Fyrri FM-finaludysturin millum H71 og KÍF gjørdist eins spennandi, sum vit øll roknaðu við, og liðið, sum vinnur í Kollafirði leygardagin, vinnur FM-heitið 2013. Sjálvt um H71 haltaði eftir í fyrra hálvleiki, har H71 spælarar gjørdu flestu villurnar, sá út, sum KÍF fór at vinna dystin. Men stórt herðaklapp til H71, at liðið megnaði at koma aftur í dystin. Hetta er ein dygd, og hetta vísti H71 eisini seinasta kappingarár ímóti KÍF, har liðini spældu tríggjar javnar og spennandi finaludystir, har bara eitt mál var á muni í øllum trimum dystunum.
Eg sat heima og lurtaði eftir dystinum, og nú havi eg fingið dómaraseðilin, men eg ringdi eisini til vinmann, sum sá dystin. Áhugavert eisini at hoyra allar viðmerkingar eftir dystin, og eg má við mínum hondbóltseygum siga, at tað er ótrúliga flott klárað, at H71 megnar at halda KÍF niðri í 23 málum. KÍF byrjaði dystin best og kom á odda 8-4, tá ið tólv minuttir vóru spældir. Tíggju minuttir seinni var KÍF á odda 10-7. H71 kemur meira fyri seg og nærri KÍF, og eftir 23 minuttir spæl, er KÍF bara á odda við einum máli 11-10, men so fær H71 einki mál sjey teir seinastu minuttirnar, og KÍF kann fara til hálvleiks við 14-10 leiðslu, sum er trygg leiðsla.
Í seinna hálvleiki gongur ikki eins væl og í fyrra hálvleiki hjá KÍF, og liðið fær bara fýra mál fyrstu átjan minuttirnar. Tíggju minuttir spældir, og støðan 16-14 til H71, og tíggju minuttir seinni javnleikur 19-19. Javnt gongur nú á til dystarenda. 19-19, 21-21, 22-22 og endaliga støðan 23-23.
Eg haldi, at man skal bíta merki í, at KÍF bara skeyt níggju mál í seinna hálvleiki, og at tað eydnaðist H71 at venda gongdini i seinna hálvleiki. Eg hoyrdi í útvarpinum viðmerkjara siga, at H71 spælarar nú eru troyttir eftir nógvar strævnar dystir í seinastuni, og hetta fer at merkjast í beinunum leygardagin. Eingin ivi er um, at H71 spælararnir eru úthvíldir leygardagin, og dysturin í Kollafirði verður eins javnur og spennandi, sum dysturin í Hoyvíkshøllini. Liðið, sum vinnur dystin, vinnur FM-heitið 2013.
Sjálvur havi eg sagt, at sleppa KÍF spælararnir ikki at renna skjótálop, so fær liðið ikki meiri enn hasi 23 málini. Vinmaðurin mín segði mær eisini, at serliga í seinna hálvleiki, sluppu KÍF langskjúttarnir slett ikki til skot, og tí fekk KÍF bara níggju mál í seinna hálvleiki og skeyt bara fýra mál fyrstu átjan minuttirnar í seinna hálvleiki.
H71 spælararnir kunnu við javnleikinum 23-23 vera meira nøgdir enn KÍF spælarar, tí KÍF var betra liðið í fyrra hálvleiki við tryggari leiðslu við hálvleik, men hvat hendi hjá KÍF í seinna hálvleiki, tá ið liðið ikki kom í gongd fyrsta korterið? Hetta er ikki lætt at gita um. Uttan at kanna hetta nærri, so kann KÍF hava spart nakrar av “stjørnunum” fyrst í seinna hálvleiki og harvið latið H71 komið inn aftur í dystin.
KÍF er á heimavølli leygardagin, og líka mikið, hvussu dysturin endaði í kvøld, so skal KÍF sjálvandi vinna dystin á heimavølli, um FM-heitið skal vinnast. Men javnleikurin í kvøld ger, at nú hevur KÍF bara ein møguleika, men vunnu teir dystin í Hoyvíkshøllini, hevði KÍF liðið tveir møguleikar á heimavølli at tryggjað sær FM-heitið. Liðið sum nummar eitt í grundspælinum hevur eyka heimadyst, um neyðugt er við einum triðja finaludysti. (Vagnur)
Málskjúttar H71: Bogdan Florea 7, Rógvi Sørensen 4, Bogi Davidsen 4, Tróndur Arge 3, Rúni Højgaard 3, Hans Kári Hansen 2
Málskjúttar KÍF: Nicklas Selvig 7, Andrias Nielsen 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 3, Tony Weihe 2, Rógvi Weihe 2, Rúni Joensen 2, Ási Dam 2 og Teitur Joensen 1
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum
