Finnur Hansson eftirmetir grundspælið í bestu mansdeild

Finnur Hansson í dysti ímóti VÍF í Havn.

Finnur Hansson í dysti ímóti VÍF í Havn.

Eg havi spurt Finn Hansson spælandi venjaran hjá Kyndli um at siga eitt sindur um avrikini hjá teimum sjey liðunum í Atlantic Airways deildini í vetur, og havi spurt hann, hví júst KÍF og H71 endaðu í FM-finalunum. – KÍF og H71 heysta nú fruktirnar av góðum miðvísum arbeiði seinastu árini. Eg eri vónsvikin av VÍF, sum eg haldi hevur breiðasta og besta spælarahópin í deildini, sigur Finnur millum annað niðanfyri. Og Finnur heldur fram.

KÍF: Fara vit fyrst til KÍF, so er talan um eitt væl samanspælt lið, har fleiri av spælarunum hava hildið saman frá ungum árum og hava havt góðar venjarar øll árini. KÍF heystar nú fruktirnar av áralongum góðum hondbóltsarbeiði. Liðið er mannað við javnt góðum spælarum, har eingin verulig stjørna er á liðnum.

Meðan onnur lið hava mist nógvar spælarar, so hevur eydnast KÍF at varðveita eini 80% av spælarahópinum, og tí kann liðið byrja kappingarárið við mest sum somu stammu. Eg haldi meg tó síggja veikleika, tí spælararnir, sum koma aftaná henda serliga aldursbólkin, hava ikki eins góðsku og núverandi spælarar.

KÍF hevur verið ótrúliga støðugt í vetur, men so er spurningurin, hvussu verður í FM-fanalunum

KÍF hevur verið ótrúliga støðugt í vetur, men so er spurningurin, hvussu verður í FM-finalunum

Kyndil: Vit í Kyndli byrjaðu mest sum av nýggjum, og saman við ungum spælarum, fingu vit nakrar av eldru spælarunum at halda fram. Eisini kom íslendingurin Hørdur  í bólkin, og tað sá hampuligt út frá byrjan, sjálvt um tað tók tíð at samanspæla liðið. Eg merkti, at tað kann vera torført hjá nýuppfluttum spælarum at takla harðu kappingina í bestu deildini.

Veikleikin hjá Kyndilsliðnum var, at tríggir spælarar arbeiddu í Norra, og tí vóru hesir spælarar ikki tøkir alla kappingina. Á jólum fór Hørdur aftur til Íslands, og við skaðum inni í myndini, bleiv hópurin til tíðir alt ov lítil. Skalt lið fullføra heilt kappingar við góðum avrikum, mást tú hava tíggju tólv spælarar tøkar til hvønn dyst. Kyndil hevði summar dystir bara seks sjey spælarar tøkar, og tí vóru avrikini ógvuliga skiftandi hjá okkum.

Kyndilliðið hevur verið alt ov óstøðugt í vetur.

Kyndilliðið hevur verið alt ov óstøðugt í vetur.

 

Team Klaksvík: Team Klaksvík er dømi um, at tað er ikki bara at flyta upp í bestu deildina, tí liðini í bestu deildini er nógv betri enn liðini í 1. deild. Spælararhópurin hjá Team Klaksvík var alt ov smalur, men sjálvandi hjálpti heilt væl, at Zarko kom aftur til Klaksvíkar. Men skal Team Klaksvík gera sær vón at fóta sær í bestu deildini, mugu fleiri spælarar koma í hópin. Á liðnum er fleiri góðir spælarar, men tað skal meira til, skal Team Klaksvík gera seg galdandi í bestu deildini.

StÌF: StÍF liðið er mannað við nógvum góðum skjótum spælarum, har allir duga væl at spæla hondbólt. Men liðið hevur í nógv ár vanta tað seinasta at koma heilt upp á toppin. Liðið stendur mangan og fellur við, um Sveinur Justinussen er tøkur, hann hevur verið nakað skaddur og ikki spælt nakrar dystir.

Liðið hevur frálíkan málverja og góða verju, men kanska vantar nakað av røttum hugburði á liðnum, tí tað er eitt ella annað, sum sigur mær, at StíF spælararnir skulu trúgva meira upp á, at tað ber til, tí teir spæla fleiri frálíkar dystir, men so haltar í øðrum dystum. Uttan at vita rættiliga, hvussu nógv StÍF spælararnir venja, so er eingin ivi um, at skalt tú heilt upp á toppin, so krevst hørð venjing og rætta “diciplinin” á liðnum. Kanska skulu vit leita á hesum økinum til tess at finna út av, hví StÍF ikki kemur longri upp á stigtalvuni.

