Gurið Mortensen eftirmetir grundspælið í bestu kvinnudeildini

Gurið Mortensen uttanst til vinstu er skurðviðgjørd fyri slitið krossband og slitnan vødda í knænum.

Gurið Mortensen uttast til vinstru er skurðviðgjørd fyri slitið krossband og slitnan vødda í knænum.

Tað hevur sína orsøk, at Gurið Mortensen í morgun hevði góðar stundir at tosa við meg um grundspælinum í bestu kvinnudeildini, tí Gurið er júst skurðviðgerð og spælir óivað ikki aftur fyrr enn í seinni hálvu næsta kappingarár. – Eg havi spælt við slitnum krossbandi og slitnum vødda í knænum í tvey ár, og nú havi eg verið undir skurði. Um bestu kvinnudeildina er stutt at siga, at neistakvinnur saman við kyndilskvinnum vóru nógv best fyrireikaðar til kappingarárið, og at VB og Stjørnan hava havt vánaligt kappingarár, sigur Gurið millum annað niðanfyri.

– Fyrst vil eg siga, at Neistin saman við Kyndli fyrireikaðu seg nógv best til kappingarárið, og tí reyk Neistin avstað fyrst í kappingini, og Kyndil vann fleiri dystir við kappingarbyrjan, og tí er liðið í FM-finalunum.

VB: Sjálvandi er vit ónøgd við kappingarárið, tí VB er næst niðast í deildini, sjálvt um liðið hevur gott fólk á pappírinum. Vit hava góðar umstøður í høllini, men spælarar hava ikki havt nóg góðan hug at vant, og tí hava spælarar slett ikki verið í nóg góðari venjing, sum liðið onkuntíð áður var.

VB liðið var alt ov óstabilt, og sjáldan spældu allir spælarar væl í sama dysti. Vit taptu alt ov nógv stig á heimavøll fyrst í kappingarárinum, dystir, sum vit plagdu at vinna í Vági. Eftir nýggjár vóru vit ov fáar til venjing, tí onkur spælari var norðanfjørðs í starvsvenjin, og onkur spælari býr Havn. Hetta gongur alt ikki, ætlar tú tær at vera millum bestu liðini.

Størsta løtan hjá VB liðnum var, tá ið tær finaluna í steypakappingini.

Størsta løtan hjá VB liðnum var, tá ið tær finaluna í steypakappingini.

StÍF: Eg haldi, at StÍF liðið er eitt stuttligt og áhugavert lið, tí spælararnir hava nú spælt saman í fleiri ár, og teir taka bara alt sum tað kemur. Tú sært, at spæligleðin er til staðar, og samanhaldið gott á liðnum. Eg ímyndi mær, at hondbólturin hjá spælarunum er teirra frítíðarítrív, sum tað er hjá flestu øðrum spælarum í Føroyum. Høvuðsendámálið sýnist eisini at vera, at StÍF fyrst og fremst vil hava lið í bestu deildini, tí eins og onnur feløg missir StÍF spælarar. Økið er ikki stórt, og tí er tilgongdin av spælarum ikki stór.       

Uttan eg veit tað rættiliga, so venja StÍF kvinnurnar kanska ikki so nógv, sum tildømis toppliðini. Liðið spælir góðan hondbólt, og har eru nógvir góðir spælarar, og ein fast stamma hevur mannað liðið seinastu fýra árini. Tað kann tykjast løgið, at spælararnir sýnast at tíma so væl at spæla hondbólt, tí liðið hevur ligið í botninum seinastu árini. Serliga í seinnu hálvu hevur liðið ment seg ótrúliga nógv. Eisini haldi eg, at nógv gott fólk er um liðið, og tað hevur sera stóran týdning.

StÍF er eitt stuttligt og áhugavert lið við spæligleðði, heldur Gurið

StÍF er eitt stuttligt og áhugavert lið við spæligleði, heldur Gurið

 

Kyndil: Kyndil hevur eitt gott kvinnulið, sum er samansett av ungum góðum spælarum og nøkrum eldri spælarum. Sjálvt um liðið hevur verið í kreppu, har hoyrdist, at venjarin hótti at fara til hús og spælarar eisini, so hava tey megnað at fingið tað at rigga í vetur. Góðir spælarar eru á øllum plássum tað veri seg í málinum, á linjuni og øðrum plássum. 

