Áhugavert kjak hevur verið á Facebook, síðani tíðindini hoyrdust, at danski landsliðsvenjarnin Ulrik Wilbek hevur lovprísað føroyska hondbóltsspælaranum Jóhan á Plógv Hansen, sum danski venjarin møguliga einaferð sær sum danskur A-landsliðspælari.
Eg skrivaði nøkur orð til kjakið á Facebook, men eri farin úr kjakinum. Heldur vil eg koma við nøkrum tankum um føroyskan manshondbólt, sum eg kann minnast úr søguni. Vit spældu fyrsta hondbóltslandsdyst á útivølli ímóti íslendingum í 1964 í Gundadali. Vit spældu aftur í Gundadali ímóti íslendingum í 1968.
Síðani komu hallirnar, og tá byrjaði óivað besta landsliðstíðarskeiðið hjá føroyska manslandsliðnum. Manslandsliðið fór at spæla eina rúgvu av landsdystinum í 1970-árunum, tí Føroyar bleiv sjálvstøðug hondbóltstjóð og fekk møguleikan at kappast í C-bólkinum í Heimsmeistarakappingini. Hæddarpunktið var í 1980, tá ið C-HM kappingin varð fyriskipað í Føroyum. Føroyar spældu tá í bólki ímóti Italia, Eysturríki, Norra og Portugal, og áskoðarar streymaðu til hallirnar. Hetta minnist eg sum ótrúlig hondbóltsuppliving. Føroyar hildu í 1980-árunum fram at spæla í C-HM kappingini, men so bleiv HM-kappingin broytt, og C-HM kappingin varð skrottað.
Nú er talan um ungan evnaríkan hondbóltsspælara, sum ætlar sær fyrst á donsk ungdómslandslið og kanska seinni á danska A-landsliðið. Ungi spælarin livir og doyr fyri hondbóltsspælinum, men tá ið talan er um landsliðsmøguleikar, so hevur Jóhan á Plógv Hansen slett ikki somu møguleikar, sum tildømis ungir føroyskir fótbóltsspælarar. Hesir spæla eins nógvar landsdystir, sum ungir spælarar í øðrum londum. Tí er eingin meining í, at fótbóltsspælarar vilja spæla fyri annað land heldur enn Føroyar. Eg skilji heilt væl støðuna hjá Jóhan, og sjálvandi tekur hann av møguleikanum.
Orsøkin til hesi orðini eru fyrst og fremt tað, landsliðsvenjarin Kári Nielsen segði í útvarpinum týskvøldið. Hann segði, at ein hondbóltsspælari kann bara skifta land einaferð sambært reglum í altjóða hondbóltssamgonguni. Hetta er ótrúliga óheppið, tí siga vit, at tildømis Jóhan flytir aftur til Føroya eftir lokna útbúgvin, so má maðurin sjálvandi sleppa at spæla á føroyska landsliðnum. Men tað kann hann ikki, fer hann nú at spæla á donskum landsliði.
Nù kundi onkur spurt, hví svimjarin Pál Joensen kundi umboða Danmark í olympisku leikunum í Onglandi, og so mánaðar seinni svimja á føroyska landsliðnum. Eg havi spurt meg fyri í Svimjisambandinum, og har siga tey, at reglur um at skifta og umboða annað land eru ymiskar frá ítróttagrein til ítróttagrein. Svimjarin Magnus Jákupsson er føroyingur og svimur fyri Danmark, men kemur hann aftur til Føroyar og vil svimja fyri Føroyar, so skulu ganga tólv mánaðir, áðrenn hann fær loyvi til tess.
Tá ið talan er um olympiska luttøku, so hava danir serligar reglur, tí kundi Pál Joensen umboða Danmark í OL seinast í Onglandi. Danska Olympiska nevndin er hevjað yvir øllum bæði landsliðum, ÍSF og danska svimjisambandinum. Hon er sjálvstøðug eind og hevur sínar egnu reglur. Pál skuldi bara hava tólv dagar svimjibann frá føroyskari svimjing til tess at umboða Danmark í olympisku kappingini. Hetta eru góðar treytir hjá ungum svimjara, sum verulig vil nakað.
HSF hevur einki miðvíst landsliðsarbeiði at bjóða føroyskum spælarum, tí skal Jóhan sjálvandi taka av møguleikanum at spæla á donskum landsliði. Hann er ungur og evnaríkur, og tá ið hann vil so nógv við hondbóltsspælinum, skal hann sjálvandi taka av møguleikanum. Og er hondbóltsleiðin hjá Jóhan so lovandi, sum hon er í løtuni, so kemur hann møguliga ikki aftur til Føroyar, fyrr enn hondbóltstíð hansara er av. (Vagnur)

