Flaggdagsrenning 27. ferðina í góða veðrinum á Vaglinum

Vøkur sjón tá ið startskotið small á Vaglinum, og rennararnir hugagóðir fóru avstað. (Mynd Vagnur)

Vøkur sjón tá ið startskotið small á Vaglinum, og rennararnir hugagóðir fóru avstað. (Mynd Vagnur)

Eg havi skrivað tað áður, at nevndin í Bragdinum er ótroyttulig og hevur framt dygdar arbeiði, síðani felagið byrjaði at skipa fyri flaggdagsarbeiði í Havn. Felagið skipar eisini fyri Marathon renning, ólavsøkurenning, og annars stuðlar øðrum rennitiltøkum kring landið. Seinnapartin í dag var eg enn einaferð vitni til frálíka og væl fyriskipaðari flaggdagsrenning. Áðrenn startsskotið small klokkan 16.00, hugleiddi ein av eldsálunum í Bragdinum Niels Jákup Jacobsen um søguna hjá flaggdagsrenningini. Niels Jákup Jakobsen vann sjálvur fyrstu flaggdagsrenningina í 1987.

Vaglið er so væl egnað til slíka renning, tí fólk koma fyrst til sjálvt flaggdagshaldið, og nógv fólk fara ikki av Vaglinum, tí tey bíða eftir flaggdagsrenningini. Tað hevur eydnast Bragdinum at skipa renningina fyri øll. Klokkan 16.00 startaðu tey vaksnu, og tveir minuttir seinni startaðu børnini. Og aftur tveir minuttir seinni fóru stuttleikarennararnir avstað. Í hesum bólkinum runnu nógv foreldur saman við børnum, og summi gingu teinin.

Marner Djurhuus av Morskranes fer her fyrstur um málið. (Mynd Vagnur)

Marner Djurhuus av Morskranes fer her fyrstur um málið. (Mynd Vagnur)

Veðrið var av tí fagrasta á Vaglinum seinnapartin, og lagið var gott á málinum, har ein onnur eldsál Óli Olsen segði frá renningini, sum hoyrdist væl í hátalarunum. Mitt í rokanum gekk Fríðrikur Bláhamar formaður í Bragdinum og helt eyguni við, at alt var í lagi. Stuttligt at fylgja við, tá ið rennararnir komu um málið, og Óli Olsen setti veruliga dám á renningina, tí hann kendi mest sum øll fólkini, sum fóru um málið.

Eftir renningina gekk eg millum rennararnar, og tað er sjáldan, at tú hittir so nógv fegin og væluppløgd ítróttafólk. Eg komi altíð at hugsa um, tá ið vit sum ungir hondbóltsspælarar runnu á vegunum í sambandi við hondbóltsvenjingina. Fólk hildu ikki nógv um, tá ið vit runnu í býnum, og mangan floytaðu bilar eftir okkum, hvør skal siga, tit eru ikki raksiktaðir. Tíbetur er hesin hugburður broyttur, tí síggjast fólk renna og ganga í gøtunum í gulum vesti uttan at føla seg illa, og soleiðis skal tað vera. Ti lukku øll somul við frálíkum rennitiltaki.

Tveir eftir at tey fóru avstað, small startskotið fyir børnunum. (Mynd Vagnur)

Tveir minuttir eftir at tey eldru vóru farin avstað, small startskotið fyir børnunum. (Mynd Vagnur)

Á heimasíðuni hjá Bragdinum www.bragdid.fo standa niðanfyri orðini um fyrstu flaggdagsrenningina 25. apríl 1987.

Fyrsta flaggdagsrenningini var flaggdagin 25. apríl 1987. Til fyrstu renningina vóru 39 luttakarar. Tað vóru teir tríggir Niels Jákup Jakobsen, Tummas Hanus Dam og Sofus Johannesen, sum mannaðu nevndina í Bragdinum til endurstovnanina av felagnum seint í 1986.

Beinanvegin varð farið undir at fyrireika ymisk tiltøk, og var flaggdagurin ein nátúrligur dagur til kapprenning, har nógv fólk vóru savnaði til sera hugnaliga flaggdagshaldið við horntónleiki og røðum á Vaglinum í miðbýnum í Havn.

Seinastu avstað vóru tey, sum runnu stuttleikarenning. (Mynd Vagnur)

Seinastu avstað vóru tey, sum runnu stuttleikarenning. (Mynd Vagnur)

 

Rutan hevur stórt sæð verið tann sama øll árini. Tó so, at fyrst í 90 árúnum varð gjørd ein roynd at renna runt í býnum. Men var hetta bert tað eina árið, og so varð aftur farið undir ta upprunaligu rutuna, og er hon stórt sæð tann sama í dag sum við byrjan. Teinurin er tann sami, nevniliga 7.020 metrar.

Flaggdagsrenningin er veruliga blivin ein kapping og fólkslig renning, har luttakarafjøldin er sera nógv vaksin tey seinnu árini. (Vagnur)

Hugaligt at síggja so nógv fólk renna eftir Áarvegnum. (Mynd Vagnur)

Hugaligt at síggja so nógv fólk renna eftir Áarvegnum. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *