Gekk væl at avgreiða norðoyastevnuróðrarnar – myndir av vinnarum niðanfyri

So eydnaðist Suðuroyingi at vinna á Klaksvíkingi í Klaksvík. (Mynd Hvannrók)

So eydnaðist Suðuroyingi at vinna á Klaksvíkingi í Klaksvík. (Mynd Hvannrók)

Fólk iðra seg óivað um, at tað ikki eydnaðist Krinvarpi Føroya at vísa FM-róðrarnar á norðoyastevnu beinleiðis, tí tekniskt brek forðaði hesum. Krinvarpið boðaði frá, at allir róðrarnir kunnu síggjast seinni á netinum. Tað gekk væl at avgreiða róðrarnar á norðoyastevnu, sjálvt um neyðugt var við tveimum umstartum, og at síðuvindur serliga darvaði fyrstu tveir róðrarnar. Eg geri mær nógvar tankar um føroyskan kappróður, meðan eg arbeiði við tilfarinum. Nógvir ótrúliga góðir positivir tankar, men eisini ávísir daprir tankar um framtíðina hjá føroyskum kappróðri. Vit skulu sjálvandi fegnast um tað, sum gott er, og vit skulu øll taka tøk. Myndir av vinnarunum eru niðanfyri.

Sammeta vit norðoyastevnuróðurin í ár og norðoyastevnuróðurin í fjør, er bátatalið nakað tað sama bæði árini. Tó rógva fleiri barnamanningar og fleiri 6-mannafør við monnum, sum sær út at gerast áhugaverd og spennandi kapping. 5-mannafør gentum, 5-mannafør kvinnum og 6-mannafør kvinnum halda tørn, sjálvt um ynskiligt var, at javnari var millum bátarnar. Hetta er alt ógvuliga positivt, men tankarnir leita til 8-mannaførini og 10-mannaførini, sum eg haldi eru í vanda. Sum eg skilti á lagnum gekk ikki væl at mannað Gullbrand, og kappingin í Klaksvík stóð bara millum Argjabátin og Miðvingin.

Stuttligt at Junkarin úr ´Kvívík vann barnaróðurin. (Mynd Hvannrók)

Stuttligt at Junkarin úr ´Kvívík vann barnaróðurin. (Mynd Hvannrók)

Er talan um 10-mannaførini, so kundi vit upplivað bara eitt 10-mannafar í summar, tí tey ætlaðu ikki at manna Klaksvíking, og tað gleðiliga hendi, at oldboysmenninir umborð á Havnarbátinum bjóðaðu seg fram í “bestu deildini”, so 10-mannaførini blivu tríggir bátar. Eg haldi, at tað er so ótrúliga týdningarmikið, at róðrarfeløgini kring landið veruliga gera átøk til tess at fáa mannað fleiri bátar. Vit sóu átøkini hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ í vetur, sum bar frukt, bara at nevna eitt dømi.

Títlingur úr Havnar Róðrarfelag vann barnaróðurin gentur. (Mynd Hvannrók)

Títlingur úr Havnar Róðrarfelag vann barnaróðurin gentur. (Mynd Hvannrók)

Kappróður er so ótrúliga áhugaverd og spennandi ítróttagrein. Kringvarpið varpar út og vísir myndir beinleiðis, bløðini taka myndir og skriva greinar, og vit onnur hjálpa til, tí vit eru so góð við føroyskan kappróður. Myndamaður hjá heimasíðuni tók nakrar myndir, tá ið vinnandi manningarnar fingu heiðursmerki og steyp. Vónleyst var at fáa nøvnini á øllum rógvarum, men ynskja tit nøvndini undir myndirnar, er at senda nøvnini til Vagnur@olivant. fo Standandi frá vinstru o.s.fr. (Vagnur)

Suðoyingur rør nakað øðrvísi enn í fjør. Nú er rógva teir seigari róður enn i fjør. (Mynd Hvannrók)

Suðoyingur rør nakað øðrvísi enn í fjør. Nú er rógva teir seigari róður enn i fjør. (Mynd Hvannrók)

Argjabáturin vann tryggan róður, og fleiri av rógvarunum róði í fjør við Lómi. (Mynd Hvannrók)

Argjabáturin vann tryggan róður, og fleiri rógvarar róðu í fjør við Lómi. (Mynd Hvannrók)

Sølmundur úr Runavík vann 6-mannafarsróðurin ið monnum. Næsta ár mugu vit eisini síggja Heiðabátin og Eysturoyingin. (Mynd Hvannrók)

Sølmundur úr Runavík vann 6-mannafarsróðurin við monnum. Næsta ár mugu vit eisini síggja Heiðabátin og Eysturoyingin. (Mynd Hvannrók)

So er Jarnbardur 6-mannafar kvinnur aftur í toppinum. Tær vóru tjúgu sekund frammanfyri næsta bát. (Mynd Hvannrók)

So er Jarnbardur 6-mannafar kvinnur aftur í toppinum. Tær vóru tjúgu sekund frammanfyri næsta bát. (Mynd Hvannrók)

Havfrúgvin 5-mannafar við kvinnum vann á norðoyastevnu, og tær verða torførar at basa í summar. (Mynd Hvannrók)

Havfrúgvin 5-mannafar við kvinnum úr Vestmanna vann á norðoyastevnu, og tær verða torførar at basa í summar. (Mynd Hvannrók)

Royndin Fríða úr Vági vann dreingjaróðurin í harðari kapping við Drekan og Jallin úr Havn. (Mynd Hvannrók)

Royndin Fríða úr Vági vann dreingjaróðurin í harðari kapping við Drekan og Jallin úr Havn. (Mynd Hvannrók)

5-mannafarið Erla Kongsdóttir við gentum úr Fuglafirði vann trygt róðurin. (Mynd Hvannrók)

5-mannafarið Erla Kongsdóttir við gentum úr Fuglafirði vann trygt róðurin. (Mynd Hvannrók)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *