Soleiðis málber Heri Simonsen seg í leiðaranum í Ítrótti í Sosialinum mánadagin 3. juni. Heri sipar til, at áskoðaratalið til fótbóltsdystirnar i Gundadali minkar ár um ár. Bara 300 áskoðarar sóu grannadystin millum HB og AB, har meginparturin av áskoðarunum vóru AB-áskoðarar. Eisini vísir Heri á, at grannauppgerðirnar millum HB og B36 ikki longur savna eins nógvar áskoðarar sum fyri fáum árum síðani. Eru fótbóltsáhugað havnarfólk gírig ella líkasæt? Spyr Heri. Nei, sigi eg. Havnarfólk eru ikki gírig ella líkasæl, orsøkin skal finnast aðrastaðni, og eg haldi, at høvuðsorsøkirnar eru tríggjar, at fólk ikki tíma í Gundadal.
1. Tað er ov nógv at taka 80 krónur fyri ein fótbóltsdyst. Feløgini áttu allar fyrst at lækkað kostnaðin niður 50 krónur, tí so koma fleiri áskoðarar. 2. Gjøgnutrekkurin av spælarum millum feløgini er blivin alt ov stórur, at áskoðarin, sum kanska ikki gongur so høgt upp í fótbólt, men tó dámar væl at fara Gundadal sunnudag, kennist slett ikki við nógvar av spælarunum, tí útskiftingin av spælarum er so stór. Helvtin av spælarunum eru slett ikki uppvaksnir í felagnum, og teir koma og fara, alt eftir, hvar lønin er best. 3. Føroyingar fylgja væl við útlendskum fótbólti, og tá ið tú skalt síggja allar dystirnar, sum Liverpool ella Manchester spæla í árinum, kanska eisini síggja allar dystirnar hjá Barcelona í sjónvarpinum og Dortmund ella Bayern München, so tíma fólk ikki Gundadal sunnudag. Tey eru mettað við fótbólti, og bara teir allar trúgvastu áskoðararnir fara í Gundadal.
Ein møgulig fjórða orsøk kann vera, at áskoðaratalið minkaði, tá ið fótbóltskappingin varð longd frá 18 dystum til 27 dystir. Í mun til fólkatalið í Tórshavn, vóru nógv fleiri áskoðarar til fótbóltsdystirnar í mínum ungdómsárum, enn tað eru í dag. Tá vóru tilboðini í samfelagnum ikki eins nógv og nú. Eitt er greitt, fótbólturin kappast eisini við stevnur, festivalar og onnur tiltøk, sum skipað verða fyri um alt landið í summarhálvuni.
Síðani peningur kom í føroyskan ítrótt og serliga fótbólt, er so ómetaliga nógv hent á økinum. Bara fyri kanska tjúgu árum síðani vóru mestsum allir spælararnir í HB og B36 uppvaksnir í felagnum. Nakrir spælarar uttanfyri Havnina komu til Havnar at ganga í skúla og spældu tí við HB ella B36, men høvuðmanningin ár um ár vóru spælarar uppvaksnir í feløgnum. Vit kunnu bara hyggja at myndunum frá hesum árunum. Eg tosi við nógv fólk um ítrótt, og nógv hava áskoðanina, at peningur stýrir alt ov nógv ítróttinum. Felagsandin millum spælarar er býur í Kina, og ungu spælararnir fara har, lønin er best.
Eg skal heilsa og siga, at tað er ikki bara í fótbóltinum, at áskoðaratalið minkar. Fáir áskoðarar síggja hondbóltsdystirnar, sum Neistin, Kyndil og H71 spæla í grundspælinum. Nógvir áskoðarar vilja síggja FM-finalurnar og steypafinalurnar. Tó er at siga, at nógvir áskoðarar koma í høllina í Kollafirði og í Vági, men tað er eisini minkað við áskoðarum í Vestmanna. Áskoðararnir fækkaðu, tí kostnaðurin fór frá 50 krónum til 70 krónum.
Vit eru óivað blivin so “forvand”, tí so nógvur ítróttur er at síggja í sjónvarpinum, at vit nú seta heilt onnur krøv. At havnarfólk eru gírig og líkasæl, trúgvi eg einki uppá.
Tá ið vit eru við fótbóltsáskoðarar, so steyma áskoðarar ikki júst til landsdystirnar, sjálvt um mótstøðuliðið hjá føroyingum eru Frakland, Týskaland ella okkurt onkur onnur kend fótbóltstjóð. Tað er bara hendingaferð, at vit megna at fylla øll áskoðaraplássini. (Vagnur)

