Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd av HB liði frá 1961

HB. St.f. vinstu Thorstein Dal- Christiansen, liðleiðari, Birgir Hansen, Eivind Dam, Wardum, Burnamann Niclasen, Jákup Luth Joensen og Esbern. Húkandi f.v: Marius Johan Jensen, Frank Dam, Petur Sigurð Rasmussen, Ólavur Lambaa og Brynjer Gregoriussen. Spælarin við steypinum er Jógvan á Lað.

Mynd av HB í 1961 tikin í Fuglafirði. St.f. vinstru Thorstein Dal- Christiansen, liðleiðari, Birgir Hansen, Eivind Dam, Suni Wardum, Burnamann Niclasen, Jákup Luth Joensen og Esbern Joensen. Húkandi f.v: Marius Johan Jensen, Frank Dam, Petur Sigurð Rasmussen, Ólavur Lambaa og Brynjer Gregoriussen. Spælarin við steypinum er Jógvan á Lað.

Í 1989 fylti ÍSF 50 ár og gav í hesum sambandi út bókina Ítróttasambandið 50 ár. Áhugavert at blaða í bókini, men óheppið, at fleiri liðmyndir ikki hava myndatekst. Ólavur Lambaa var formaður í ÍSF frá 1962 til 1972, og í greinini Hugfar, sum Ólavur skrivar,  er forvitnislig mynd av HB liði, har eg minnist allar spælararnar, men eingi nøvn og árstal er undir myndini. HB spælararnir eru ikki í vanliga stríputa leikbúnanum. Eg setti mær fyri at finna út av, nær myndin er frá, og hetta er sum at fara á flot.

Mynd úr Klaksvík, tá ið HB vinnur FM-heitið í 1960. Jógvan á Lað í gullstól. Frá vinstu: Burnamann Niclasen, Frank Dam, Eivin Dam, , Marius Johan Jensen og Kjartan Festirstein.

Mynd úr Klaksvík, tá ið HB vinnur FM-heitið í 1960. Jógvan á Lað í gullstól. Frá vinstu: Burnamann Niclasen, Frank Dam, Eivin Dam, , Marius Johan Jensen og Kjartan Festirstein.

HB vann FM-heitið í 1960, men steypið á myndini er ikki FM-steypið. HB vann FM-heitið í 1955, í 1960 og aftur í 1963. Eftir at hava hugt í bókina hjá Suna Merkistein Teir kundu væl listir og leikir, eri eg komin til fyribils niðurstøðuna, at steypið á myndini er ikki FM-steyp, men antin steyp frá steypakappingini ella eitt stevnusteyp. Higartil eri komin til, at myndin er antin frá 1960 ella 1961. Eg ringdi til málverjan Petur Sigurð Rasmussen, men hann visti ikki nágreinliga, nær myndin var frá. Síðani at heldur leitingin fram.

Eg ringi vestur í Vágur og hitti Esbern Joensen, sum er á liðmyndini, og tá komi eg næstan á mál. Esbern var í smiðjulæru í smiðjuni í Lítluvík og spældi við HB 1958, 1959, 1960 og 1961. Esbern sigur mær, at myndin er úr Fuglafirði í sambandi við stevnu. Myndin er óivað frá 1960 ella 1961. Á myndini er eisini Suni Wardum, sum eg eisini ringi til. Myndin er frá 1961 úr Fuglafirði, sigur Suni. Hann spældi tríggjar dystir við HB hetta árið.

Leitingin endaði at ringja til Petur Simonsen úr Fuglafirði. Hann segði mær, at ÍF fylti 25 ár í 1961, og óivað er myndin frá hátíðarhaldinum. Fuglfirðingar høvdu tá ikki væl skipaðan fótbólt sum nú, tí hevur felagið óivað bjóðað KÍ og HB til Fuglafirðar at spæla dyst í sambandi við 25 ára hátíðarhaldið. Fiskiskapurin er liðugur fyri í dag. Eg gerið snørið upp, fari aftur at landi og eri væl nøgdur við fongin. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *