
Neistakvinnur í 1973. St.f.h: Guðrun Horn, Svanna Hanusardóttir, Bergtóra Hanusardóttir, Bjarta Højgaard og Eydna Dánjalsson. Húkandi f.v: Rannvá Hanusardóttir, Marjun Hanusardóttir, Lisa Maria Djurhuus, Miriam Midjord og Bergljót Strøm.
Myndin omanfyri er av neistakvinnum í 1973. Um hetta mundið vóru neistakvinnur ógvuliga væl fyri, og vunnu tær FM-heitið fimm ár á rað frá 1969 til og við 1974. Í 1973 fóru vit líðandi frá uttandurahondbólti til innandurahondbólt. Høllin var komin í Klaksvík í 1968 og í Havn í 1970, men tað gingu nøkur ár, til FM-heitini uttandura blivu í staðin til FM-heiti innandura. Trupulleikin hesi árini var, at øll feløgini høvdu ikki høll, men tær komu so við og við.
Serligt við myndini frá 1973 er, at allar fýra Hanusardøturnar spældu á sama liði. Tað vóru tó Svanna og Rannvá, sum spældu longst á besta liðnum og spældu eisini á landsliðnum. Í 1973 var kappingin ikki so stór í kvinnudeildini, tí neistakvinnur høvdu flestu árini besta liðið. Í 1978 meldaður neistakvinnur til Europa cup og møttu polsku meistarunum. Báðir dystirnir vóru spældir í Føroyum í fullsettari høll í Havn. Hetta var eisini fyrstu ferð, vit í Føroyum sóu kvinnuligar yrkisspælarar eystanfyri. Og tað vóru sanniliga bulmiklir spælarar, sum høvdu vant styrkivenjingar í nógv ár og høvdu etið okkurt gott.
Frá 1966 til 1997 vunnu neistakvinnur 26 FM-heiti, meðan hini liðini hesu tretivu árini tilsamans vunnu seks heiti. Í 1968 VÍF, 1975 Kyndil, 1977, Stjørnan, 1981 Kyndil, 1991 Skála og 1993 Skála. Ja, so kunnu vit eisini nevna, at eftir at neistakvinnur vunnu FM-heitið í 1997 skuldu ganga fjúrtan ár til liðið aftur vann heitið. Hetta var í 2011, 2012 og 2013. Í nøkur ár spældu neistaliðini í stríputum troyggjum, men eftir nøkur ár fór felagið aftur til vanliga bláa litin.
Síðani kvinnurnar fóru at spæla um FM-heitið fyrstu ferð í 1943, hava hesi lið vunnið meistaraheitið. Neistin 39 ferðir, Stjørnan 8, Kyndil 5, VÍF 5, Søljan 5, VB 3, Skála 2, Vípan 2, EB 1 og Tjaldur 1 ferðir. (Vagnur)