Seinasta heilsan til varaskúlastjóran Svenning Tausen

Svenning Tausen var álitismaður.

Svenning Tausen var álitismaður.

5. november andaðist Svenning Tausen eftir drúgva sjúkralegu. Svenning, sum var úr Hovi og sonur Johann Michael Tausen og Dortheu f. Hammer, gjørdist 77 ára gamal. Svenning giftist Amy f. Olsen úr Rituvík. Tey eiga børnini Duritu og Magnus.

Svenning tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1958 og gjørdist lærari fyrst í Føroya Millum- og Realskúla frá 1958 til 1961 og síðani við realdeild Føroya Studentaskúla frá 1961 til 1974, tá ið hann gjørdist varaskúlatjóri í Eysturskúlanum, sum tá var nýggjur skúli.

Við gravarferðina hjá Svenningi í fullsettari Vesturkirkju segði Uni Næs prestur frá um alt, sum Svenning fekk frá hondini á lívsleiðini, og tað var ikki hissini tilfar. Svenning hevði stóran alsk fyri føroyska málinum, og hann savnaði, skrivaði og týddi bøkur til skúlabrúks, eitt nú Bíbliusøgur, Kristnikunnleika til skúlabrúks, Litfloru, Fuglar í Norðurhøvum og Heimsatlas.

Svenning hevur eisini rættlisið og málsliga viðgjørt bøkur at geva út, og til allar seinast rættlas hann tilfar í tøttum samstarvi við konuna. Mest sum alt, sum Svenning tókst við, hevði við føroyska málið og skúlaverkið at gera. Hann var nevndarlimur í Bókadeild Føroya Lærarafelags í fimtan ár. Hann var ein av teimum, sum stovnaði Skúlabókafelagið í 1963 og Bókamiðsøluna, har hann var nevndarlimur og formaður í trettan ár. Svenning var eisini nevndarlimur í málnevndini og navnanevndini bara at nevna nakrar av nevndunum, hann var limur í. Altíð vóru boð eftir Svenningi, tá ið brúk var fyri málkønum fólki í nevndum.

Tað var í realdeildini í Hoydølum, at eg fyrstu ferð hitti Svenning, hesin, helt eg tá, smædni lærarin úr Hovi. Minnini eru ikki góð frá realskúlanum í Hoydølum, tí eg tímdi ikki at ganga í skúla, og tað var ein Harrans lætti og ein feril av frælsi, tá ið pápi mín gav mær loyvi at fara í Grótbrotið við Oyggjarvegin at arbeiða í eitt ár og so at læra til bilmekanikara.

Seinni plagdu Svenning og eg at flenna at, tá ið eg var til próvtøku í evna-og alisfrøði í 1. real í Hoydølum, har Haraldsen var próvdómari. Sjálvandi gekk av skriðuni, tí mín hugar var tá slættis ikki til skúla. Svenning og eg hittust aftur,  tá ið hann var próvdómari hjá mær á Føroya Læraraskúla. Tá gekk betur. Svenning hevur óivað smílst innantanna, tí henda dagin gav hann mær hægsta próvtal í lærugreini lívfrøði. Nú var eg ikki fimtan ára gamal, men miðskeiðis í tjúguárunum og tímdi væl at ganga í skúla.

Í 1979 tók eg læraraprógv á Føroya Læraraskúla og fekk fast starv í Eysturskúlanum, har Steingrím Niclasen var skúlastjóri, Svenning Tausen varaskúlastjóri og Nina Mohr skrivstovukvinna. Ein frálíka væl skipað skúlaleiðsla, sum eg minnist aftur á við gleði. Eysturskúlin var nýggjur tá, og vit vóru nógvir ungir lærarar. Samanhaldið millum lærararnar var fyrimyndarligt, eisini takkað verið leiðsluni á skúlanum, og serliga minnist eg, at Steingrím og Svenning mangan sótu millum okkum lærarar í fríkorterinum, har prátið ikki snúði seg um børn og frálæru, men um ymist í samfelagnum annars. Hetta vóru áhugaverdar løtur.

Svenning var álvarsamur maður, men hittinorðaður og beinrakin á sín serliga hátt. Hann var ótrúliga góður við okkum lærarar, og hetta merkti eg frá fyrsta arbeiðsdegi í 1979. Svenning  plagdi at siga í skemti, at hini bæði uppi á brúnni funnist at honum, tí hann “forkelaði” lærararnar alt ov nógv. Svenning var nevniliga altíð til reiðar, um bøkur vantaðu, ella tú skuldi brúka onkra serliga uppgávu. “Tú skalt ikki hoppa og dansa fyri hasar lærararnar, teir kunnu sjálvir fara eftir tilfarinum”, plagdu Steingrím og Nina at siga við Svenning.

Tankarnir leita nú aftur til tíðina, tá ið Svenning gjørdist sjúkur. Hann hevði trupulleikar við hjartanum, og vit sóu á honum, hvussu tungt var hjá honum at ganga niðan trappurnar. Svenning fekk “umvælt” hjartað í Danmark, og fegin vóru vit at síggja, hvussu hann mentist fyri hvønn dag. Men Svenning mátti aftur til Danmarkar, og hesaferð gekst betur at fáa alt í rættlag, og tað sást á honum, hvussu fegin hann var um úrslitið.

Eg hevði nært samband við Svenning, tí eg arbeiddi sum ítróttaskrivari í frítíðini á 14. september og blaðstjóri á ítróttablaðnum Alt um ítrótt, sum kom út hvønn mánamorgun í 1985 og 1986. Í tøttum samstarvi við Svenning beindu vit føroyska ítróttamálið inn á røttu kósina. Vit lúkaðu øll tey útlendsku orðini úr ítróttamálinum og settu góð føroysk orð ístaðin. Nú søgdu og skrivaðu vit ikki “hjørna, straffi ella centerforward” men horna, brotsspark ella framherji. Seinni rættlas hann eisini eina bók, eg skrivaði til eina skaldsøgukapping, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri.

Í 1996 gavst Svenning sum varaskúlastjóri í Eysturskúlanum, men hann kom í skúlan at svimja um morgunin saman við nøkrum lærarum. Ikki havi eg slitið gátturnar hjá Svenningi, men vit hittust mangan á gøtuni, tí Svenning gekk hvønn dag eftir Landavegnum og Marknagilsvegnum. Hetta er sálarbót fyri meg, plagdi Svenning at siga.

Eg hevði altíð stóra virðing fyri Svenningi, og nógv við mær hava ótrúliga nógv at takka honum fyri, tí hann hevur givið okkum so nógv gott viðføri víðari á lívsleiðini. Ein starvsfelagi, góður lærari og málvinur er farin. Vit hava samkenslu við konu, børnum, svigardóttur og teimum fimm abbabørnunum.     (Vagnur Michelsen)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *