Um reppið at Sjómansskúlin í 1920-árunum blev fyrsta ellisheim í Havn

Ótrúligt, at tað eydnaðist dønunum Viggo Ryving Jensen og Andreas Nielsen longu í 1905 at byggja so stór hús til navigatiónsskúla. (Myndin Tórshavn – fólk og yrki)

Tá vit í 2018 síggja, hvussu Havnin og harvið Suðurstreymoy í húsatali vaksa við fúkandi ferð, so er eisini áhugavert at síggja eldri myndir úr Havn, har einstøk stór hús vera bygd uttanfyri bøgarðarnar. Sjómansskúlin frá 1905 í J.C. Svabosgøtu er eitt dømi og sæst á nógvum myndum einsamallur úti við skipasmiðjuna. Men ikki visti eg av, at tað var um reppið, at Sjómansskúlin seinast í 1920-árunum gjørdist fyrsta ellisheimið í Føroyum. Læs resten

Úr myndasavninum – Altíð áhugavert og spennandi at hoyra Johan Nielsen prest og fólkatingslim.

Kom fram á myndina av Johan Nielsen, sála, í umrøddu myndaskjáttuni. Johan var prestur bæði í Føroyum og í Danmark, og hann sat í samfull tjúgu ár á fólkatingi umboðandi Javnaðarflokkin í Føroyum. Hann var føddur í Sandvík 15. mars 1919 og andaðist 24. mai 1984. Vit eldru minnast henda braneggjaða og hittinorðaða prest, sum á sinni kom til Føroya at seta dám á fólkatingsvalini. Slíkir politikarar finnast ikki longur. Johan hevði orð í síni makt bæði sum prestur og fólkatingslimur, og fólk lurtaðu, tá Johan tók orðið.

Johan var fyrst valdur á fólkating 1960-1964, men so var hann varamaður fyri Petur Mohr Dam í fleiri styttri tíðarskeiðum 1964 til 1968. Síðani bleiv hann afturvaldur í 1968 og sat á fólkatingið líka til sín doyggjandi dag í 1984.

Fólkatingsvalið í Føroyum í 1960 snúði seg nógv um ætlaða Natostøðina í Mjørkadali, og eg síggi í teksti, at Johan Nielsen sigldi millum Norðoyggjarnar við báti hjá Føroya Bjór til valfundirnar til tess at tosa sína sak. Johan var jú sóknarprestur í Norðoyggjum árini 1956 til 1964. Síggi eisini, at Johan útvegaði heili 260.000 krónur til fólkatingsvalið frá bryggjarínum Norðstjørnuni í Keypmannahavn. Hetta var stór upphædd tá.

Johan nam sær í 1946 prestalærdómin á Bergen Katadralskúlanum og bleiv cand.theolog i 1953. Hann arbeiddi fyrst fyrifallandi arbeiði sum sjómaður í trý ár og kontórmaður fimm ár fyri síðani at gerast prestur í ymsum kirkjum í Keypmannahavn og árini í Norðoyggjum.

Johan Nielsen var litfagur maður, sum tosaði á heilt serligan ”humoristiskan” hátt við merkjaðari rødd og orð í síni makt. Síggi, at hann vísti á á sinnij, at sjálvandi minkar fólkatalið í Danmark, tí nú er frí fosturtøka, og kvinnan tekur ”pillara”, so hon ikki gerst við barn.

Vit hava mangan hoyrt seinnu árini, at færri og færri danir ganga í kirkju, og at kirkjur eru afturlætnar og brúktar til annað virksemi. Vinmaður segði mær, at hann einaferð var í kirkju í Keypmannahavn, har Johan Nielsen var prestur. Kirkjan var fullsett, og har komu altíð heilt nógv fólk í kirkju, tá Johan prædikaði.

Tá Johan Nielsen sat á fólkatingi, var einki føroyskt sjónvarp, men fólk sótu við stívum oyrum, tá Útvarp Føroya hevði samband við Johan í telefonini úr Danmark ella veljarafundum í Føroyum. (Vagnur)

Hondbóltur – Ungdómsvenjarar mugu læra spælararnar hondbóltsreglurnar

Tað, sum fer fram á hondbóltsvøllinum, má vera rættvíst. Stásiliga høllin á Hamrinum. (Mynd Vagnur)

Í vár eg í høllini á Hamrinum og sá nøkur dreingjalið spæla dystir, men eisini at síggja nýggju stásiligu høllina. Herfyri var eg Gundadalshøllini og sá aftur nøkur dreingjalið spæla nakrar dystir. Nógvir frálíkir spælarar og frálíkt spæl, men eg øtaðist í fleiri dystum, hvussu bæði einstakir venjarar og spælarar skikkaðu sær á vøllinum. – Kann tað veruliga vera so galið, at summir spælarar kunnu loyva sær at gera so nógvar ónollur á vølli uttan at tað verður revsað, ja, teir sleppa longri enn í bestu deildunum. Hvør hevur so skuldina, at so er? Sjálvandi í hesum førinum venjarin og tess felag. Læs resten

Hondbóltskappingin í bestu kvinnudeild er í løtuni heilt løgin kapping

Spennandi, um tað eydnast VÌF at endurvinna meistaraheitið. Enn er langur vegur á mál.

Síggi mest stroymaðar hondbóltsdystir í brotum, men síggja tó allar dómaraseðlarnar, har tú kanst uppliva nógv. Havi mangan skrivað, hvussu viðbrekin besta kvinnudeildin altíð hevur verið. Alt stendur og fellur við einum til tveimum spælarum. Dómaraseðilin og stigatalvan lúgva ikki. Læs resten

Nøkur heilt góð minni um fyrrverandi starvsfelagan Freddy William Cook

Freddy lærdi til bilsmið hjá Vilhelmi Nielsen. Her sæst hann á SAAB verkstaðnum Yviri við Strond.

Á Skansavegi 6 stóð einaferð gamalt ljósagult hús við tveimum íbúðum, men húsið er ikki til longur, tí tað mátti lúta fyri útbyggingini av Tórshavnar havn. Kom at hava ávíst tilknýti til hetta hús, tí starvsfelagin Frederick William Cook, sáli, róptur Freddy, var uppvaksin í húsinum. Fyrstu húsini á Skansavegi 6 vóru bygd miðskeiðis í 1800-talinum, men húsini vóru seinni umvæld og víðkað, so tvær íbúðir vóru í húsinum. Minnist, at í syðru íbúðini búðu ógiftu systrarnar Helena og Lorenza og í hinari íbúðini Niels og Elspa á Krákusteini við familju. Helena, Lorenza og Niels vóru systkin. Læs resten

Eg sá ein ótrúliga vakran geitarbukk á Hvítanesi (e)

Geitarbukkur er eitt ótrúliga vakurt og hábærsligt djór. (Mynd Vagnur)

Geitarbukkur er eitt ótrúliga vakurt og hábærsligt djór. (Mynd Vagnur)

Mánadagin seinnapart spákaði eg millum húsini á Hvítanesi, tí eg ætli at skriva eina grein um bygdina. Eg tók nakrar myndir, sum eg skal brúka saman við eldiri myndum í grein um Hvítanes. Greinin er ikki skrivað, men millum nøkur hús á Hvítanesi fekk eg mánadagin eygini á tvær vakrar geitir. Eg eri vitandi um, at fólk hava havt geitir á Hvítanesi á mínum ungum døgum, og at fólk fóru útferð úr Havn niðan á Hvítanes at hyggja at geitum og annars spáka í bygdini. Læs resten

Úr myndasavninum – Tá fólk fóru frá húsum í øllum veðri at spæla bingo

Tey spæla bingo í høllini á Nabb, sum ungu róptu høllina.

Tá Ítrótta-og samkomuhøllin á Nabb gjørdist veruleiki seinast á heysti 1970, fekk høvuðsstaðurin fleiri møguleikar at skipa fyri stórum tiltøkum. Og tað var skjótt, at útlendskir tónleikabólkar komu til Føroya, men eisini vóru aðrir møguleikar. Læs resten

Tá prestur Ejgil Sand kom til Fuglafjarðar í 1935 – Karen mamma prest skrivaði ferðafrásøgn

Fuglafjørður 1936.

Nógv áhugavert eldri tilfar um Føroyar er skrivað av dønum. Kom fram á áhugaverda bók skrivað av Karen Sand, sum var mamma prestin Ejgil Sand, sum í 1935 kom til Føroya saman við konu síni Annu Tackmann at vera prestur í Fuglafirði, Gøtu, Leirvík, Oyndafirði, Funningi og Gjógv. Støðgurin skuldi vera fimm ár, men seinni heimsbardgin gjørdi, at tey bæði vóru tólv ár í Føroyum. Í 1936 komu foreldrini at presti pápin Christin, mamman Karen og verpápin Jacob Tackmann til Føroya at vitja ungu prestahjúnuni. Tilfarið í bókini skrivaði Karen úr brøvum, sum sonurin sendi heim, og minnini frá ferðini í Føroyum í 1936. Karen var frálíkur tekningari, og í bókini eru eisini fleiri tekningar. Læs resten

Nú helt eg, at sluppin Westward Ho hevði fingið menningarkvotu.

Nú helt eg, at Westward Ho lá við bryggju og landaði til Landingarmiðstøðina. Men fór skeivur. (Mynd Vagnur)

Tó eg Í vikuni spákaði á ”Ískaiini”, stúrsaði eg knappliga við, tí við bryggjuna, har skip og bátarnar vanliga landa til Landingarmiðstøðina, lá sluppin Westward Ho og landaði, helt eg. Visti, at sluppin plagdi at vera úti við skúlanæmingum, men heystfrí var, og veðrið hevði ikki verið nakað serligt seinastu dagarnar. Helt, at onkur starvsfólkabólkur kanska hevði verið á floti og fingið so mikið nógv, at best var at landa førningin. Læs resten

Úr myndasavninum – Søguligur 3. realflokkur í tá nýggja Venjingarskúlanum

Næmingarnir á myndini eru: Fyrst lærarinnan ovast til vinstru Sigrun Nolsøe, síðani næmingarnir Annika Nolsøe, Hildur Patursson, Randi Nolsøe, Dorthea Winther, Elin Reinert,  Bergur Thorsteinsson og Torbjørn Michelsen, Næstaftast til vinstru: Guðrun Rein, Marjun Jacobsen, Maud á Fløtum, Birita Mohr, Elsba Olsen, Anna Hansen, Herman Oskarsson og Svanbjørg Vang. Triðjaftast frá vinstru: Kristianna Poulsen,  Anna Dagmar Hansen, Anna Maria Nielsen, Miriam Hansen,  Bergljót Debes  Hentze, Hjørdis Mortensen og Jóna á Dul
Lærararnir fremst frá vinstru eru: Bjarni Holm, Hans Andreas Joensen, Jórun Simonsen, Sverri Jacobsen, Pauli Nielsen og Hans Holm. Næmingurin Eliesar Jacobsen vantar á myndini.

Floksmyndin omanfyri er av skúlanæmingum í Venjingarskúlanum er søgulig, tí í august mánað í 1968 komu næmingarnir ymsastaðni frá at ganga í 2. real í nýggja Venjingarskúlanum. Skúlan var annars vígdur á hvítusunnu 1969. Um hetta mundið vaks Havnin skjótt, og tørvur var á nýggjum stórum skúla, sum skuldi hýsa bæði Føroya Læraraskúla og so barnaskúla/ungdómsskúla. Minnist, at myndin omanfyri hekk á veggi á einum av lonunum, tá eg gekk á Læraraskúla. Læs resten