Tað sæst, at spælararnir hava spælt saman í nú fleiri ár, og fáar broytingar eru á liðnum, tó kom fyrst Simona Iacob á liðið, og hon fekk nógv burturúr fyrstu dystirnar, og nú er Simona Petersen á liðnum. Kyndil hevur í løtuni ein breiðan hóp, og tær kunnu vera nøgdar við kappingina í grundspælinum.

Anja Heinadóttir og málverji Tomma Petersen vóru bestu spælararnir hjá Kyndli.

Anja Heinadóttir og málverjin Tomma Petersen vóru bestu spælararnir hjá Kyndli.

Stjørnan: Eingin ivi eru um, at Stjørnan kom trilvandi inn í kappingaárið. Spælararnir vóru slett ikki venjing við kappingarbyrjan, og hetta sást tíðuliga. Durita var ikki komin úr Danmark, Simona var ikki byrja at venja, spælarar vóru við barn, og tær ungu spælararnir, sum nú skuldu taka ábyrgd, høvdu slett ikki royndirnar, tí tær áður ikki vóru slopnar framat.

Stjørnan fór frá at vera eitt topplið at endaði sum niðasta liðið í deildini. Sum sagt vóru spælararnir ikki í nóg góðari venjing frá byrjan, og liðið misti nógv stig beinanvegin. Liðið var alt ov óstøðugt alt kappingarárið.

Stjørnan kom trilvandi inn í kappingarárið, og tí hilnaðist so illa hjá liðnum.

Stjørnan kom trilvandi inn í kappingarárið, og tí hilnaðist so illa hjá liðnum.

 

VÍF/Tjaldur: Eins og Stjørnan og vit í VB, vóru spælararnir hjá VÌF/Tjaldri slett ikki í nóg góðari venjing, tá ið kappingin byrjaði. Samanlegging varð framd í seinastu løtu, og so skuldi nýtt lið samanspælast, og hetta vita vit tekur tíð.

VÍF/Tjaldur er væl mannað lið, tá ið allir spælarar eru tøkir. Liðið hevur góðar skjúttar í bakketuni, og annars góðar spælarar á mest sum á øllum plássum, men tað er einki dulsmál, at liðið stendur og fellur við, um Adina kann spæla ella ikki. Og so mátti liðið eisini uppliva eitt venjaraskifti miðskeiðis í kappingarárinum, og slíkt ávirkar eisini avrikini. Sum eg skilji, heldur samarbeiðið fram millum Tjaldur og VÍF, og tí er spennandi at fylgja liðnum næsta kappingarár.

Eingin ivi eru um, at Adina hevur ótrúliga nógv at siga hjá VÍF/Tjaldri, heldur Gurið.

Eingin ivi eru um, at Adina hevur ótrúliga nógv at siga hjá VÍF/Tjaldri, heldur Gurið.

 

 

Neistin: Torført at siga, um neistaliðið er eins gott og seinasta kappingarár, tí fleiri av hinum liðunum er viknað frá seinasta kappingarári. Tó er púra greitt: Neistin var væl fyrireikað til kappingarárið og spældi við fullari megi frá fyrsta dysti í kappingini. Tú sást tíðuliga, at neistakvinnur vóru í góðari venjingar, og Neistin helt fram, har liðið slepti seinasta vár.

At vinna dystir fremur sjálvsálit, og sjálvsálit hava neistakvinnur. Og Barbara Brauer hevði ótrúligan týdning fyri hinar neistaspælararnar, sum gerast betri, tá ið Barbara er á vøllinum. Barbara heldur støðið í hvørjum dysti og skjýtur tey mál, sum hon skal. Neistin hevur breiðan hóp við góðum spælarum á øllum plássum. Eingin ivi um tað, sigur Gurið.

Neistakvinnur vóru best fyrireikaðar til kappingarárið, sigur Gurið.

Neistakvinnur vóru best fyrireikaðar til kappingarárið, sigur Gurið.

 

At enda spyrji eg Gurið, hvør vinnur FM-heitið Neistin ella Kyndil?  – Eingin ivi er um, Neistin er favorittur at  vinna FM-heitið, og tað ger Neistin eisini. Men vit skulu eisini hugsa um, at finaludystir eru serligir, og tað sóu vit í steypafinaluni, har VB veruliga hevði gott tak á Neistanum. Í finalum spælir so nógv annað inn sum tildømis nervar og serligur taktikkur. Men eg rokni tó við, at Neistin vinnur greipuna hetta kappingarárið, sigur Gurið at enda við vónini um, at vit síggja Gurið á vøllinum einaferð eftir nýggjar ár komandi ár. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *