Kyndil vil selja Gundadalshøllina til Tórshavnar kommunu

Gundadalshøllin er væl rikin høll og í góðum standi. Eingin skuld er í høllini. (Mynd Vagnur)

Høllin á Hálsi varð tikin í nýtslu í 1970, men tað vísti seg skjótt, at eftirspurningurin eftir hallartímum var ov lítil í Havn, áðrenn fyrsta høllin í høvuðsstaðnum var liðug. HB, B36, Havnar Badmintonfelag, Kyndil og Neistin høvdu rættin til hallartímarnar. Tí tóku Fleyr, Kyndil og Neistin stig at byggja Gundadalshøllina, sum læt upp fyri fyrstu venjingum í 1984. Høllin kostaði ellivu milliónir krónur.

Men tað vísti seg skjótt, at sjálvt um høllin fekk 30% í stuðli frá Tórshavnar kommunu og 30% í stuðli frá Føroya Landsstýri, so vóru einar fimm milliónir í skuld ov stór upphædd hjá feløgunum at bera. Høllin fór av knóranum í 1991, og skuldin var tá komin heilt upp á 8,7 milliónir. Leiðslan í høllini tá rullaði kavabóltin undan sær og lánti pening frá fíggjarstovnum í Føroyum at senda víðari til kredittfelag í Danmark. Hetta bar til í teimum “glade” 80 árunum, men henda gongdin bar sjálvandi ikki til í longdini.

Nakað av rumbli var millum Kyndil, Neistan og Fleyr, tí Neistin vildi ikki lata høllina fara á aðrar hendur og ætlaði sjálvt at keypa høllina aftur frá danska kredittfelagnum fyri 4,1 milliónir. Men áðrenn keypið gjørdist veruleiki, traðkaði Føroya Sparikassa til og keypti høllina fyri 3,9 milliónir fyri síðani at selja Kyndil, Neistanum og Fleyr høllina aftur fyri somu upphædd. Slparikassin hevði eisini lánt høllini pening til skuld.

Sparikassin tryggjaði sær, at fýra lán vóru í høllini. Tríggjar milliónir til sjálva høllina, og 300.000 krónur í part til feløgini.

Hetta var sjálvandi allarbesti endin av tvingsilssøluni, tí nú kundu tey trý feløgini halda fram við virkseminum í høllini. Eg var formaður í Neistanum um hetta mundið og hevði verið atfinningarsamur um fíggjarligu gongdina í høllini. Nú  kom eg sjálvur í hallarnevndina. Gólvið í høllini var ógvuliga illa slitið av nógva dansinum og framsýningunum, og høllin var tá í ringum standi.

Nakað seinni komu Bent Jákup Hansen at umboða Kyndil og Líggjast Høgnesen at umboð Fleyr í hallarnevndni, og hava vit tríggir í nú nógv Harrans ár havt fyrimyndarligt samstarv í hallarnevndini.

Fyri fimtan árum síðani komu vit til niðurstøðuna at steðga øllum dansi í høllini, tí tey ungu knústu alt sundur og serliga skiftingarrúmunum. Serliga kom  flogbólturin at plágast av hesum, tí torført var at fáa gólvið nóg reint til flogbólt eftir stóran dans. Vit tóku tá nýtt tak at umvæla hallargólvið fyri hálva millión krónur. Gólvið var brotið í fleiri støðum av tungum bilum, trukkum og maskinum. Íslendsk fyritøka gjørdi gólvið sum nýtt aftur, og í framtíðini sluppu bara ítróttaskógvar á gólvið.

Umvælingin varð gjørd í 1996, og vit skriva nú 2012. Gólvið er framvegis sum nýtt, og høllin er í ótrúliga góðum standi, eingin skuldi er í høllini, og høllin hevur frálíkan hallarvørð í Fríða Gregoriussen

Kyndil vil selja Gundadalshøllina   

Vit tríggir í hallarnevndini stóðu í vikuni sum kánus, tá ið frættist, at Kyndil hevði tikið stig at selja høllina til Tórshavnar kommunu og hevði biðið Fleyr og Neistan koma á fund. Einki høvdu vit í hallarnevndini fingið at vita um ætlanina, og vit stóðu spyrjandi, tá ið vit eisini frættu, at fólk frá fyritøkum í Havn gingu í høllini og tóku myndir, mátaðu og kannaðu ymist. Løgin mannagongd vóru vit samdir um.

Vit tríggir í nevndini eru “eldri” menn og eru sjálvandi góðir við høllina, sum vit í so nógv ár hava stríðst fyri umboðandi okkara feløg. Men vit kunnu ikki gera av, um høllin skal seljast ella ikki. Fólk í Kyndli siga, at tey ikki longur tíma at stríðast fyri hallarleigu og vilja heldur brúka orkuna til hondbóltin. Tey vilja hava somu sømdir sum H71 og KÍF, men har fara kyndilsfólkini skeiv.

Veruleikin er, at Kyndil sleppur ikki bíligari í hallarleigu, um høllin verður seld. Feløgini gjalda 75 krónur um tíman í Høllini á Hálsi og Hoyvíkshøllini og 130 krónur í Gundadalshøllini, men feløgini fáa hallarstuðul frá Tórshavnar kommunu, so veruliga hallarleigan í Gundadalshøllini er ikki meira enn 75 til 80 krónur um tíman.

Sjálvur haldi eg, at tað er armóðstekin hjá felagið at selja vælvirkandi ogn. Tú selir bara av neyð. Hallarleigan hjá feløgunum í Gundadalshøllini er ikki meira um árið, enn ein íbúð kostar at fíggja til útlendskan spælara. Og fær felag nøkur oyru við søluni, so er hetta bara løtuvinningur.

Tað er mín vón, at feløgini í Kyndil, Neistin og Fleyr veruliga hugsa seg um, um tey ætla at selja høllina, tí eftir møguliga sølu koma nýggjar tíðir í høllini. Í løtuni eru tað feløgini, sum hava lykilin til høllina og hava allan avgerðarrætt, og hetta er ótrúligur fyrimunur. Eftir møguliga sølu eru tað onnur, sum ráða fyri borgum í høllini og gera av, hvør skal í høllina, og hvat høllin skal brúkast til.

Gundadalshøllin má vera bílígasta rikna høllin í Føroyum, og óivað eisini best hildna høllin. Tað fíggjarliga stendur Óli Hansen frá Hansam fyri. Óli er fleyrmaður og góður við høllina. So eru tað vit tríggir í hallarnevndini, sum allir eisini eru góðir við høllina og frálíki hallarvørðurin Fríði Gregoriussen. Í mínari verð eitt frálíkt hallartoymi.

Gundadalshøllin kann sjálvandi ikki seljast Tórshavnar kommunu uttan øll trý feløgini eru samd um hetta, og í seinasta enda eru tað aðalfundirnir í feløgunum, sum  hava seinasta orðið í sølumálinum.

Haldið mær til góðar. Eg dugi ongan fyrimun at síggja feløgini fáa, um tey selja høllina til Tórshavnar kommunu. Heldur tvørturímóti. (Vagnur Michelsen)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

3 tanker om “Kyndil vil selja Gundadalshøllina til Tórshavnar kommunu

    • Fyrst og fremst haldi eg tad virkuliga gott, at tú ert byrjaður við egnari heimasídu. Tað hevur verið nakað deyðligt síðan tú gavst á neistin.fo. Sjálvandi skal Kyndil ikki selja sín part av høllini. Tey skuldu heldur roynt at fingið Tórshavnar Kommunu at stuðlað við meiri peningi, so man nærkast leistinum, ið er galdandi fyri fótbóltin í Havn , har HB og B36 brúka ovara og niðara vøll fyri lítið og einki, allarhelst ókeypis.
      Annars haldi eg ikki, at summi neistafólk kunnu tosa um vánaliga leiðslu, og so slett ikki at tosa um løtuvinning. Tað haldi eg, tað seinasta árið er eitt gott dømi um.

  1. Kyndil hevur ikki tikið avgerð um at selja nakra høll, tí ongin aðalfundur hevur verið um hetta, men Kyndil hevur saman við Neistanum og Fleyr umrøtt, hvørjir fyrimunir og vansar eru við at eiga ella kanska selja høllina. Staðfestir eru bæði fyrimunir og vansar. Væl kann hugsast, at leisturin í framtíðini verður akkurát tann sami sum nú. Hetta gera feløgini av innanhýsis og sínámillum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *