni vøkru síðu í oysandi regni

Vakurt at fylgja ánni niðan eftir. Frálíkt, at tey varðveittu brandhyljarnar. (Mynd Vagnur)

Nú gangi eg nógvar túrar við hundinum í Plantasjuni, og hvønn dag er okkurt nýtt at síggja. Umframt nógvu eldri fólkini, barnagarðsbørnini og skúlanæmingarnar, so er so nógv annað lív at síggja í Plantasjuni. Nógvar dúgvur, dunnur og onnur fuglasløg, og hissini kettu og rottu sært tú eisini. Vit trongdu til nakað av regni, tí Havnará var turr og eisini eitt sindur skitin.

Hvørja ferð eg gangi niðan ímóti skótahúsinum, hugsi eg um varðveittu brandhyljarnar. Um serliga summarið var savnað vatn í brandhyljarnar, so var vatn var til at taka, um eldur kom í, Tá vóru jú eingir brandbilar. Fyrsti brandbilurin kom ikki fyrr enn í 1948, og fyri tað vóru pumpur sleipaðar kring býin, sum pumpaðu vatn úr brandhyljunum. Minnist ein brandhyl við Ellisheimið, ein niðri á Vaglinum, ein við Sjónleikarhúsið og so hesar, vit síggja á myndini. (Vagnur)

 

Blikur av Argjum við gentum var einasti nýggi vinnarin á sundalagsstevnu

Spennandi róður millum Erlu Kongsdóttir og Sílið við kvinnum í endaspurtinum. (Mynd Hvannrók)

Sum ítróttaskrivari og eygleiðari var eg alt ikki væl nøgdur við avrikið í Kollafirði. Í allar fagrasta róðrarlíkindi, eydnaðist ikki at avgreiða róðrarnar til tíðina. Eftir róðurin við 6-mannaførunum við kvinnum vóru upplýstar nýggjar tíðir. Gentubátarnir skuldu annars til startin klokkan 14.50, men ikki fyrr enn hálva tíma seinni klokkan 15.20 komu bátarnir til startin. Hetta er ikki nóg gott. Bryndis Maria Jóhonnudóttir tók myndirnar fyri Hvannrok.fo.  Læs resten