Nú eru FM-finalurnar av, men eina viðmerking havi eg aftrat til FM-finalurnar, sum ikki skal fara aftur við borðinum. Klokkan 19 leygarkvøldið, tá ið triði finaludysturin byrjaði millum kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli, sat eg við telduna og legði seinasta tilfarið á heimasíðuna frá finaludystinum í Kollafirði millum KÍF og H71. Eg tendraði fyrst fyri Rás 2, har Hilmar Jan segði frá dystinum. Og eg øtaðist um framferðina hjá Hilmari Jan, tí frá fyrsta brígsli jarðlegði hann dómararnar Karstin Joensen og Tummas Juul Thomsen, har hann beinleiðis segði, at dómararnir bara dømdu til Neistans fyrimun.
Lurtaði eina løtu eftir Rás 2, men so skifti eg yvir til Kringvarpið, har Súni Merkistein segði frá dystinum, og Sofus Dal Christiansen var viðmerkjari. Har vóru heilt aðrir tónar, har Súni millum annað segði, at í kvøld hevði Neistin heilt annan striðsanda og hugburð og var betra liðið frá byrjan. Sofus vísti á, at Kyndil mátti fáa minka um útvísingarnar, og hvat Kyndil mátti broyta í spælinum, til tess at koma inn í dystin. Eg skifti aftur til Rás 2, men sama skili, Hilmar Jan var ósakligur, sum tað stóð eftir á.
Eg fór síðani niðan í Gundadal, har endamál mítt fyrst og fremst var at fáa mynd av FM-vinnaranum. Komin í høllina fekk kyndilsspælari júst triðju útvísingina fyri at hanga seg upp í Barbara Braur. Sá beinanvegin, at dysturin varð hart spældur, har fleiri spælarar heldur vardu við ørmunum enn við kroppinum, men at mismunur var í døminingi, sá eg slett ikki. Mín niðurstøða var, at seinasta korterið áttu bæði Marjun Danberg úr Neistanum og Randi Wardum úr Kyndli út á beinkin í tveir minuttir, tí tær vardu alt ófantaliga. Kyndil bleiv revsað fyri eftirtaklingar, har spælarar hingu í neistaspælarum í sambandi við mansverjurnar. Høvdu kyndilsspælararnir slept nóg tíðliga, sluppu tær undan útvísingunum.
Tá ið eg eg so sá Dimmalætting mánakvøldið, har Terji Nielsen borðreiddi við grovastu ákærum ímóti dómarapari, eg nakrantíð eg hava sæð á skrift, so øtaðist eg. Terji Nielsen sigur millum annað: Dømining hevði greiða slagsíðu. Tað, sum gav útvísing í kyndilverjuni, gav ikki útvísing í neistaverjuni, og at Neistin slapp so at siga at gera akkurát, sum teimum lysti, uttan at tær blivu revsaðar. Hetta eru bara so grovar ákærur og niðurgerðin av dómararunum, at tað er ikki orðið. Hví ikki bara góðtaka, at Neistin er eitt betri lið enn Kyndil. Neistin vann á Kyndli í grundspælinum 38-26, 33-22, 31-21 og 33-18. Sigur hetta ikki nakað um støðuna? At so Kyndil framdi eitt bragd og vann uppibornan sigur á Neistanum í øðrum finaludystinum, er ein onnur søk.
Hví fingu kyndilskvinnur flest útvísingar
Eg havi ongantíð sæð hvørki Hilmar Jan ella Terja á einum hondbóltsvølli, men eg ørminnist tó at hava sæð mynd av Terja á dreingir 10 ár liði í 50 minnisritinum hjá Kyndli. Og tað er óivað her, vit skulu finna orsøkini, at hann skrivar slíka “myrkagrøna” frágreiðing um dømingina. Í mínum hugaheimi er niðurstøðan, at skulu Hilmar Jan og Terji siga frá hondbólti næsta kappingarár, so mugu teir fyrst á dómaraskeið hjá Hondbóltssambandinum, tí teir hava slett ikki skil fyri hondbótsspælinum, og teir duga ikki hondbóltsreglurnar.
Eg fylgi væl við í føroyskum og útlendskum hondbólti og havi eisini dømt nógv í bestu deildunum. Orsøkin, at Kyndil fær fleiri útvísingar enn Neistin, er val hjá Geiri Wardum venjara at mansverja tveir neistaspælarar. Kyndil setir tvær ungar, lítlar og lættar gentur at mansverja Barbaru, Bára og til tíðir Marjuna, sum allar eru bæði størri, tyngri og sterkari enn ungu kyndilsgenturnar. Tú skalt bara hyggja at mynd í Dimmalætting, har Barbara sleppur leys frá mansverjuni. Tá Barbara fer framvið kyndilsspælaranum, tekur kyndilspælarin um búkin á Barbaru og hongur seg í hana. Sjálvandi út í tveir minuttir, og hetta vita spælarar, venjarar, men ikki Terji og Hilmar Jan.
So er at hyggja at myndunum í 3-2 sendingini, har kyndilsspælari klárt hongur seg upp í neistaspælara, sum er mansvardur. Sjálvandí út í tveir minuttir, hetta vita spælarar og venjarar, men ikki Hilmar Jan og Terji. Prógvini eru har. Øll, sum hava spælt hondbólt og hava skil fyri hondbólti, vita, at lið, sum mansverja ella verju langt frammi á vøllinum, eru meira útsett fyri útvísingum, enn lið, sum hava flata 6-0 verju, men sum skilst, so vita Hilmar Jan og Terji einki um slíkt.
Mín niðurstøðan til framferðina hjá Hilmar Jan og Terja er, at teir “luktaðu” sensatiónina, blivu vónsviknir og ørkymlaðir, og so skuldu dómararnir hava skuldina. Soleiðis var eisini við kyndilsvenjaranum Geir Wardum, sum tosaði um skandalu eftir dystin. Heilt er heilt burturvið og veikleiki av venjaranum. Hann sigur eisini í 3-2 sendingini, at tað er eingin hondbóltur í, at neistaspælarar stilla upp til tríggjarmetur kast, so Barbara kann skjóta bóltin í kyndilsmálið. Geir, hetta er partur av hondbóltsspælinum, er ikki ólógligt og kann sammetast við beinleiðis fríspark í fótbólti. So haldi eg heldur, at tað er eingin hondbóltur í, fyri brúka orðini hjá Geir, at mansverja tveir neistaspælarar í 60 minuttir.
Eyðun Samuelsen og Karstin Joensen dømdu fyrsta finaludystin og ikki eitt orð um dømingina. Tummar Juul Thomsen og Arnar Dam dømdu næsta finaludystin og ikki eitt orð um dømingina, men so tá ið Karstin Joensen og Tummas Juul Thomsen døma triðja finaludystin, verða teir jarðlagdir av Terja í Dimmalætting og Hilmar Jan í Rás 2. Hetta er forbannað langt úti, og vóru Hilmar Jan og Terji nøkur mannfólk, komu teir við eini umbering til menninar. Og tað er mín vón, at tá ið Hondbóltsambandið næstu ferð skipar fyri dómaraskeiði, so sita Hilmar Jan og Terji á fremsta beinki.
So kundi onkur sagt, at eg hevur skrivað nógv um døming. Ja, tað havi eg, men ikki eitt einasta orð um avrikini hjá dómarunum á vøllinum. Skriving mín snýr seg bara um uttanveltaða døming, og har eg vísi á, at øll feløgini í Føroyum hava ábyrgdina av dømingini. (Vagnur)


