Tað er mangt, sum gongur fyri seg í okkara landi, sum fólk aðrastaðni slett ikki skilja, og sum bara kann fara fram í Føroyum. Tá ið talan er um trygd, eru Føroyar á nógvum økjum eitt u-land. Myrku og skitnu gomlu tunlarnir er bara eitt dømi um hetta. Í gjár hoyrdu vit í Kringvarpinum, at 10.000 bilar bíða eftir at koma til sýn. Serliga beit eg merki í, at sagt varð, at Akstovan hevði ikki orku at sýna bilarnar, og at mett var, at tað tók fýra ár hjá Akstovuni at fáa teir 10.000 bilarnar sýnaðar, og at alt kom í rættlag aftur.
Sjálvandi er tað ikki nøktandi fyri trygdina á vegunum, at so nógvir bilar ikki verða sýnaðir. Tað eru 20.500 persónbilar í Føroyum, og tá ið tey frá Akstovuni siga, at bussar og lastbilar verða tiknir framum, tá ið talan er um at sýna bilar, og at 10.000 bilar bíða eftir at verða sýnaðir, so bíða helvtina av øllum bilum eftir at verða sýnaðir sambært galdandi kunngerð. Ì míni verð er hetta ábyrgdarloysi.
Bæði Akstovan og Ráðið fyri Ferðslutrygd siga, at vantandi arbeiðsorka hjá Akstovuni ikki frítekur bileigarar fyri ábyrgd, tí hetta er ásett í ferðslulógini. Álvaratos, her hongur okkurt ikki saman. Halda Akstovan og Ráðið fyri Ferðslutrygd at vanligi bilførarin hevur skil fyri, um bilurin er í fullgóðum standi? Sjálvandi ikki. Bilførarin merkir, um bremsurnar ikki virka sum vanligt, og at bilurin ikki longur makkar rætt á vegnum, sum hann plagdi. Men sum gamal bilmekanikari veit eg, at tað er so nógv annað, sum sýnsmenninir kunnu síggja, sum bilførarin ikki veit nakað um. Hvussu við undirvogninum, bensinrørum, oljulekum, stoyddoyvarum og fjarðum. Hetta kannar sýnsmaðurin, tí tí tá bilurin fer á lyftaran.
Eg haldi, at tað er ábyrgdaroysi av landsins leiðslu, at 10.000 bilar ikki sleppa til sýn, tái ið teir sambært reglugerðini skulu sýnast. Hetta er slett ikki nøktandi. Akstovan boðar frá, at ein sýnsmaður er settur aftrat, men at tað er ikki nóg mikið. Sjálvandi skal landsins leiðsla játta neyðuga peningin, so tað ikki tekur Akstovuni fýra ár at koma á pláss aftur ella rættari fær slætt borð í sambandi við sýn av bilum. Vit hoyra mangan um reyða tráðin í nullloysnini í ferðsluni. Vantandi sýning av bilum er afturstig fyri nulloysnina, sum øll stremba eftir. (Vagnur)
