Kyndil og H71 dragna í stríðnum um seinna FM-finaluplássið

VÌF hevur fótað sær aftur og vann sær týdningarmikil stig í Hoyvíkshøllini.

VÌF hevur fótað sær aftur og vann sær týdningarmikil stig í Hoyvíkshøllini.

VÍF vann týdningarmiklan 27-23 sigur á H71 mikukvøldið, og StÍF vann á KÍF 30-29 á Skála. Tá ið so Kyndil tapti týskvøldið fyri Neistanum, stendur væl til hjá VÍF. StÍF er framvegis við og blæsir VÍF í nakkan. Ómetaliga spennandi at fylgja bestu mansdeild, tí einki er avgjørt, hvat lið fer við seinna FM-finaluplássinum. KÍF fer við tí eina finaluplássinum, og VÍF liggur í løtuni best fyri at fáa seinna plássið. Longu leygardagin fáa vit at vita, um Kyndil ella H71 mugu leggja kongin, tí tá spæla liðini í høllini á Hálsi.

Fara vit fyrst til dystin millum H71 og VÍF, so gekk javnt á allan fyrra hálvleik og serlig fyrstu tjúgu minuttirnar, tí tá var javnleikur 10-10. H71 fór framum 11-10, men so fekk liðið bara tvey mál í átta minuttir, og VÍF kundi fara til hálvleik við 14-13 leiðslu. Dysturin var mestsum avgjørdur eftir tíggju minuttir í seinna hálvleiki, tá VÍF legði seg á odda 21-18 og løtu seinni 24-20. Hesa leiðslu helt lið til dystarenda.

Á Skála var spenningur í dystinum frá fyrsta bríksli. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var javnleikur 8-8, løtu seinni javnleikur 12-12, men so dró StÍF frá til støðuna 16-13. Hálvleikstøðan 16-14 til StÍF. Tíggju minuttir spældir av seinna hálvleiki og StÍF á odda 23-21. Tíggju minuttir fyri leiklok var StÍF á odda 28-25, men dysturin fekk dramatiskan enda, tí StÍF spælari fekk beinleiðis reytt kort. Fýra minuttir fyri leiklok var StÍF á odda 30-27, men KÍF var um at náa javnleikin. Dysturin endaði 30-29 til StÍF.

Um dystin týskvøldið millum Kyndil og Neistan er stutt at siga, at Kyndil var á odda 5-4 eftir tíggju minuttir spæl, men so legði Neistin seg á odda og helt leiðsluna restina av dystinum. Neistin má sigast at vera eitt áhugavert lið og torført at rokna út, tí liðið tapir fyrst fyri Team Klaksvík í Klaksvík fyri síðani at vinna á VÍF í Vestmanna og nú vinna á Kyndli.

Stigatalvan lýgur ikki

Leygardagin spæla Kyndil og H71 í høllini á Hálsi. Sunnudagin spæla VÍF og Team Klaksvík í Vestmanna og Neistin og KÍF í Havn. Vit nærka okkum nú endanum av triðja umfari í grundspælinum, og stigatalvan lýgur ikki, plaga vit at taka til. KÌF verður heilt vist annað liðið FM-finalunum, og vinnur VÍF á Team Klaksvík sunnudagin, so hevur VÍF bara seks dystir eftir í grundspælinum, har VÌF hevur Kyndil, StÍF og H71 á heimavølli. Annars spæla KÍF og VÌF longu næsta mikukvøldið í Kollafirði.

Eg fari so langt og sigi, at leygardagin fáa vit at vita, hvørt av liðunum Kyndil ella H71 mugu leggja kongin í stíðnum um seinna FM-finaluplássið. Kyndil og H71 hava spælt ein dyst færri enn VÍF. Torført er at spáa um framtíðina, men tað kann sjálvandi henda, at innanhýsisúrslitini koma at gera av, hvat liðið skal spæla ímóti KÍF í FM-finalunum. Nú fáa vit at síggja.

Onkur spyr kanska, hví eg ikki fylgi kvinnukappingini í løtuni. Her er ikki so nógv at skriva heim um, tí longu er greitt, at Kyndil og VÍF spæla FM-finalurnar, og einki lið kann flyta niður. Nú kappast Kyndil og VÍF um, hvørt av liðunum vinnur grundspælið. Hetta hevur stóran týdning, um spælast má triði finaludystur. Tá hevur liðið heimavøll, sum vann grundspælið. (Vagnur)

H71 – VÍF menn 23-27 (13-14) Dómarar: Dánjal Samuelsen og Uni Wardum

Málskjúttar H71: Bogdan Florea 5, Rúni Højgaard 4, Bogi G. Davidsen 3, Esbern Simonsen 3, Jónas Djurhuus 2, Sigmundur Dahl 2, Sigmundur Nolsø 2, Hans Kári Hansen 1 og Birgir Poulsen 1

Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 9, Mads Eriksen 7, Joen P. Høgnesen 5, Sámal Joensen 3, Julian Olsen 1, Sjúrður Nielsen 1 og Sámal J. Djurhuus 1

Kyndil – Neistin menn 28-31 (14-17) Dómarar: Heri Petersen og Eyðun Samuelsen

Málskjúttar Kyndils: Finnur Hansson 8, Josef Abrahamsen 4, David Edvardsen 3, Hørður F. SigÞórsson 3, Julian Johansen 2, Bárður Johannesen 2, Høgni Klein Olsen 2, Andrias Sólsker 1, Oyvind Lützen 1, Ludvík Súnason 1 og Hjalti Backmann 1

Málskjúttar Neistans: John í Innistovu 9, Teitur Magnusson 5, Jugoslav Djumic 5, Andras Joensen 4, Blagoje Buha 3, Aleks Buha 2, Terji Mørk 2 og Hjalti í Jákupsstovu 1

StÍF – KÍF 30-29 (16-14) Dómarar: Daniel Rapa og Ragnar Simonsen

Málskjúttar StÍF: Marius Joensen 8, Kjartan Johansen 6, Fríði R. Djurhuus 4, Jógvan G. Joensen 4, Sveinur Justinussen 3, Jákup Bertelsen 2, Allan Norðberg 1, Borgar Danielsen 1 og Pauli G. Hansen 1

Málskjúttar KÍF: Niclas Selvig 11, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rúni Joensen 5, Magnus Müller 4, Rógvi Weihe 3 og Jákup Trygvason 1

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 16 467 392 75 23
2 VÍF 17 515 459 56 22
3 StÍF 17 457 467 -10 18
4 H71 16 427 413 14 16
5 Kyndil 16 412 422 -10 15
6 Neistin 16 425 454 -29 14
7 Team Klaksvík 16 421 517 -96 6

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *