Tey arbeiða saman um kappróðurin í Sundalagnum

Hvalvíkar/Streymneser róðrarfelag eigur 6-mannafarið Hvessing. (Mynd Álvur)

Hitti Fríðu við Streym í telefonini og spurdi hana, hvussu stendur til at manna bátar í Sundalagnum. Har eru Sunda róðrarfelag, Hósvíkar róðrarfelag og Hvalvíkar/Streynesar róðarfelag. Hon segði mær, at tað er Sunda Róðrarfelag, sum mannar 6-mannafarið Hvessing við kvinnum og 5-mannafarið Hvassa við gentum.

Í fjør var øll manningin umborð á Hvessingi úr Sunda róðrarfelag, men í ár er rógvari komin úr Vestmanna, ein úr Klaksvík og ein rógvari eru Hvalvík. Tær fýra kvinnurnar úr Sunda róðrarfelag hava allar róð við 5-mannafarinum Hvassa. Tað er Hvalvíkar/Streymnesar róðrarfelag, sum eigur Hvessing.

Fríða veit bara um eina manning aftrat har á leiðini, og tað er 5-mannafarið Falkur mannaður við kvinnum, men sum eg skilti, so miðaðu hesar kvinnur ikki eftir so nógvum í summar. Tað kann tykjast løgið, at tað ikki eydnast teimum trimum róðrarfeløgunum at útvega eina barnamanning, tí einaferð var nógv kappróðrarvirksemið í Sundalagnum. Vit minnast sigurrøðina hjá Hvessingini við monnum, og bátar hjá Hòsvíkar róðrarfelag hava eisini verið frammalagi. Kanska er so stórur áhugi fyri fótbólti í Sundalagnum, nú EB/Streymur stendur seg so væl, at pláss er ikki fyri kappróðri í hvørfall millum dreingir og menn.

Veit ikki, um eg fari skeivur, men fái bara eygað á trý 6-mannafør við kvinnum, sum vit kunnu rokna við í summar. Rádni úr Fuglafirði, Páll Fangi úr Klaksvík og Hvessing úr Sundalagnum. Havi frætt, at 6-mannafar við kvinnum úr Róðrarfelagnum Knørri eisini eru við á norðoyastevnu, men hetta eru eldri kvinnur, sum tú ikki kanst rokna við kappast um fyrsta plássið. Alt hetta fáa vit at vita týsdagin, tá ið Róðrarsambandið boðar frá endaliga startlistanum. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *