
Fremst síggja vit nr. 1 Óla Jákup Guttesen, B36, nr. 4 Niels Pauli (Palli) Nolsøe, HB, nr. 6 Meinhardt Arge, HB, nr. 7 Mortan Mørk, B36, nr. 10. Herluf Mikkelsen, B36. Aftast frá vinstru: Nr. 3 Hjørleif Hansen, B36, nr. 5 Kjartan Nattestad, B36, nr, 6 Jóannes Simonsen, HB og nr. 7 Arnold Hansen, B36. Beint aftan fyri Mortan Mørk sæst ikki Jákup Jacobsen hjá Bøkjaranum, sum var málverji. Og so skuldi Jákup Ki Jacobsen verið á myndini. (Mynd: Úr myndabók hjá Birgit Hestoy)
Fekk omanfyri áhugaverdu mynd sendandi frá Jon Hestoy. Myndin er úr myndabók hjá Birgit Hestoy, sálu, mammu Jon, sum var mergja ítróttakvinna á Tvøroyri. Myndin omanfyri er av býliðnum í Havn tikin í Gundadali í 1942. Undir krígnum spældu bæði B36 og HB og eisini býliðið mangan venjingardyst ímóti enskum hermonnunum á landi, men eisini ímóti manningum umborð á enskum krígsskipum. So at hyggja í HB bókina Havnarmenn í Gundadali og B36 bókina Rennið dreingir. Sambært HB bókini Havnarmenn í Gundadali er myndin frá 1942, tá býlið spælir kapping ímóti hermonnum. Býlið spælir finaludyst ímóti Cameronians um Brendsteypið. So at finna út av, hvørjir føroysku spælararnir eru, og flestu andlitini kennur tú. Ensku spælararnir eru í stríputtari troyggju. Læs resten








