Úr myndasavninum – Eftir 22 ára “FM-turk” vinnur Neistin FM-heitið í 2000

Heini Hanusarson og Áki Olsen vóru toppskjúttar í kappingini. (Mynd Vagnur)

Heini Hanusarson og Áki Olsen vóru toppskjúttar í kappingini í 2000.  (Mynd Vagnur)

Besta manslið hjá Neistanum hevur vunnið FM-heitið átta ferðir. Í 1949, 1953, 1955, 1978, 2000, 2008, 2010 og 2011. Fyrstu tríggjar ferðirnar í 1949, 1953 og 1955 veit eg lítið um, og eg havi higartil ongan felagsmynd funnið av meistarunum frá hesum árunum. Í 1978 spældi eg sjálvir við neistaliðnum við Hanusi Joensen sum venjara, men so skuldu ganga 22 ár til næsta FM-heitið hjá neistamonnum, og tað gjørdist bæði søguligt og serligt. Nú skuldu øll segl setast at vinna FM-heitið, og Neistin hevði ótrúliga gott lið hetta kappingarárið. Páll Poulsen var høvuðsvenjari, og á liðnum vóru so góðir spælarar sum Áki Olsen, Heini Hanusarson, Finnur Hansson og Kári Mortensen og aðrir. Søgan um Áka Olsen úr VÍF er serlig og áhugaverd.

Ein bólkur av gomlum neistaspælarum varð settur at útvega einar tveir góðar spælarar aftrat, so neistaliðið náddi heilt upp á tindin. Heini Hanusarson og Finnur Hansson spældu í Neistanum, men Páll Poulsen metti, at skuldi neistamenn vinna FM-heitið, mátti fáast ein skjútti aftrat í bakketuna. Áki Olsen úr VÍF var um hetta mundið ein av bestu spælarum í Føroyum, og fólk í neistaleguni høvdu hoyrt graml um, at tað prutlaði eitt sindur undir lokinum millum venjara og spælarar á besta mansliði í Vestmanna.

Neistahópurin kappingarárið 1999/2000. Aftast f.v: Páll Poulsen, venjari, Rani Slættanes, Petur Didriksen, Elmar Ósa, Finnur Hansson, Freddie Poulsen og Bjartur Brekkstein, liðleiðari. Miðjan f.v: Áki Mørk, Kári Mortensen, Dánjal á Neystabø, Heini Hanusarson, Áki Olsen, Hans Laksá og Karl Oddmar Rasmussen. Fremst f.v: Regin Petersen, ?, Bogi Henriksen, Páll Nolsoy, Petur Magnusson, Finn Mørk og Helgi Justinussen. (Mynd Vagnur)

Neistahópurin kappingarárið 1999/2000. Aftast f.v: Páll Poulsen, venjari, Rani Slættanes, Petur Didriksen, Elmar Ósa, Finnur Hansson, Freddie Poulsen og Bjartur Brekkstein, liðleiðari. Miðjan f.v: Áki Mørk, Kári Mortensen, Dánjal á Neystabø, Heini Hanusarson, Áki Olsen, Hans Laksá og Karl Oddmar Rasmussen. Fremst f.v: Regin Petersen, Rasmus Rasmussen, Bogi Henriksen, Páll Nólsoy, Petur Magnusson, Finn Mørk og Helgi Justinussen. (Mynd Vagnur)

Søgur gingu eisini um, at Áki Olsen var so mikið góður spælari, at okkurt danskt felag hevði sýnt honum áhuga, men Áki hevði ikki hug at fara av landinum at spæla hondbólti. Páll Poulsen er vestmenningur og kendi væl Áki, og søgan sigur, at Páll skal hava hitt Áka og sagt við hann: “Hví royndir tú ikki okkurt nýtt á hondbóltsleiðini og kemur í Neistan at spæla eitt kappingarár”. Àki hyggur uppá Páll og sigur: “Tað kundi verið áhugavert at roynt”, sigur Áki. Seinni segði onkur, at Áki gjørdi skjótt av, tí foreldrini Ivan og Erla Olsen vóru uttanlands, og tí mátti Áki gera skjótt av at skifta felag.

Áki Olsen var hetta árið besti vinstri bakkur í Føroyum.

Áki Olsen var hetta árið besti vinstri bakkur í Føroyum.

Eingin ivi er um, at Neistin vantaði júst ein spælara sum Áka til tess at fáa Neistan heilt fram í oddin. Áki var skaddur stóran part av fyrru hálvu í kappingini, men eftir nýggjar spældi hann ótrúliga væl. Heini Hanusarson spældi høgri bakkur, Kári Mortensen høgri vongur, Finnur Hansson og Áki Mørk, sum tá var ungur, spældu mest á miðjuni, Áki Olsen spældi vinstri bakkur saman við Finni Hansson, Helgi Justinussen spældi vinstri vongur og Elmar Ósa og Karl Oddmar Rasmussen spældu á linjuni.

So vóru aðrir spælarar at skifta við millum annað spældi Petur Didriksen úr Vestmanna var eisini á liðnum. Neistaliðið var væl mannað á øllum plássum við Boga Henriksen og Petur Magnusson í málinum.

Neistamenn vunnu FM-heitið hetta árið og sjálvandi var stórur rómur í felagnum, har veitslur vóru hildnar bæði í eyst og vest. Men Neistin kundi ikki mannað eins gott lið næsta kappingarár, tí Áki Olsen fór aftur til Vestmannar og Heini Hanusarson fór til Danmarkar í lestrarørindum. Heini og Áki kappaðust um at gerast toppskjútti í kappingini, og fyri seinasta dyst lógu teir stavn um stavn.

Sagt verður, at Áki ikki var eins áhugaður at gerast toppskjútti og Heini, og tað sigst, at Heini undir seinasta dysti fylgdi væl við, hvussu nógv mál hann hevði skotið, og hvussu nógv mál Áki hevði skotið. Allar seinast í dystinum stóð á jøvnum teirra millum, og Neistin fær brotskast, sum venjarin Páll Poulsen biður Áka skjóta. Áki tekur bóltin í hondina og fer yvir til Heina og sigur: “Skjót tú heldur brotskastið”. Heini skjýtur brotskastið í málið, og Heini gjørdist tí toppskjútti í kappingini, og Áki gjørdist nummar tvey við einum máli færri.

Síðani skulu vit til árið 2008, tá ið neistamenn aftur vinna FM-heitið við Inga Olsen sum venjara. Neistamenn vunnu eisini FM-heitið í 2010 og 2011 eisini við Inga Olsen sum venjara, og einki er at ivast í, at neistaliðið frá 2010 og 2011 við millum annað dananum David Edvardsen á liðnum man vera eitt av bestu føroysku liðunum nakrantíð, sjálvt um torført er at sammeta lið, tí hondbóltsspælið broytist alla tíðina. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *