H71 má sigast at hava spælt sær av við møguleikan á náa FM-finalupláss eftir ósigurin seinnapartin fyri Kyndli. Kyndil vann dystin 27-25. Javnt gekk á fyrstu tíggju minuttirnar, tí tá var javnleikur 7-7. Næstu tíggju minuttirnar smoygdi Kyndil sær fram um 14-11. Hálvleikstøðan 16-14 til Kyndil. Í seinna hálvleiki fekk H71 góða byrjan og minkaði um munin 21-20 til Kyndil. Tjúgu minuttir eru spældir av seinna hálvleiki, og Kyndil á odda 24-21, men løtu seinni var knappliga javnleikur 24-24.
H71 fekk bara eitt mál seinastu fimm minuttirnar, meðan Kyndil fekk trý mál. Kyndil fekk tí tvey týdningarmikil stig við at vinna dystin 27-25. Hyggja vit eftir stigatalvuni, er Kyndil framvegis við, men skal Kyndil náa FM-finalupláss, so skal VÍF tapa tveir dystir, ja, og Kyndil vinna restandi dystir. Sjálvandi kann hetta lata seg gera, men brekkan hjá Kyndli er brøtt.
Kyndil spælir annars ímóti VÍF í Vestmanna tann 9. mars. Eg síggi á dómaraseðlinum, at Bogdan Florea einki mál skeyt seinnapartín. Tá ið eg sigi, at H71 hevur tapt slagið um at náa FM-finalupláss, so er orsøkin, at VÌF nú skal tapa fýra dystir, skal H71 náa FM-finalupláss. Og tá skal H71 vinna allar restandi dystir. (Vagnur)
Kyndil -H71 menn 27-25 (16-15) Dómarar: Heri Petersen og Gert Hansen
Málskjúttar Kyndils: David Edvardsen 7, Høgni Klein Olsen 6, Finnur Hansson 5, Julian Johansen 4, Hørður F. SigÞórsson 3, Bárður Johannesen 1 og Bjarni Sørensen 1
Málskjúttar H71: Rúni Højgaard 5, Bogi G. Davidsen 5, Tróndur Arge 3, Hans Kári Hansen 2, Esbern Simonsen 2, Jónas Djurhuus 2, Sigmundur Nolsø 2, Sigmundur Dahl 2, Birgir Poulsen 1 og Andor Sivertsen 1
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 16 | 467 | 392 | 75 | 23 |
| 2 | VÍF | 17 | 515 | 459 | 56 | 22 |
| 3 | StÍF | 17 | 457 | 467 | -10 | 18 |
| 4 | Kyndil | 17 | 439 | 447 | -8 | 17 |
| 5 | H71 | 17 | 452 | 440 | 12 | 16 |
| 6 | Neistin | 16 | 425 | 454 | -29 | 14 |
| 7 | Team Klaksvík | 16 | 421 | 517 | -96 | 6 |
