
Neistin dreingir 1964. Aftast f.v: Niels Símun Johannesen, FinnBjørn Guttesen, Jógvan Martin Mørk, Tummas Joensen og Tønnis Wardum. Húkandi f.v: Kristjan á Neystabø, Echardt Persson, Bjarni Samuelsen, Eyðfinn Lamhauge og Sverri Wang.
Í 1963 varð fyrstu ferð kappast um FM-heitið í dreingjadeildini og gentudeildini. VÍF vann fyrsta FM-heitið fyri dreingir, meðan Neistin vann fyrsta FM-heitið fyri gentur. Neistahúsið varð bygt í 1963/64, og tá kom verulig ferð á ungdómsarbeiðið í Neistanum. Og longu í 1964 bar hetta ávøkst, tí bæði genturnar og dreingirnir hjá Neistanum vunnu FM-heitið. Og tað var í 1964, at bæði liðini fóru tríggjar vikur langa hondbóltsferð til Noregs. Myndin omanfyri av dreingjaliðnum er tikin í Noregi. Sum tit síggja, komu nógvir av dreingjaliðsspælarunum at manna besta liðið hjá felagnum nøkur ár seinni. Børn hjá tveimum av spælaranum eiga børn sum spæla ella hava spælt á bestu liðunum hjá felagnum. Vanligt var í 1964, at dreingir høvdu brylcreme í hárinum. Ein teirra segði undirritaða, at tað ráddi um, at hárið sat væl, tí nógvar norskar gentur stóðu mangan og eygleiddu føroysku dreingirnar, tá ið teir spældu dyst. (Vagnur)