StÍF liðið er mannað við góðum spælarum, men hvussu kemur liðið upp á toppin?

StÍF liðið er mannað við góðum spælarum, men hvussu kemur liðið upp á toppin?

 

Neistin: Tað hevur verið ótrúliga stuttligt at fylgt unga neistaliðnum í vetur, tí nú eru nógvir ungir spælarar slopnir framat, og teir hava klárað seg nógv betur, enn eg nakrantíð hevði droymt um. Fyrst og fremst er tað frálíka verjan og frálíka góðu málverjarnir.

Vørumerkið hjá liðnum er, at allir spælarar hava spælt av lívsins kreftum hvønn einasta dyst, har stríðsandin var óvanliga góður. So er spurningurin, um unga liðið megnar at halda somu kós næsta kappingarár, tí tað ávirkar hópin at tapa nógvar dystir á rað, og kemur liðið ikki longur fram á stigatalvuni, kann stríðsandin og spæligleðin fánað spakuliga við tíðini. Men samanumtikið kunnu neistamenn vera væl nøgdir við kappingarárið.

Vørumerkið hjá neistamonnum í vetur eru frálíkir málverjar og frálík verja.

Vørumerkið hjá neistamonnum í vetur eru frálíkir málverjar og frálík verja.

VÍF: Eingin ivi eru um, at VÍF hevði sterkasta og breiðast hópin í deildini, men teir hava bara ikki fingið tað at rigga nóg væl sum lið. Tí eri eg vónbrotin av avrikunum hjá VÍF í vetur, og hetta vita VÍF spælararnir eisini sjálvir, tí á pappírinum skuldi VÍF sjálvandi verið annað liðið í FM-finalunum.

Nógv óróð var í VÍF-hópinum, har útlendskur spælari var sendur til hús, og venjaraskiftið fór fram í kappingarárinum. Slíkt órógvar sjálvandi allan spælarahópin og harvið úrslitini á vøllinum. Tá ið tað er sagt, so ivist eg ikki í, at hevur liðið somu manning næsta kappingarár, og rætt er atborið, hevur VÍF nóg sterkt lið at vera heilt upp á tindinum í føroyskum hondbólti.

Finnur heldur, at VÍF hevur alt ov góða manning ikki at koma í FM-finalurin

Finnur heldur, at VÍF hevur alt ov góða manning ikki at koma í FM-finalurnar

H71: H71 heystar enn einaferð fruktirnar av miðvísum góðum venjaraarbeiði seinastu nógvu árini í Hoyvík. Umframt venjarar og spælarar, er nógv annað gott fólk um liðið, og hetta hevur ótrúliga nógv at siga. Talan er um ungar spælarar, sum hava fingið miðvísa góða venjing síðani dreingjaárini. Og hetta góða arbeiði er hildið við líka øll árini.

Venjarin hjá H71 Petur Mittún Petersen

Venjarin hjá H71 Petur Mittún Petersen

Spælarahópurin er ein samlaður hópur, og tá ið “kemiin” er góð millum spælarar, samanhaldið gott liðnum, og spælarar kenna væl hvør annan, so megna hesir spælarar betri enn aðrir at loysa uppgávuna, tá ið stendur á í jøvnum dystum. Tá ið veruliga á stendur, sýnast H71 spælarar at “ofra” seg 110 %, og hetta er ein dygd. Og tí er H71 eisini komið í FM-finalurnar.

H71 hevur góðar møguleikar at endurvinna FM-heitið

KÍF venjarin Jacob Jónsson

KÍF venjarin Jacob Jónsson

At enda spyrji eg Finn Hansson, hvat fer at henda í FM-finalunum. KÍF hevur ligið trygt á odda alla kappingina, men skal KÍF enn einaferð snáva í FM-finalunum. Og Finnur sigur:

– Í FM-finalunum hittast tríggir venjarar, sum hava spælt hondbólt í bestu deildunum, og sum vita nógv um taktiskan hondbólt. Tí er spennandi at fylgja við, hvussu venjararnir loysa finaluuppgávurnar.

– Eingi ivi er um, at tað kemur at vera “bonkurin”, sum kemur at vinna FM-dystinar. H71 spælararnir síggjast at vera væl “tunaðir” í løtuni, og H71 kann gott fara avstað við FM-heitinum, men KÍF er væl samanspælt lið við breiðum hópi. Og hugsa vit um “stabila” KÍF liðið í vetur, so er KÍF favorittur at vinna FM-heitið, sigur Finnur at enda. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *