Úr myndasavninum – Alt hevur sína tíð her á fold

Frá vinstru Hans Pauli Johannesen, Kjartan Mohr, Svend Thulesen og Ejler Jacobsen eru royndartúr við Skálabergi minnist meg rætt í 1976.

Alt hevur sína tíð her á fold. Herfyri sóu vit í Sosialinum myndir av 25 persónum, sum sótu við ”maktini” í samfelagnum. Millum annað vinnulívsfólk, sakførarar og politikarar. Hetta eru alt fólk, sum vit meiri og minni dagliga  síggja í fjølmiðlunum.

Alt hevur sína tíð her á fold, og teir fýra á myndini omanfyri settu so sanniliga teirra fingramerki á samfelagið á hvør sín hátt og vóru mangan at síggja í fjølmiðlunum. Teir eru nú allir farnir. Frá vinstru Hans Pauli Johannesen skipari og stjóri, Kjartan Mohr, stjóri og politikari, Svend Thulesen, stjóri og Ejler Jacobsen, skipari og reiðari. Læs resten

Úr myndasavninum – 54 ár síðani eg tók myndina av rossunum

Nógvir áskoðarar sóu kappríðingina á ólavsøku., (Mynd Vagnur)

Eg havi júst lagt eina 6×6 sentimetrar lítla mynd á skannaran, og síðani fái eg úrslitið omanfyri. Myndina tók eg á ólavsøku í 1964 úti á Velbastaðvegnum við einum gomlum kassatóli, sum mamma átti. Ólavsøkan var tá lítið verd uttan vit ungu sóu kappríðing á Velbastaðvegnum, svimjikapping í uttandura svimjihylinum í Gundadali og kappróður á Havnarvág. Stórur áhugi var fyri kappríðing á Velbastaðvegnum. Tey riðu kapp á Velbastaðvegnum til ólavsøku 1970, tá tey gjørdu nýggja breyt í Marknagili. Niðanfyri kanst tú lesa grein, eg skrivaði fyrst í árinum um kappríðing. Læs resten

Grótbátar komnir úr Århus at arbeiði við nýggja havnarlagnum í Havn

Nú er náttúrðatíð, og bátarnir liggja við bryggju. Aase Madsen og Mereta Chris við Vesturubryggju. (Mynd Vagnur)

Í vikuni hitti eg danskan skipara umborð á sand/grótbáti, sum júst legði til bryggju á Vesturu bryggju. Nú var nátturðatíð, og teir løgdu altíð til bryggju, tá etast skuldi. Ungi skiparin umborð á Merete Cris hevði verið nakrar mánaðir í Føroyum, har hann var umborð í fjúrtan dagar og fór til Danmarkar í fjúrtan dagar. Skipini Merete Chris og Aase Madsen koma úr Århus og skulu arbeiða við nýggja havnarlagið í Havn til einaferð seint næsta ár. Fyrikomandi skiparin segði mær, at arbeiðið hjá teimum var reinsa botnin fyri grót, so bryggikanturin skundi gerast. Sá eisini úr vindeyganum, at bátarnir fyltu eisini betongkistur við gróti, tá tær vóru settar á botn. Tríggir menn eru við hvørju skipi.  Læs resten

Úr myndasavninum – Partur av “Stóragarði” er í okkara garði

Báðir garðarnir síggjast millum húsíni. Niðari garðurin er partur av Stóragarði. (Mynd Fornminnissavnið)

Tá vit herfyri fóru at umvæla ein garð í garðinum, legði eg til merkis, hvussu stórir steinarnir vóru, sum ein maður ikki megnar at lyfta. Eg visti, at partur av “Stóragarði” sum einaferð varð laðaður um alla Havnina, var í okkara garði og mark við grannan. Kom eisini at hugsa um eina eldri mynd, sum eg sá í bók júst av somu gørðum. Hetta er mynd tikin langt fyri, at okkara hús vóru bygd í 1952. Og báðir umtalaðu garðarnir eru á myndini, men eisini tvey søgulig hús. Læs resten

Úr myndasavninum – Konradsbrekkan vekir altíð nógv góð ungdómsminni

Bretskir hermenn í Konradsbrekku í 1941. Áhugavert at síggja hugnaligu húsini. Børnini standa á trappuni, har Jógvan á Sandi og Brynhild við familju búðu. Tey vóru seks børn: Olfert, Eirikur, Myrna, Aðalgunn, Tanja og Guðbjørg. Nú sigst, at danin Sigurd Barett hevur keypt húsini. (Mynd Føroya Fornminnissavn)

Tá eg um dagarnar stóð ovast uppi í Konradsbrekku, kom mær til hugs áhugaverda mynd frá 1941 av breskum hermonnum, sum í huganum komu gangandi beint ímóti mær. Áhugavert at síggja vøkru og hugnaligu húsini, sum fleiri er broytt, og eitt er júst tikið niður. Tankarnir reikaðu til nógvu fólkini, sum í 1950 og 1960-árunum búði har á leiðini og nógvu góðu minnini frá hesu gøtu. Nógvur ungdómur í hvørjum húsi, har summi vóru javngomul við okkum – summi eldri og yngri, og summi vóru longu farin úr reiðslinum.  Havi áður skrivað um hesu serligu gøtu fyri okkum ungu, sum búði uppi við Landavegin. Nøkur minni aftrat niðanfyri. Læs resten

Føroyska bókin – Siglandi arvurin forvitnislig og frálík bók

Løgið at hugsa sær, at lítil sleipistøð var skamt frá gomlu neystunum í Álakeri. (Mynd Siglandi arvurin.)

Løgið at hugsa sær, at lítil sleipistøð var skamt frá gomlu neystunum í Álakeri. (Mynd Siglandi arvurin.)

Tá ið vit tosa um føroyskar bøkur, er talan um fagrar bókmentir og yrkisbókmentir. Fagrar bókmentir eru skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar. Tilfar, sum rithøvundar hava funnið uppá. Yrkisbókmentir eru ævisøgur, bygdasøgur og aðrar bøkur skrivaðar um ymist í samfelagnum. Eg havi ummælt nakrar føroyskar bøkur á mín egna hátt. Í hondini havi eg nú bókina Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð eftir Óla Olsen. Forvitnislig, sera væl skrivað og væl uppsett bók, sum kom út í 2013. Læs resten

Tá armeraði trolarin ”Lincoln City” 20. februar 1941 var bumbaður á Havnarvág

Armeraði trolarin Lincoln City. Einasta mynd eg havi sæð av trolaranum. Myndin hevur vinmaðurin Finnbjørn funnið mær.

Í summar kom eg fram á stórt akker við sjóvarmálan í Álakeri, har maður segði mær, at akkerið, sum var funnið í botni um ár 1990, møguliga var frá bretska armeraða trolaranum, sum var bumbaður á Havnarvág 20. februar 1941 og sakk eftir tveir minuttir. Átta av manningini løtu lív og eru grivnir í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin. Kendi til tilburðin, tí hendingin stendur at lesa í eini av bókunum Stríðsárini eftir Niels Juul Arge, sum kom út í 1986. Okkurt er eisini at lesa í bókini Operation Valentine eftir svia, har tvær av myndunum er frá. Men aftur til akkerið. Læs resten

Úr myndasavninum-Havnin fekk 25 metrar svimjingarhyl í 1959

(Mynd Bambus Fornminnissavnið)

Nógv eru góðu minnini frá uttandura svimjingarhylinum. (Mynd Bambus forminnissavnið)

Sum smádrongur minnist eg leivdirnar av gamla svimjingarhylinum, sum varð gjørdur í Gundadali í 1930 og stongdur í 1949. Einki vatn var í hylinum, og skiftingarrúmini, sum líktust arbeiðsskúrum stóðu har nakin og vóru um at detta niður. Men so komu tíðindini frá kommununi, at nýtíðar 25 metrar langur uttandura svimjingarhylur skuldi gerast í Gundadali. Vit høvdu tá lært okkum at svimja í hyljum í Sandá, har vit skiftu aftanfyri onkran stein. Havnarfólk fylgdu væl við, meðan hylurin varð bygdur, og so upprann dagurin í 1959, at nýggi svimjingarhylurin læt upp. Læs resten

Úr myndasavninum – Áskoðarin hevði eisini í 1931 sítt fasta pláss

Áhugaverd mynd úr Gundadali tikin í 1931. Òlavsøkudystur millum HB og TB. (Mynd Fornminnissavnið)

At síggja eldri myndir úr Gundadali er altíð nakað serligt, tí so nógv góð minni og kenslur eru knýttar at myndunum. Tað var langt niðan í Gundadal í mínum ungdómsárum. Vit áttu ikki bil, og busleiðin var eingin, men súkklan var til at taka. Tú skalt ikki hyggja leingi at myndini, so reika tankarnir, tí á bakkanum í norðara enda á vøllinum stóðu pápi mín og beiggjarnir á sama stað og hugdu at fótbóltsdysti. Vit vóru eisini har. Og soleiðis var eisini aðrastaðni um vøllin. Ymsu familjurnar høvdu sítt fasta pláss, og tað høvdu áskoðrararnir hjá útiliðnum eisini.

Myndin er tikin ólavsøkudag í 1931, og HB og TB spæla á vøllinum. Lílta reyða HB húsið, sum vit ikki síggja á myndini, stóð úti við ánna vinstrumegin. Áhugavert at síggja Sanatoriuvegin, sum hann tá var róptur, og at síggja ánna í turrveðri, so at súkkla kann leggjast frá sær í ánni. Var áin stór, og tað var ikki so sjáldan, so ráddi um at fáa fatur á bóltinum, áðrenn hann endaði niðri í býnum, um illa sjálvandi stóð til. Sum oftast vóru tað spælararnir sjálvir, sum lupu í ánna eftir bóltinum. TB vann ólavsøkudystin 2-1. (Vagnur)

Íslendski HB venjarin Heimir Guðjónsson hevur tikið føroyska fótbóltin á bóli

Tróndur Jensen er vorðin heilt annar spælari, nú Heimir er komin í HB.

Ikki eri eg HB-ari og síggi ikki nógvar fótbóltsdystir, men fylgi væl við í útvarpi og serliga nógva fótbóltsprátinum í Vespureiðrinum, Kringvarpinum og Rás2 nú FM1. Hesir ”kønu” kunnu práta í tímar um fótbólt og eisini um dystir, sum ikki eru spældir. Minnist tíðliga í vár, tá teir ”kønu” mettu um møguleikarnar hjá HB, har onkur metti HB at røkka triðja plássið, meðan aðrir søgdu fjórða og fimta plássið. Men her fóru teir skeivir Læs resten