Nakrir tankar um róðrarteinarnar í føroyskum kappróðri

Róður 2Nú stundar til fyrsta FM-róðrarnar í Klaksvík 1. juni, og bátatalið er nakað tað sama sum í fjør. Tað serliga við kappingarárinum í ár er, at 8-mannaførini og 10. mannaførini rógva heilar fimm 2000 metra teinar, meðan í Klaksvík skal rógvast 1500 metrar og á ólavsøku 901 metur. Hetta skiftir ár um ár alt eftir, hvar róðrarstevnurnar eru. Óivað onga aðrastaðni í heiminum, har tey rógva kapp, verður skift so nógv millum róðrarteinarnar. Orsøkin er, at brimgarðar, aliringar og forðandi streymur gera, at feløg ikki kunnu bjóða fram somu teinar á øllum stevnum. Hetta eru umstøðurnar hjá føroyskum kappróðri.

Kringvarp Føroyar fer aftur í ár at siga frá kappróðri, og vit síggja eisini livandi myndir frá kappróðri á telduni. Frálíkt. Eg skilji ótrúliga væl boðini frá Kringvarpi Føroya, at stovnurin ikki veit, nær kappróðrarnir endar, og at Kringvarpið eisini má halda skránna, og at aðrar sendingar mugu víkja, um kappróðurin dregur so langt út.

Ikki er altíð lætt at vera startdómari, tí mangan fæst starturin ikki at liggja nóg væl. (Mynd Álvur)

Ikki er altíð lætt at vera startdómari, tí mangan fæst starturin ikki at liggja nóg væl. (Mynd Álvur)

Hetta er eisini orsøkin, at Róðrarsambandið vil strika ein av teinunum, og valið er antin 1500 metra teinin ella 2000 metra teinin. Á seinasta aðalfundi varð samtykt at strika 1500 metra teinin, so 6-mannaførini við monnum, sum hava róð 1500 metrar, nú rógva 1000 metrar, meðan 8-mannaførini, sum hava róð 1500 metrar og 10. mannaførini rógva 2000 metrar.

Eg skal ikki gera meg klókan, um hetta er rætt ella skeivt, men eg havi varhugan av eftir at hava tosað við róðrarfólk kring landið, at tey góðtaka, at 6-mannaførini við monnum rógva 1000 metrar. Og serliga ungir rógvarar, sum koma beinleiðis frá 5-mannaførum. Men tá ið talan er um 8-mannaførini, so halda tey allar flestu, at henda bátastøddin við tíðini fer at doyggja út, og vit standa eftir við fáum 10-mannaførum og eini rúgvu av 6-mannaførum.

Mínir tankar leita til grundgevingarnar, hví júst núverandi teinar eru valdir. Sjálvur havi eg áður skrivað, at rógva allir bátar 1000 metrar, so er “deyðin” í durinum. Kappróðurin gerst einsháttaður og “sjarman” við kappróðrinum er burtur. Skal og má ein teinur strikast, velji eg 2000 metra teinin hjá 10-mannaførunum, so vit bara hava 1000 metrar og 1500 metrar teinarnar.

Í Havn er trý kappróðrarfeløg, men hesi feløg, sum hava flest bátar í róðrarflotanum, kunnu bara bjóða fram ein 901 metrar langan róðrartein og ongan 2000 metrar tein. Trý eru 10-mannaførini, sum rógva í summar, men hvørki Havnarbáturin ella Klaksvíkingur kunnu rógva 2000 metrar í heimasjógvi. Ì Klaksvík verður róð 1500 metrar. Vestmenningur róði í fjør, men í Vestmanna er teinurin bara 1000 metrar fyri allar bátastøddir.

Fara vit til 8-mannaførini, so rógva í summar Argjabáturin, Miðvingur og Gullbrandur, men hvørki Argjabáturin ella Miðvingur kunnu bjóða hvørki 1500 metrar ella 2000 metrar tein í heimasjógvi. Í summar skal rógvast 2000 metrar í Sørvági, men eingin bátur er mannaður í Sørvági í nógv Harrans ár.

Alibátur heldur her fasta startinum´. (Mynd Álvur)

Alibátur heldur her fasta startinum´. (Mynd Álvur)

Eg vil bara nevna hetta, tí tá ið 901 metur langur teinur kann góðtakast í Havn, og fleiri 1000 metrar teinar góðtakast á øðrum plássum, so er løgi, at summi róðrarfólk tvíhalda um, at 2000 metrar teinurin má og skal varðveitast. Skilji alt væl, tí hetta eru søguligir róðrarteinar og partur av okkara róðrarsøgu. Men grundgevingarnar halda ikki.

Øll árini eg havi skrivað um kappróður, og tað er heilt aftur í 80-árini, hava róðrarteinarnir verið samtaluevnið. Eg eri av tí áskoðan og tosi frá royndum og hava mangan skrivað um hetta. Trupulleikin, at summir FM-róðrar taka so langa tíð at avgreiða, eru ikki róðrarteinarnir, men vánalig fyrireiking á nógvum stevnum. Hvussu mangan ferðir hava vit ikki hoyrt um hanafótar sum dragna, og bátar við ov lítlum motori sum ikki megna at halda startinum? Veikleikin við okkara skipan er, at Róðrarsambandið góðtekur, at mangan óroynd fólk á staðnum leggja út startir, og at mangan var ov lítið eftirlit við arbeiðinum.

Fólk eru bangin fyri, at 8-mannafør fara at "doyggja" út. Hetta má ikki henda. (Mynd Vagnur)

Fólk eru bangin fyri, at 8-mannafør fara at “doyggja” út. Hetta má ikki henda. (Mynd Vagnur)

Gott dømi um frálíkt avrik, er Kappróðrarfelagið NSÌ, sum alt eg veit, hevur megnað at yvirhildið tíðirnar. Skjótt og væl avgreiddir róðrar. Har gongur altíð væl og eisini aðrastaðni við, men á ávísum plássum “kiksar” mangan. Eg havi onkuntíð víst á, at best var, at somu menn løgdu út startir á øllum stevnum, men hetta er lættari sagt enn gjørt. Tí tá mugu lønir gjaldast fólkunumi, og tað er ikki vist, at tú fært fólk at binda seg alt summarið..

Ikki er lætt at rógva við 8-mannaførunum og 10. mannaførunum, tí ein leygardag rørt tú 1500 metrar, næstu leygardag kanska 1000 metrar og triðju viku 2000 metrar. Ymisk venjing skal til ymsar teinar. Svimjarar svimja ymsar teinar, men tú fert ikki í Gundadal ein sunnudag til dyst millum HB og B36, har liðini spæla tveir hálvleikar, og so næsta sunnudag spæla liðini bara ein hálvleik. (Vagnur)

Tað hevur gingið væl at starta bátar í Fuglafirði.

Tað hevur gingið væl at starta bátar í Fuglafirði.

 

 

 

 

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *