Ein lítil biti úr søguni hjá Havnar Róðrarfelag

Havnarbáturin í kapping við Vestmenning, Eysturoying og Nólsoying.

Havnarbáturin í kapping við Vestmenning, Eysturoying og Nólsoying.

Bátasmiðurin Jógvan í Skálum úr Vestmanna gjørdi dreka á Havnarbátin, sum hann smíðaði til Havnar Róðrarfelag í 1935. Víkingar hildu drekan ræða mótstøðumenninar. Í dag er drekin eitt prýði á bátum hjá Havnar Róðrarflag og eitt merki, sum alt felagið er fegið um. Við Drekanum verður sagt, hvørji vit eru. 

Vit hava øll tørv at siga, hvørji vit eru, familja, bygd, býur og land. Vit smæðast ikki, eru errin at siga útlendingum, at vit eru føroyingar. Og soleiðis er eisini í kappróðrinum og annars í ítróttinum kring landið. Feløg velja sær ymiskar búnar við ávísum liti ella litum. Ìtróttarfólkini vilja á henda hátt siga, hvørji tey eru. Bátarnir hjá róðrarfeløgum hava ávísan lit við serligum frámerki, og rógvarar eru í serligum búnum, sum hoyra til teirra felag.

Gamla neystið hjá Havnar Róðrarfelag uttast til vinstru. (Mynd Vagnur)

Gamla neystið hjá Havnar Róðrarfelag uttast til vinstru. (Mynd Vagnur)

Hyggur tú at gomlum róðrarmyndum hjá Havnar Róðrarfelag, so er tað tann hvíti liturin, sum gongur aftur. Ì 60 árunum, tá ið undirritaði stýrdi, róðu bæði kvinnur og menn í hvítum skjúrtum við upprullaðum ermum. Bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag vóru altíð hvítir.

Umframt tær hvítu skjúrturnar, svørtu terlenbuksurnar og hvítu bátarnar, so høvdu bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag eitt serligt frámerki – drekastevnið.

Í 50 ára minningarritinum hjá Havnar Róðrarfelag, sum Niels Juul Arge skrivaði í 1982, verður soleiðis sagt um drekastevnið:

Góð minni tá ið róð varð inn í Vágsbotn.

Góð minni tá ið róð varð inn í Vágsbotn.

“ Víkingarnir hildu drekan ræða mótstøðumenninar. Tí høvdu teir hann fremst á stavninum, tá ið teir fóru í hernað. Jógvan í Skálum gjørdi drekan á Havnarbátin, hann bygdi í 1935. Tí hava vit enn drekan fremst á øllum okkara bátum. Tó ikki til at ræða teir, sum vit kappast ímóti, men sum eitt prýði.” Hetta er at lesa fremst í bókini, men á síðu 49 skrivar Niels Juul eisini:

“ Í 1935 verður heitt á Jógvan Skálum úr Vestmanna, sum hevði bygt Vestmenning, um at byggja eitt 10 mannafar til Havnar Róðrarfelag. Fyrr hevði hann borið seg undan, men hesa ferðina játtaði hann. P/F Havnar Timburhandil læt tilfarið, sum stóð í 175 krónum og Jógvan treytaði sær 250 krónur í smíðiløn og ókeypis uppihald í Havn. At bera kostnaðin varð skipað fyr burturluting. Skipafelagið Føroyar, DFDS og Bergenske Dampskibsselskab lótu frían ferðaseðil.”

Neystið hjá Havnar Róðrarfelag í Álakeri. (Mynd Vagnur)

Neystið hjá Havnar Róðrarfelag í Álakeri. (Mynd Vagnur)

Nevnast kann, at eitt 10-mannafar nú kostar 100 000 krónur. Havnar Róðrarfelag er stovnað 1932, og í 1935 fekk felagið so drekastevnið á allar bátarnar. Drekastevnið er komið fyri at verða, tí sjálvandi kunnu vit ikki ímynda okkum hvítu bátarnar hjá Havnar Róðrarfelag, Havnarbátin, Ørv, Gongurólv, Sílið, Drekan og Títling  við ongum drekastevni. Seinni hava onnur feløg fingið sær drekastevni, men tey líkist ikki tí hjá Havnar Róðrarfelag.(Vagnur)

Vestmenningurin

Bátasmiðurin Jógvan í Skálum evnaði til drekan. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *