Neistakvinnur hava vunnið allar dystirnar í vetur bæði í landskappingini og steypakappingini, og hetta sigur so mikið, at liðið er eitt betri lið enn hini liðini í deildini. Hetta vísti eisini fyrsti FM-finaludysturin. Dysturin var varpaður út bæði í Rás 2 og Kringvarpinum, tí er ikki so nógv at leggja aftrat uttan at bíða til leygardagin, tá ið seinni dysturin verður spældur. Eg havi ongantíð trúð uppá, at Kyndil vinnur dyst ímóti Neistanum, tí tær mansverja ein og fleiri neistaspælarar. Skal Kyndil vinna á Neistanum, so má kyndilsliðið fyrst og fremst skjóta fleiri enn hesi vanligu um tjúgu málini, hetta er grundtrupulleikin hjá Kyndli, so einfalt er tað.
Neistin hevði longu vunnið dystin, tá ið tíggju minuttir vóru eftir at spæla, tí tá var støðan 24-14 til Neistan. Í slíkari støðu er vanligt, at liðið við leiðsluni setir ferðina niður, og Kyndil kom eisini væl við seinastu tíggju minuttirnar, men sigurin hjá Neistanum var ongantíð í vanda. Tó skulu vit tó hava í huga, at Kyndil vinnur seinastu tíggju minuttirnar 7-3, og hvat kunnu vit leggja í tað?
Kyndil fekk ikki góða byrjan í dystinum: Tíggju minuttir spældir, og Neistin á odda 5-0, men Kyndil kemur so í gongd, og tá ið fimtan minuttir eru spældir, er Neistin á odda 6-3. Tjúgu minuttir spældir við 9-6 leiðsla til Neistan. Hálvleiksstøðan 13-7 til Neistan.
Í seinna hálvleik er sami munur, tí eftir tíggju minuttir er leiðslan hjá Neistanum 19-13. So dregur Neistin meira frá næstu tíggju minuttirnar, tí tá er støðan 24-14 til Neistan. Neistin skýtur bara trý mál seinastu tíggju minuttirnar, og hesa løtuna hevur Kyndil bestu løtuna í dystinum, men tá er dysturin longu taptur. Neistin vinnur fyrsta finaludystin trygt 27-21.
Hvat kunnu vit so vænta leygardag? Eingin ivi er um, at Kyndil fer at mansverja ein ella tveir neistaspælarar frá byrjan, men hetta kann eisini geva bakslag, tí Neistin fyrireikar seg sjálvandi til hesa verju. Skal Kyndil vinna á Neistanum, má Kyndil skjóta minst 25 mál, tí 21 mál, sum skotin eru í dag, eru ov lítið til tess at vinna á Neistanum. Kanska síggja vit ein javnari dyst leygardagin, men tað øvugta kann eisini henda, tí at mansverja loysir sjáldan høvuðstrupulleikan hjá einum liði. (Vagnur)
UPPÍSKOYTI. Nú er fríggjamorgun, og tá ið eg seti meg við telduna og hugsi um serliga kyndilsliðið, skilji eg slett ikki framferðina hjá leiðsluni í Kyndli. Eg sá kyndilsliðið fleiri løtur í fyrru hálvu, og eg var bergtikin av fleiri av ungu kyndilspælarunum, tá ið tær millum annað vunnu á VÍF/Tjaldur og Stjørnuni í Havn. Eg ímyndaði mær, hvussu ungu spælararnir fóru at mennast enn meira, sum kapppingin leið. Tá vóru tað eisini Ásleyg Súnadóttir, Anna Brimnes, Turið Arge, Birita Mortansdóttir, Bjarta Johansen og ikki at gloyma Guðrið Eystberg og kanska onkur onnur ung við, sum eg ikki kenni nóg væl, sum spældu ótrúliga væl. Seinni kom Simona Iacob á liðið, sum kláraði seg heilt væl og skeyt nógv mál, meðan Jórun Ludvig og Randi Wardum ikki tá rættiliga vóru komnar í gongd.
Men hvar eru nú hesar evnaríku spælararnir í FM-finaluni og í seinastu dystunum. Í gjár spældi Turið tó ein frálíkan dyst. Mín niðurstøðan er púra greið: Tað var ikki rætt at fáa Simonu Petersen inn á kyndilsliðið, tí alt gott um Simonu, sum eg kenni væl. Simona er ikki sami spælarin sum áður, og hon passar slett ikki inn í spælið saman við serliga ungu kyndilsspælarunum. Í gjár skjýtur Simona níggju mál, men átta eru brotskøst. Simona Iacob, sum spældi nógvar frálíkar dystir og skeyt nógv mál og fleiri ungir spælarar, koma næstan slett ikki á málskjýttaralistan seinastu dystirnar. Í míni hondbóltsverð var kyndilsliðið eitt betri lið í fyrri hálvu og serliga í álopspartinum, eingin ivi um tað. Nú fáa vit so at síggja í seinna finaludystinum, hvussu leikur fer.
Málskjúttar Neistans: Marjun Danberg 8, Barbara Braur 6, Bára Hansen 4, Ása á Neystabø 4, Nicoleta R. Hansen 3 og Jacklin Durhuus 2
Málskjúttar Kyndils: Simona Petersen 9, Turið Arge 5, Jórun Ludvig 2, Bjarta Johansen 2, Anja Heinadóttir 2 og Anna Brimnes 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Karstin Joensen
