
Vit koma ikki at síggja hesa mynd í summar, tí drekagenturnar eru ov gamlar at rógva genturóður, og ivasamt er um Firvaldur við gentum rør í summar. Firvaldur vann meistaraheitið í 2017 og Drekin bleiv nummar tvey. (Mynd Hvannrók)
Altíð áhugavert at ringja kring landið til tess at fáa vita, hvussu gongst at manna bátarnar. Vit kunnu bara staðfesta, at nógvastaðni gongst væl at manna ungdómsbátarnar, meðan tað sýnist torført at fáa ung at rógva eftir miðnámskúlan. Tá vilja nógv okkurt annað um summarið. Havi fingið orð á Tóka Hartmann Niclasen úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, og hann er fegin um, at 10-mannafarið Suðuroyingur er mannaður, sum er samarbeiði millum Tvøroyri og Vág. Í løtuni húsast felagið í trimum bingjum, nú nýggja stóra virkið hjá Varðanum Pelagic verður bygt. Og Tóki sigur víðari: Læs resten








