KÍF-H71 27-22 (11-12) Uppiborið og søguligt meistaraheiti

KÍF við FM-steypunum. St.f.v: Regin Petersen, Tony Weyhe, Poul Finnur Egholm, Ernst Johannesen, Rúni Joensen, Ási Dam, Andrias Nielsen, Pætur Johannesen, Óla Kristian Djurhuus, Jakob Jónsson og Zeljko Jotic. Fremst f.v: Rógvi Weyhe, Jákup Trygvasson, Hans Eli Sigurbjørnsson, Nicklas Selvig, Emil Dam, Teitur Joensen og Jaspur Joensen.

KÍF við FM-steypunum. St.f.v: Regin Petersen, Tony Weyhe, Fríði Weihe, Poul Finnur Egholm, Ernst Johannesen, Rúni Joensen, Ási Dam, Andrias Nielsen, Pætur Johannesen, Óla Kristian Djurhuus, Jakob Jónsson og Zeljko Jotic. Fremst f.v: Rógvi Weyhe, Jákup Trygvasson, Hans Eli Sigurbjørnsson, Nicklas Selvig, Emil Dam, Teitur Joensen og Jaspur Joensen. (Mynd Christian Johannessen)

Vit eru nógv hondbóltsfólk og onnur fólk, sum inniliga ynskja KÍF hjartaliga til lukku FM-heitinum, tí KÍF hevur í tvey ár ligið á odda í grundspælinum, og tað hevði ikki verið at borið hjá KÍF spælarum og allari bygdini, um tað ikki eydnaðist í ár. Søguliga og fyrsta meistaraheitið til Kollafjarðar Ítróttafelag er uppiborið, men KÍF spælararnir skuldu ígjøgnum sat ódnarveður fyrsta korterið, har Ári Dam vísti meistaraspæl í H71 málinum, og sum førdi til, at KÍF var aftanfyri við seks málum eftir korter spæl.

Eingin ivi er um, at tað sálarligi spældi KÍF spælarum eitt “puss” fyrst í dystinum, men vit onnur roknaðu alla tíðina við, at KÍF fór at koma aftur, tí KÍF liðið hevur góða breidd, meðal bonkurin hjá H71 er nakað tunnur, og at H71 stamman hjá H71 at enda fór at gerast moyr, og soleiðis bleiv, og tí vann KÍF dystin, eingin ivi um tað.

Vit skulu tó ikki gloyma H71 liðið í øllum FM-rúsinum í Kollafirði, tí eg vil siga, at H71 spælararnir bardust til seinasta brígsl. Fyrst kom H71 við tógvið stríð í FM-finalurnar, og síðani stríddist liðið meistarliga í fyrra finaludystinum í Hoyvíkshøllini, og ikki at gloyma tók H71 liðið KÍF á bóli fyrsta korterið í dystinum í Kollafirði. KÍF vinnur greipuna í 2013, og hetta er fult uppiborið. Frálíkt málmansspæl, og at Hans Eli veruliga kom fyri seg í seinna hálvleiki førdi til, at KÍF kom aftur í dystin, og at enda vann trygt FM-heitið. Stórur uppliving hjá øllum KÍF bólkinum bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin.

Stórur og minniligur dagur í Kollafirði, tá ið KÍF vinnur fyrsta FM-heitið nakrantíð. (Mynd Vagnu)

Stórur og minniligur dagur í Kollafirði, tá ið KÍF vinnur fyrsta FM-heitið nakrantíð. (Mynd Vagnur)

Í stuttum var dystargongdin henda: H71 fekk flúgvandi byrjan fyrstu tíggju minuttirnar og legði seg á odda 6-2. Sekstan minuttir spældir, og H71 á odda heili 9-3, og var á odda 10-6, tá ið tjúgu minuttir eru spældir. Nú fær KÍF veruliga viðgongd, og dysturin vendir spakuliga, so vit enda við hálvleikstøðuni 12-11 til H71.

KÍF byrjar seinna hálvleik væl, tí bara eftir tríggjar, fýra minuttir er KÍF á odda fyrstu ferð í dystinum 14-13. KÍF dregur meira frá sum frálíður, og tá ið tjúgu minuttir eru spældir, er KÍF á odda 20-17. Fimm minuttir seinni er KÍF á odda 24-20, og dysturin endar við 27-22 sigri til KÍF. Høllin í Kollafirði er á kósi, og KÌF vinnur fyrsta FM-heitið í søgu felagsins. Enn einaferð til lukku øll somul og takk fyri kappingarárið 2012/2013. (Vagnur)

Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 9, Andias Nielsen 4, Tony Weihe 3, Nicklas Selvig 3, Rógvi Weihe 3, Rúni Joensen 3, Teitur Joensen 1 og Jákup Trygvason 1

Málskjúttar H71: Rógvi Sørensen 7, Bogi G. Davidsen 5, Bogdan Florea 5, Rúni Højgaard 3, Ari J. Olsen 1 og Sigmundur í Dali 1

Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *