
Havnarbáturin kemur ístaðni fyri Vestmenning. Trý 10-mannafør í summar. Suðuroyingur, Klaksvíkingur og Havnarbáturin.
Eg havi loddað dýpið kring landið, hvussu gongst at manna kappróðrarnar í summar, havi ringt til mest sum øll feløgini, men okkurt felag fái eg ikki fatur á. Fyrsti FM-róðurin er í Klaksvík leygardagin 1. juni, og staðfestast kann, at tað síggjast glottar frá í fjør, men kappróðrinum má enn sigast at vera í “lítlari” kreppu, tí bátarnir eru ov fáir. Gleðiligt er at síggja, at Kappróðrarfelagið NSÍ hevur við átøkum fótað sær aftur. Løgin kensla at tosa við nevndarlimir til kring landið, tí øll, eg tosi við, eru hørm um, at 8-mannaførini skulu rógva 2000 metrar, meðan tey einki hava ímóti, at 6-mannaførini við monnum nú rógva 1000 metrar. Øll siga, at má róðrarteinur strikast, so er tað 2000 metrateinurin hjá 10-mannaførunum.
Byrja vit fyrst úti á Argjum, so rør Argjabáturin, Lómur við kvinnum og monnum, Teistin við kvinnum, Blikur við gentum og dreingjum, meðan enn er eingin barnamanning. Róðrarfelagið Knørrur mannar tvey 6-mannafør við monnum Herning og Jarnbard, Jarnbard við kvinnum, Jallin við dreingjum og tvær barnamanninar við gentum. Í Havnar Róðrarfelag rør Havnarbáturin, Gongurólvur við monnum, Drekin við dreingjum, Sílið við dreingjum og gentum og Títlingur barnaróður gentur.
Eitt sindur dapurt at ringja til Vestmannar, tí har rør bara Havfrúgvin við kvinnum og Havfrúgvin barnamanning dreingir. Ì Kvívík fekk eg at vita, at har rør Junkarin við dreingjum, men so var Kvívíkiingur sæddur á floti, men viðkomandi segði mær, at hetta var til stuttleika, men kanska síggja vit tó Kvívíking í FM-róðri seinni í summar.
Tað eydnaðist at manna Klakvíking við monnum, og Fípan Fagra og Tekla við dreingjum rógva. Viðkomandi eg tosaði við visti ikki um nakra manning í Árnafirði ella Hvannasundi/Norðdepli. Inni í Eysturoynni royna tey at halda tørn, og nú er eydnast hjá NSÍ kappróðri at manna fleiri bátar. Sølmundur rør við monnum, Spógvin og Tjaldrið við dreingjum, Tjaldrið við kvinnum, tvær gentumanningar, sum antin rógva við Tjaldrinum, Spógvanum ella Ternuni. Eisini rógva dreingir og gentur barnaróður. Og kanska síggja við 8-mannafarið Heiðabátin seinni í summar, verður sagt.
Í Fuglafirði stóð á at manna Gullbrand, men báturin er mannaður. Eisíni rør Erla Kongsdóttir við gentum og 6-mannafarið Rádni við kvinnum. Havi eisini hitt Anfinn Gærdum á Strondum, og hann er keddur um, at eingin undanróður verður á Skála í summar, tí hann heldur, at serliga nýggir rógvara hava brúk fyri undankapping til tess at venja seg at starta og annars vera til kapping. 6-mannafarið Strálan við monnum rør í summar.
Vent er í holini í Miðvági, tí einaferð róðu nógvar gentur og kvinnur í felagnum, men nú rør Miðvingur, Riddarin við monnum, Frúgvin barnaróður dreingir og Beinta barnaróður gentur. Í Sandavági er Ørnin mannað við gentum og kvinnum. Fara vit í Sundalagi, er 5-mannafarið Falkur mannaður við kvinnum, men eingin bátur er mannaður í Hvalvík/Streymnesi. Sunda Róðrarfelag hevði mannað Hvassa við gentum, men hetta er vorðin av ongum..
Í Suðuroy er Suðuroyingur mannaður, eisini Tvørabáturin við monnum og Royndin Fríða við gentum og dreingjum. Tey høvdu kvinnumanning til Firvald, men báturin er aftur lagdur, tí tvær kvinnur fóru av bátinum.
Taka vit saman um, eru bátarnir hesir, og vónandi kemur onkur bátur aftrat: 10-mannafør: Suðuroyingur, Klaksvíkingur og Havnarbáturin. 8-mannafør: Argjabáturin, Miðvíngur og Gullbrandur: 6-mannfør kvinnur: Jarnbardur, Lómur og Rádni. 6-mannafør menn: Gongurólvur, Lómur, Herningur, Jarnbardur, Strálan, Sølmundur, Riddarin og Tvørabáturin 5. mannfør kvinnur: Havfrúgvin, Ørnin, Falkur, Teistin og Tjaldrið. 5.mannafør gentur: Royndin Fríða, Blikur, Sílið, Tjaldrið, Ternan, Erla Kongsdóttir og Ørnin. 5-mannafør dreingir: Blikur, Sílið, Drekin, Spógvin, Tjaldrið, Junkarin, Fípan Fagri, Tekla og Jallurin.
Á heimasíðuni hjá Róðrarsambandinum er teigur “feløg”, men har er ikki nóg væl ella slett ikki dagført. Einki telefonnummar at ringja til hjá fleiri feløgum, tí er dagsverk at finna fram til onkran nevndarlim í feløgunum. Sera óheppið, haldi eg. Veit lesari, at bátur rør í summar, sum ikki er á listanum omanfyri, so er at senda mær teldupost Vagnur@olivant.fo, so báturin kann koma á listan. Vit bíða við old girls og old boys manningunum, og ikki havi eg talt saman barnamanningar, tí ivi um manningur er enn stórur. (Vagnur)



