Meiningahornið – stavirnir c,q,w,x, og z ávirka ikki mín gerandisdag

Sjálvandi skal tingið ikki taka málráðið av ræði. (Mynd Vagnur)

Sjálvandi skal tingið ikki taka málráðið av ræði. (Mynd Vagnur)

Løgtingsmaðurin Henrik Old, sum hevur lagt uppskot fyri tingið at fáa stavirnar c,q,w,x, og z í føroyska stavraðið, mátti havt annað at tykist við enn at taka málráðið av ræði. Hetta er ómetalig óheppin mannagongd, tí slíkt mál hoyrir slett ikki heima í tinginum men í valda málráðnum. Virðingin fyri politikaranum úr Vági minkar. Annars skilji eg slett ikki, hví fólk øsa seg soleiðis um stavraðið, tí fólk kunnu sjálvi velja, um tey nýta føroyska stavraðið ella danska stavraðið. Nógv meira vandamikið fyri føroyska málið enn umrøddu “stavirnir”  eru øll útlendsku orðini, sum sníkja seg sum ókrút í okkara móðurmál.

Øll árini eg undirvísti í føroyskum í fólkaskúlanum legði eg næmingunum eina við at málbera seg væl á føroyskum og ikki blanda ymsu málini saman. Lær teg danskt, týskt, enskt og onnur mál, men blanda ikki málini saman. Tað eru teir somu persónarnir, sum koma undan kavi, hvørja ferð kjakast verður um føroyska málið og føroyska stavraðið. Tí betur eru persónarnir so fáir, sum vilja hava, at føroyska málið skal rúma útlendskum orðum. Hví fylla føroyska málið við útlendskum orðum, tá ið vit eiga góð føroysk orð?

Um tingið samtykkir, at stavirnir c,q,w,x og z skulu í føroyska stavraðið, so broytir hetta ikki mín gerandisdag. Eg skrivi hvønn dag og royni, sum evnini røkka, at málbera meg so væl, sum eg kann. Kom júst at hugsa um, nær eg havi brúk fyri stavraðnum. Jú, tá ið eg loysi krossorðagátur, har spurt kanska verður um, um stavurin z kemur eftir y?

Mín vón er, at tingið ikki samtykkir málið um “stavirnar” og letur málráðið taka sær av hesum. Annars havi eg álit á lærarum kring landið, sum undirvísa í føroyskum, skúlabókagrunninum og øðrum, sum fáa við føroyska málið hvønn dag, at tey ikki lurta eftir teimum fáu, sum vilja oyðileggja okkara móðurmál við útlendskum orðum. Vit brúka stavirnarnar c,q,w,x og z hvønn dag, men hví teir skulu í føroyska stavraðið, skilji eg slett ikki. Tað hevur sjálvandi sína orsøk, at hesir stavir ikki skulu í føroyska stavraðið. Hetta fara vit at lata málráðið taka sær av og ikki tingið. (Vagnur)

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *