Tá ið eg hoyri í útvarpi rokktónleik frá 1960-árunum, reika tankarnir mangan, hvønn tónleik vit ungu lurtaðu eftir í 60-árunum. Inni hjá grannanum áttu tey plátur við millum annað Elvis Presley og Cliff Richard. Mær dámdi væl Cliff Richard, men við árunum fór mær at dáma betur tónleikabólkar sum Rolling Stones, Betleas og Kings. Orsøkin var óivað, at ein vinmaður keypti allar plátur, sum Rolling Stones og Kings góvu út, meðan eg sjálvur keypti Beatles plátur.
Tónleikabólkarnir, sum í 60 árunum komu undan kavi í Føroyum, “kopieraðu” útlendskan tónleik, og tónleikin funnu tónleikarar mangan í Radio Luxembourg. Við tíðini vóru alskyns plátur at keypa í radiohandlunum í Føroyum, og eg minnist, at eg kom skjótt at kenna fleiri aðrar góðar bólkar. Kann nevna The Hollies, Manfred Man, The Beach Boys, The Shadows, Hermans Hermits, The Searchers, The Small Faces, The Animals, The Tremeloes og The Who. Eg keypti fleiri plátur við The Beach Boys og The Shadows.
Vit skriva nú 2014, og áhugavert at fylgja við, hvørjir tónleikabólkar frá 60-árunum framvegis eru at hoyra í útvarpinum. The Rollings Stones og The Beatles hoyrast dagliga, og The Rolling Stones spælir framvegis, sjálvt um tónleikararnir eru farnir um tey sjeyti árini. Brian Jones doyði ungur og Bill Wyman fór úr bólkinum. Bara tveir beatlar eru eftir á lívi. John Lennon bleiv skotin og Georg Harrisson doyði av sjúku. Aðrir bólkar frá 60 árunum eru at hoyra av og á, men eingin tekur The Rolling Stones og Beatles í so máta. Songrøddin hjá Elvis Presley og Cliff Richard doyggja ongantíð.
Sjálvt um eg eigi fløgur við nýggjaru bólkum, so sita tónleikaminnini frá ungdómsárunum so djúpt í hjartarøtrunum, at bara eg hoyri ein tóna frá sangi frá 60-árunum, so koma fram góðum minnini. Tá ið eg fylti fimti ár, fekk eg eskju við átta fløgum við 160 sangum frá 60 árunum. Hesar fløgur goymi eg sum gull, tí tær siga mær so nógv um ungdómsárini, tá ið vit gingu í dansi serliga í Sjónleikarhúsinum og Klubban. (Vagnur)


