Sjálvt um eg ikki kenni báðar ungu oyndfirðingarnar, sum doyðu í syndaligu vanlukkuni um jólini og ei heldur foreldur teirra, so gjørdist eg hjartans fegin, tá útvarpið seinnapartin boðaði frá, at nú var ungi maðurin funnin. Tað hevur so ótrúliga nógv at siga í stóru sorgini, at báðir ungu menninir vórðu funnir. Nú fær alt ein enda, har familja, vinir og kenningar kunnu siga endaliga farvæl. Hetta merkti eg eisini veruliga, tá ið eg skrivaði grein um hvalakjaftarnar í Rættará. Solveig Isfeldt segði tá soleiðis í sambandi við, at maðurin Mynde druknaði í Nólsoyarfirði í 2004.– Hetta var døpur tíð hjá okkum øllum, tí Mynde bleiv ikki funnin aftur fyrr enn nakrar dagar eftir vannlukkuna uttanvert við Sumba, og hetta vóru langir og strævnir dagar at koma ígjøgnum.
– Men í stóru sorgini vóru vit øll fegin, tá ið boðini komu úr Sumba, at Mynde var funnin. Hann hevði bundið seg í línuni á bjargingarbátinum, sum óivað ikki var blástur upp í Nólsoyarfirði, men blástist upp, tá ið kassin óivað bleiv fastur í land í Suðuroy, segði Solveig tá við viðkomandi.
Eisini minnist eg hendingina, tá ið Ove Joensen druknaðí á Skálafjørðinum 26. november í 1987. Hetta var stutt eftir bragdið, tá ið Ove 1986 róði úr Føroyum til Keypmannahavnar í báti sínum Victoriu. Beiggin min stuðlaði Ova allar tríggjar ferðirnar við telefonum og aðrari útgerð. Hann var eisini í Hetlandi og hjálpti Ova at fáa bátin til Føroya, tá ferðin miseydnaðist ta einu ferðina.
Beiggi mín hevur sagt mær, at tá ið Ove fór til gravar í Nólsoy, segði Olevina mamma Ova við beiggjan mín nakað soleiðis: “Í allari sorgini eri eg fegin um, at Ove nú er grivin í heimbygdini,” Hvør skal siga, at tað ringasta, sum henda kundi var, at Ove fekk váta grøv.
Eg havi fylgt leitingini eftir unga oyndfirðinginum í fjølmiðlunum, og føroyska samfelagið, tað vil siga froskmenn, tyrla, vaktarskip, løgregla, smábátar, bjargingarfeløg og fólk á landi hava lagt nógv fyri. Vit kunnu øll vera errin, at eitt so stórt bjargingarlið kann stáplast upp á beinini, og at bjargingarfólkini sýna stórt áræði at finna unga mannin. Stóra leitingin varð avblást seinnapartin, tá ið ungi maðurin varð funnin í gjónni, og hetta vóru góð tíðindi at fáa.
Vit onnur á síðulinjuni kunnu ikki takka bjargingarfólkunum nóg mikið, tí samfelagið er lítið, og vit kenna hvør annan á ein ella annan hátt. Føroyingar um landið hava fylt leitingini og hava syrgt við familjuni í vónini um at finna unga mannin. Og endiliga eydnaðist hetta seinnapartin. Komi at hugsa um nógvu bjargingarfeløgini kring landið, sum hava so ómetaliga stóran týdning fyri okkara lítla samfelag, tað veri seg tá ið ódnirnar leika, og syndaligar vanlukkur henda. (Vagnur)
